Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 16. februar 2005 17 múr fim finaluevni Bólkurin hevur áður nátt finalupláss tvær ferðir og hava tí kanska tungan arv eftir sær sjálvum at bera. Við útskiftingunum er eisini stílbrot komið í. Men hóast broyttan stíl, so hóm- ast enn gamli og rótfesti stíl- urin við Henning og Jens Tummas. Teirra grundfesta swing er ikki at fara skeivur av; Góður og ofta tungur bassur og væl swingandi og "avslappaðar" trummur . Rókur legði fyri við høg- um tónum. Síðani komu góðu rock løgini. Og vakra lagið Rúna (haldi eg tað æt) fekk fleiri at vísa kenslur og tendrarar. Og júst hetta "við at halla seg afturá" spælið eyðkendi framførsluna. Kraftmikið og gott og fult av orku, men uttan stórvegis armsveiggj ella óneyðugt fjas. Tað eru teir ov garvaðir til. Eitt pluss var, at alt til- farið var á føroyskum. Og hetta er eisini ein broyting. All that Rain er ikki nýhugsan ella eksperiment, men grundfestur rockur. Og Rókur er nú einaferð Rókur, hann kennist aftur, tí slepst ikki undan, men hann hóskar væl saman við All that Rain, og saman kemur burturúr ein góð blanding av øllum tí góða, sum hesir tónleikarar borga fyri - saman og hvør sær. Ung og garvað saman Bólkurin PH 5,5 sá lokk- andi út, tá tey komu á pall. 3 kvinnur og 3 menn. Tær heldur stuttliga ílætnar, eitt sindur eksperimenterandi. Og tað skuldi eisini vísa seg at umboða tóinleikin, sum er ein blanding av mongum stílum. Tvær av kvinnunum skriva tónleikin og tær syngja eisini. Ein teirra spælir ljómborð. Og so eru mannfólkini undir við bassi trummum og guitari. Tveir av teimum eru garvaðir, Brandur á trumm- um og Heðin á guitar. Har hesi fólk hittast uppstendur tónleikurin, sum tey í felag leggja tilrættis. Eftir standa fleri góð løg og serliga mundi reggae- framførslan seta sg í minni hjá fleiri. Ein ungur bólkur, sum sambært teimum sjálvum, ikki væntaði sær pláss víð- ari, men sum eftir fram- førsluna millum fleiri tón- leikarar bleiv nevndur sum eitt gott boð. So kom RÓP í Bólkin Róp vil egn meta sum mest gjøgnumførda bólkin. Veit ikki um ein skal tosa um "konsept" ella bara lívs- og/ella tónleikastíl. Tá manningin kom á pall var í hvussu er ongin sum ivaðist í, hvat vit fóru at hoyra. Langt innan fyrsti tónin ljóðaði. Menn í leðri, píkum, við longum hári, stuttum hári, nærum ongum hári, skeggi, stórum blusum o.s.fr. Hetta útstrálaði tungmálm. Og meðan teir at síggja til gjørdu seg til, ljóðaði knapp- liga ein múrur av tungum rocki og brøl (eg átti kanska at sagt sangur) sum kom tað niðri úr eg sigi ikki hvar. Ja, beint frammaná! Ong- in millumvegur, meðan mennirnir, harav onkur hevði guitaran í eini ekstra- large reim, so hann rakk niður á gólvið, hvør í sínum lagið dansaðu, hoppaðu ella bara "slaskaðu" á staðnum. Øði og brøl fyri allan peningin. Men villi tónleik- urin hekk væl saman. Hesin múrurin hekk sera væl saman og var ikki til at bróta ígjøgnum. Nakað fyri seg hetta kvøldið og eisini nakað fyri bæði eygu og oyru. Ikki so galin tung- málmur, tó at eg havi tað við at møðast ov skjótt av slíkum, men teir náddu tó ongantíð hæddirnar, sum t.d. Hate Speech á sinni, men teir vóru nú eisini framúr og teir bestu innan júst hatta til dags dato. Stuttligt annars at merkja sær, at bólkurin er sprottin úr Grótumhvørvinum og kryddraður við havnar- monnum. Soleiðis ljóðar altso tann blandingin. Hon er sterk og tung føði. Effektrasmus Makrel vóru síðstir. Teir øvdu boðað frá stílskifti. Tyngri løg, sum vóru djúp. Og long. Teir komu á pall við egn- um ljós/myndashowi. Ári hevði hvítar útijólaperur um mikrofonstativini*. Aft- anfyri teir koyrdi ein telda ymisk myndmynstur aftur og fram. Teir - haldi eg - dugdu væl at fáa nýggja tónleikin reinan, hóast tungan og djúpan. Og tamarhaldið var fullkomið. Ofta hevur nógv verið koyrt uppá óføru evnini hjá Rasmusi at nýta effektirnar. Tað verður tað partvís enn, men meira tálmað. Og tað riggar eisini soleiðis. Minst líka væl. Men hann dugir hatta við at nýta útgerðina! Àri syngur á sín ser- merkta hátt og tað riggar eisini. Og nýkeypta kór- maskinan (tí tvey mikrofon- stativ*) setti alt í perspektiv - tá skaptu teir veruligan stemmning. Flott. Rútmiskt koyrdi tónleik- urin framúr. Og teir sluppu sera væl frá framførsluni, sum var góð og uttan hóva- sták. Rein. Hvør skluldi vinna Dómararnir høvdu eina trupla uppgávu og eg, og fleiri við mær, takkaðu fyri, at vit ikki taldust millum úvalsliðið, sum skuldi taka dagar ímillum góðu, men sera ymisku, bólkarnar. Tað tók teimum eisini nærum ein tíma, innan teir høvdu brævbjálvarnar klár- ar til Jákup Magnussen, so hann kundi siga frá, hvør kom í semifinaluna. Og tað gjørdust Makrel og All That Rain. Alt í alt uppborið, tó at allir hinir bólkarnir góvu teimum ein sera skarpan gang. Eitt hart undanumfar, og so var bara aftur at leita sær út í kavan og í bilin og royna at fylgja sporunum hjá teimum,ið undan fóru, gjøgnum stóru fannirnar. Hvar vóru teir, sum grava kava?. Kanska teir høvdu sitið heima og lurtað eftir prix Føroyum, hvør veit? Bólkurin PH 5,5 sá lokkandi út, tá tey komu á pall Mynd: Jens Kristian Vang