Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 32 - 16. februar 2005 Tá tónleikararnir blása tónleik av pall- inum í prixundanum- førunum, so fylgja mong við í útvarps- lurtunum og summu á netinum. Í ÚF-buss- inum í kavanum uttanfyri Mentanar- húsið í Fuglaðfirði sótu leygarkvøldið Edvard og Finnur PRIX FØROYAR 2005 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Myndir; Jens Kr. Vang Í kavarokinum uttanfyri og aftanfyri Mentanarhúsið, sum stóð ikki sørt í andsøgn við heita rokkin innanfyri, sótu Finnur Hansen og Edvard Nyholm Debess í Útvarpsbussinum. Men inni hjá teimum var eisini heitt. Teir hava uppgávuna at framleiða ljóðið, sum fer í útvarpslurtini kring landið. Edvard er eitt slag av framleiðslustjóra og er eisini viðmerkjari og um- mælari eftir ymsu fram- førslurnar, innan teir báðir Rúni og Bjarni í ÚF hølin- um inni í húsinum fáa tón- leikarar á vitjan til eina við- merking. Har sita teir báðir so og hava tað hugnaligt. Tá vit varisliga buka á hurðina í bussinum eru teir blíðir - hóast teir óivað væntað onkran vilstan prixlurtara -, men Edvard er júst "í luft- ini", so vit verða stillisliga leiddir inn í tronga bussin av Finni. Edvard er cool og viðmerkir, við beinunum uppi á borðinum, at nú kom júst onkur innar, og so fer hann víðari í sini viðmerk- ing. Her hava teir sitið ofta. Hetta er minst 4. prixkapp- ingin, teir taka sær av. Tað er ikki altíð Finnur, sum er tøkningur, men hann hevur verið ofta. Og Pauli, sum hetta kvøld er tøkningur hjá Rúna og Bjarna, er heldur ikki altíð, men hann avloys- or hetta kvøld Eyðbjørn, sum hevur forfall. Í bussinum fylgja teir í lítlum sjónvarpi gongdini inni í húsinum, meðan teir royna at fáa besta ljóðið burturúr, so útvarpslurtar fáa so góða ljóðmynd sum gjørligt Edvard hevur eisini til uppgávu at taka upp og geva bólkunum eintak av framførslunum. Tveir mans til arbeiðis handan leiktjøldini, ja, ikki bara handan leiktjøldini, men uttan fyri pall og hús, men við eini sera týdning- armiklari uppgávu. Teir eru teir við praktisku uppgáv- unum, sum tó krevja hegni og dugnaskap á listarliga økinum, góð oyru og góðar talugávur - og tað hava teir báðir hvør í sínum lagi. Teir fáa ljóðið í útvarpslurtini Tað er ikki altíð Finnur, sum er tøkningur, men hann hevur verið ofta Mynd:: Jens Kristian Vang Edvard er cool og viðmerkir, við beinunum uppi á borðinum, at nú kom júst onkur innar, og so fer hann víðari í sini viðmerking. Mynd: Jens Kristian Vang