mikudagur 16. februar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 • mikudagur • 16. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
– Eg eri eitt óskrivað
blað, og tað kann vera
ein fyrimunur hjá
mær, sigur 29 ára
gamli Johnny í Grót-
inum, sum er nýggjur
formaður í Búskapar-
ráðnum. Hann veit, at
sessurin kann gerast
heitur, men hann er
til reiðar at royna seg
BÚSKAPARRÁÐIÐ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað verður ein 29 ára gamal
búskaparfrøðingur
úr
Klaksvík, sum næstu árini
skal verða formaður fyri
Búskaparráðið.
Johnny í Grótinum, sum
starvast á fíggjardeildini
hjá Føroya Sparikassa, hev-
ur fingið álitissessin, eftir
at Hermann Oskarsson
meldaði pass eftir tænastu í
fleiri ár.
– Eg eri eitt óskrivað
blað, og tað kann vera ein
fyrimunur hjá mær. Men
hinvegin havi eg ikki so
drúgvar royndir, og kanska
heldur ikki so harða húð
sum undanmaðurin, men eg
ætli mær at gera mítt besta,
sigur Johnny í Grótinum.
Hann ásannar, at sessurin
sum formaður í Búskapar-
ráðnum kann verða heitur,
og at tað tí verður ein stór
avbjóðing fyri hann at sita í
hesum sessi.
Útbúgving og arbeiði
Útbúgvingin sum búskap-
arfrøðingur og royndirnar
av arbeiðsplássum sum
Nationalbankanum, Dan-
marks Statistik, Føroya
Banka,
Hagstovuni
og
Føroya Sparikassa hava
fingið landsstýrismannin
við fíggjarmálum at velja
Johnny í Grótinum í Bú-
skaparráðið.
Og á fyrsta fundi í ráð-
num skipaði ráðið seg við
Johnny í Grótinum sum
formanni.
Umframt hann manna
eisini Una Joensen og Óli
Samró formansskapin í Bú-
skaparráðnum, og afturat
teimum eru eisini Gunvør
Balle, Anna Kass, Poul
Gert Hansen og Magni
Laksáfoss í Búskaparráð-
num. Skrivari er Jóannes
Jakobsen.
– Vit hava ikki enn lagt í
fasta rammu, hvussu ar-
beiðsgongdin hjá okkum
verður, men helst verður
tað soleiðis, at vit fara at
hava regluligar fundir, og at
stór arbeiðsbyrða fram-
haldandi fer at liggja á
skrivaranum hjá ráðnum,
sigur Johnny í Grótinum.
Stór ætlan undir
sjóneykuna
Búskaparráðið hevur til
uppgávu at fylgja við før-
oyska búskapinum og taka
viðkomandi tættir til við-
gerðar og koma við tilmæl-
um til landsins leiðslu.
Ráðið er í prinsippinum
óheft av bæði politiska
myndugleikanum og av
vinnulívinum.
Seinnu árini er ein frá-
greiðing komin frá Bú-
skaparráðnum um árið,
men okkurt árið komu tvær
frágreiðingar – ein um vár-
ið og ein um heystið.
– Vit hava ikki enn lagt
okkum á nøkur ávís evni at
viðgera, men eitt evni, sum
kundi verið upplagt, er
ætlanin hjá landsstýrinum
um, at Føroyar skuldu vera
heimsins besta land í 2015.
Tað kundu vit viðgjørt
búskaparliga, sigur Johnny
í Grótinum
Altjóðagerðing
krevjandi
Nýggir
formaðurin
í
Búskaparráðnum heldur, at
altjóðagerðingin
fer
at
krevja nógv av føroyska
samfelagnum.
– Tað eru bæði møgu-
leikar og avbjóðingar í al-
tjóðagerðingini, og ofta
síggja vit fyrst avbjóðing-
arnar. Men eitt lítil bú-
skapur sum tað føroyski
kann eisini fáa nógvar
fyrimunir í eini altjóða-
gerðing. Bíligari vørur og
tænastur uttan úr heimi og
útlendskar íløgur kunnu
lyfta okkara vælferð, held-
ur Johnny í Grótinum.
– Men altjóðagerðingin
fer eisini at krevja nógv av
okkum. Vit mugu upp í eitt
hægri gear við útbúgving
og gransking, og altjóða-
gerðingin kann hava eina
pínufulla tillaging við sær.
Vit kunnu ikki halda fram
bara at gera tað, sum vit
altíð hava gjørt, sigur hann.
Johnny skal eygleiða búskapin
Blá bók
Johnny í Grótinum er 29 ára gamal og úr Klaksvík.
Hann hevur lisið búskaparfrøði í Keypmannahavn og arbeiddi við síðuna av lesnaðinum
hjá Nationalbankanum í tvey ár og hjá Danmarks Statistik.
Hann flutti heimaftur til Føroya í 2001 og hevur síðani starvast í Føroya Banka, á Hagstovu
Føroya og nú á fíggjar-deildini í Føroya Spari-kassa.
Hann er giftur við Duritu, og tey eiga tvey børn.Tey búgva í Havn.
– Altjóðagerðingin fer at krevja nógv av okkum. Vit mugu upp í eitt hægri gear við útbúgving og gransking, og altjóðagerðingin kann hava eina pínufulla tillaging
við sær. Vit kunnu ikki halda fram bara at gera tað, sum vit altíð hava gjørt, sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, sum er nýggjur formaður í
Búskaparráðnum
Mynd: Jens Kristian Vang