mikudagur 16. februar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vit liva í eini verð,
sum er globaliserað
ella alheimsgjørd, nú
meira enn nakrantíð.
Løgmaður hevur eina
visión, at Føroyar
skulu vera millum
heimsins fremstu um
10 ár
BÚSKAPUR
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Løgmaður hevði mót til at
seta bæði provokerandi
spurningar og tekna visi-
ónir á fundi á Hafnia í Havn
í síðstu viku. Frágreiðing
um útflutning av óvirkað-
um fiski vard løgd fram.
"Er globalisering ein hóttan
ella ein møguleiki? Skulu
vit lata samfelagið upp ella
lata tað aftur? Hvat sigur
vinnan um alheimsgerð,
um ES, um einskiljing?
Skulu Føroyar í 2015 vera
millum heimsins fremstu?"
Vandin er nú, at øll siga, at
sjálvandi kunnu vit gerast
millum heimsins fremstu!
So fer herðaklapparíið í
gongd. Hvør torir at ganga
ímóti hesi innbjóðing?
Ein globaliseraður
føroyingur
Ein globaliseraður føroy-
ingur finst á hvørjum gøtu-
horni. Hann gongur í
amerikanskum Levi’s cow-
boybuksum, sum eru seym-
aðar í Thailandi. Gongur í
Ecco-skóm, eitt danskt
merki sum verður fremleitt
í Slovakínum. Hann gongur
í leðurjakka, oksaskinnið er
úr Argentina men jakkin er
seymaður í Malaysia, T-
skjúrtan
við
navninum
Mallorca Sun Beach er
gjørd í HongKong. Heima
spælir hann Bob Marley
reggae-musikk á einum
Sanyo stereo-annleggi úr
Japan, sum er skrúvað
saman í Kina. Hann koyrir í
einum svenskum SAAB-
bili, smíðaður í Trollhättan,
men fabrikkina eigur Gene-
ral Motors, sum er ameri-
kanskt firma. Um kvøldar-
nar sær hann sjónvarp, eitt
hollandskt Phillips, sum
kemur úr Belgia. Sending-
arnar koma um fylgisvein
beinleiðis úr Los Angeles
ella London. Tað føroyska
er í høvdinum.
Soleiðis er gerandisdag-
urin hjá okkum settur sam-
an sum eitt puslispæl av
lutum ú øllum heiminum.
Vit liva í eini verð, sum er
globaliserað ella alheims-
liggjørd, nú meira enn
nakrantíð. Hvat er konse-
kvensurin? Er nakað nýtt í
hesum? Hevur tað ikki altíð
verið so? Jú, fyri ein part.
Sluppirnar komu úr Eing-
landi, húkarnir úr Týsk-
landi, knívarnir úr Mora í
Svøríki, saltið av Ibiza, og
togendarnir
kanska
frá
Randers Reb í Danmark.
Provokerandi spurn-
ingar eru neyðugir
Tí var tað eisini áhugavert
at lesa samrøðu við Johan
Mortensen í Sosialinum
1.2.05 við yvirskriftini
"Um tíggju ár er eingin
flakavinna á landi eftir."
Hugsanin, sum lá aftanfyri,
kann helst kókast niður til
ein provokerandi spurning:
Kunnu fimm fabrikstrol-
arar fiska og viðgera tað
fiskatilfeingi, sum er undir
føroyum - er tað framtíðin?
Tað er sunt fyri huglotið, at
gera slíkar framskrivingar,
fyri at vita eftir hvat konse-
kvensurin verður. Um vit
halda fram á somu gøtu
sum nú, hvar enda vit so?
Verðin gongur sína gongd,
ja - broytist við fúkandi
ferð. So í dag er lívsfarligt
at siga, at "best man vera
sum er."
Hvat fevnir globali-
sering um?
Í dag er globaliseringin so
nógv meiri umfatandi enn
fyrr í tíðini, og fevnir um
næstan allar partar av okk-
ara persónliga og samfe-
lagsliga lívi. Formaðurin í
danska Búskaparráðnum,
Peter Birch Sørensen, sigur
soleiðis:
"Globalisering
kan derfor defineres som
den proces, der fører til en
mere integreret verdens-
økonomi." Hetta ljóðar,
sum so nógvar økonom-
iskar definitiónir, kanska
alt ov pent og sakligt, men
skeivt er tað ikki. Men, í
veruleikanum er eingin
"objektiv" definitión uppá
globalisering. Hon finst
ikki!! Tí tað valdast hvør ið
tosar um globalisering. Er
tað Bush í Hvíta Húsinum,
Eidesgaard í Gráa Húsinum
ella ein arbeiðsleys flaka-
kvinna í Vági.
Í
stuttum
orðingum
kunnu hesi økir nevnast
sum partar av globaliser-
ingini:
• Globalar fyritøkur og
virkir
• Ein globalur handils- og
fíggjarmarknaður
• Nýggj ídnaðarlond, NIC-
og BRIC-lond
• Teknologisk kollvelting í
framleiðslu, samskifti og
flutningi
• Minni leiklut til national-
statin
• Nýggir karmar um ment-
an og umhvørvi
• Nýggjar politiskar upp-
gávur á øllum stigum
Globalar fyritøkur
og virkir
Globalisering er einki nýtt,
men ummálið er bara vaks-
ið so enormt seinnu tíðina.
Verðin hevur eisini fyrr
verið nógv meira globali-
serað. Tá kapitalisman og
ídnaðarkolveltingin tók seg
fram í Einglandi fyri 200
árum síðani, seldu fyri-
tøkurnar um allan heim har
teir sluppu framat. Eing-
ilskmenn royndu at tryggja
sær
rávørutilførslur
og
sølumarknaðir
við
at
byggja eitt koloniveldi upp,
har teir ráddu fyri borgum.
Men uttanlanda handil og
framleiðsla í Bretlandi er í
dag globaliserað nakað tað
sama, sum beint undan
fyrra Heimsbardaga, sigur
búskaparfrøðingurin Hen-
wood. Mexico hevði størri
uttanlandahandil í 1913
enn í dag.
Í 1800-talinum og fram
til fyrra Heimsbardaga var
handilin millum landa yvir-
høvur stórur. Men so kom
kríggj og kreppa og ein tíð
við protektiónismu, har
lond royndu at verja sítt
heimliga vinnulív við toll-
múrum og innflutnings-
eftirlitð. Aftaná
seinna
Heimsbardaga fóru lond so
smátt at samráðast um at
lækka tollmúrar og menna
fríhandil.
GATT, General Agree-
ment of Trade and Tarifs,
var eitt tiltak, sum skuldi
fremja fríari handil. Kol- og
Stáluniónin millum Franka-
ríki og Týskland bleiv
seinni til 6 lond, sum gingu
saman um EF, sum nú er
EU við 25 luttakarum. Um
tvey ár verða tey helst 27,
og um tíggju ár møguliga
30 lond, sum ikki bert hava
símamillum fríhandil, men
frían arbeiðs- og kapital-
marknað við felags valuta,
Euro.
EFTA var eitt fríhand-
ilsøki, sum gamla Stóra
Bretland royndi at seta upp
sum alternativ til EF. Eing-
ilsmenn høvdu og hava ilt
við at fata, at teir ikki
longur "rule the waves."
Danmark var limur í EFTA
til 1973. Møguliga er tað til
enn, men tað hevur ongan
praktiskan týdning.
Tey multinationalu
Eitt eyðkenni í alheims
vinnulívinum hevur í langa
tíð verið, at tær størstu fyri-
tøkurnar vóru multinatio-
nalar. Tað vil siga at tey
høvdu deildir og áhugamál
í nógvum ymiskum lond-
um. Stóru oljufeløgini,
Esso, Royal Dutch Shell,
British Petroleum, Texaco
og fleiri eru dømir um
multinationalar fyritøkur.
Tað nýggja er, at fleiri
multinational feløg hava sín
uppruna í asiatiskum og
latínamerikanskum lond-
um.
Fyrr kundi orðið imper-
ialisma brúkast um eitt
menningarstig av kapital-
ismuni. Orðið hevur kanska
mist sína kraft, men inni-
haldið er nakað tað sama í
dag, sum fyrr. Tær geo-
politisku treytirnar eru tó
øðruvísi í dag. Kapitalism-
an hevur útrudda tey so-
nevndu sosialistisku lond-
ini, sum - uttan mun til
samhug ella hvat - vóru ein
geopolitiskur faktorur, ikki
einans militert. Í dag kann
USA brúka orðini hjá hjá
gamla presidentinum Ted
Roosewelt: "Speak softly
and carry a big stick"
Ein globalur fíggjar-
marknaður
Ikki bert er tað framleiðsla
og handil sum globaliser-
ast, tað ger kapitalurin eis-
ini. Sjálvandi, kundi man
lagt aftrat, tí hetta hongur
alt saman. Tá øll tey kapi-
talistisku londini í 1980-
unum avtóku alt, sum
forðaði rørsluna, kom rætti-
lig gongd á. Um somu tíð
fyri umleið 20 árum síðani
var skuldarkreppa í menn-
ingarlondunum og tann
globali kapitalurin hevði ilt
við at finna pláss, har hann
kundi investerast skilagott í
framleiðslu ella øðrum.
Hetta var eisini tíðin, tá
føroyingar læntu stórar
upphæddir, ofta við lands-
kassaveðhaldi.
Og
her
henda so tað syrgiliga, at
føroyska
kapitalisman
spældi totalt fallit, og
landskassin, skattgjaldarar
og samfelagið kom at
gjalda fyri hesa gullash-tíð.
Tað at mørkini millum
lond opnaðust, ger at kapi-
talstreymar og spekula-
tiónskapitalur ferðast frítt.
Støddin á kapitali, sum
dagliga skiftir hond á
valutamarknaðunum,
er
kanska 100 ferðir størri enn
tann
sum
brúkast
til
vøruhandil (leksikon.org).
Tí er javnan vandi fyri at
kapitalmarknaðurin brýtur
saman, krasjar, og tjóð-
bankastjórar og seriøsir
valutahandlarar ræðast tað,
sum kann henda.
Nýggj ídnaðarlond,
NIC- lond
Einaferð var nógv tosað um
u-lond ella menningarlond,
og ofta var hugsanin - í 60-
unum og 70-unum - at tey
vóru og fóru helst altíð at
vera tilafturskomin. Men
nógv er broytt. Í 80-unum
kom eitt nýtt hugtak fram,
NIC-lond, newly industri-
alized countries, ella lond
sum nýliga eru vorðin ídn-
aðarlond. Hesi vóru Korea,
Thailand, Taiwan, Malays-
ia, Singapor og onnur. Hag-
ani komu bíligar vørur,
klæðir, skógvar, men seinni
eisini bilar, sjónvarp og
annar elektronikkur.
BRIC-londini
vaksa skjótt
BRIC er eitt nýyrði, sum er
ein stytting av Brasilia,
Russland, India, China.
Hetta eru størstu londini í
3. heiminum, sum hava
ávikavist 190, 150, 1.000
og 1.300 milliónir íbúgvar
og haraftrat veldugan ídn-
að. Búskaparligi vøksturin
har hevur verið stórur sein-
astu árini, og tað kann
væntast at hann heldur fram
við somu ferð. Gongur sum
útlitið er í løtuni verður
vøksturin í Bric-londum
eini 6%, meðan hann í
framkomnu G-7 londunum
bert væntast at blíva 3%
árliga (Follow the yellow
Bric road). Gongur tað so-
leiðis, so verður framleiðsl-
an í Bric-londum størri enn
í G-7 londum um 30 til 40
ár. Henda framskriving
sigur nakað um, hvar ið
marknaðarvøkstur verður,
men eisini nakað um, hvar
nýtslan av koli, olju, stáli
og øðrum rávørum fer at
vaksa, og - hvar dálking og
CO2 útlát kann økjast.
Teknologisk koll-
velting í samskifti
og flutningi
Nógv fólk hugsa um miss
av arbeiðsplássum, tá hug-
takið globalisering kemur
fyri. Men hetta er bert ein
fylgja av einum nýggjum
arbeiðsbýti í heiminum.
Ein fortreyt er bíligur
flutningur, millum annað
konteynaraskip, sum skjótt
og bíligt kunnu flyta stórar
vørumongdir
millum
heimspartarnar. Stórreiða-
ríið A.P. Møller, stovnað
um somu tíð sum Skipa-
felagið Føroyar, satsaði
strategiskt rætt: Stór og
skjóttgangandi
konteyn-
araskip í fastari rutu mill-
um asiatiskar havnir og
USA/Europa, sum er ein
fortreyt fyri at eitt nýtt TV-
apparat kemur næstan líka
bíliga úr Japan til Göte-
borg, sum eitt bræv kemur
úr Suðuroy til Havnar.
Í nýggja arbeiðsbýtinum
millum lond síggja vit, at
eitt nú Kina og onnur lág-
lønarlond, duga at fram-
leiða vørur, sum fyrr at
kalla bert vóru framleiddar
í sonevndu framkomnu
londunum, VesturEuropa
og Norðuramerika. Tað eru
ikki longur bert bíligar
bummullsvørur og plastik-
skrambul sum kemur hag-
ani. Men eisini vørur á
teknologiskt høgum stigi
og komponentar, maskin-
lutir, til víðari framleiðslu
koma úr Kina, India ella
Malaysia.
Hetta at fyritøkur leggja
partar av ella alla fram-
leiðsluna út til láglønar-
lond, kallast "outsourcing".
Men orðið kann eisini
merkja, at tey stóru út-
licitera framleiðsluna av
ymsum komponentum til
aðrar fyritøkur, eitt nú í
NIC og BRIC-londum, har
komponenturin kann gerast
bíligari. Eisini føroyska
vinnulívið hevur í smáum
roynt eitt eitt slag av out-
sourcing. Eg hugsi um ein
skipaskrokk, sum bleiv
20
Nr. 32 - 16. februar 2005
Globalisering við penum og ljó
82% av vørufram-leiðsluni í Verðini fer fram
í ríku londunum. 75% av heimshandlinum
fer fram millum framkomnu londini
Sidney Pollard
”