mikudagur 16. februar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
bygdur í Pollandi, sleipaður
til Føroya, har handverk-ar-
ar so gjørdu tað síðsta
arbeiði.
Ein onnur fortreyt fyri
globalisering
er
skjótt
kommunikatión ella sam-
skifti millum keypara og
seljara, ella millum deildir í
teimum stóru fyritøkunum.
Her kemur internetið inn,
sum hevur verið ein koll-
velting á økinum.
Arbeiðskraftin er
minni mobil
Kapitalurin er væl globali-
seraður, og fesjar runt fyri
at ala profitt, helst har ar-
beiðskraftin er bílig, væl
útbúgvin, lýðin og óorgani-
serað. Men arbeiðskraftin
av góðum grundum ikki so
mobil. Kapitalur eru óper-
sónlig tøl ella kontoupp-
hæddir, sum kunnu sendast
hvar sum helst uppá eitt
mikrosekund.
Arbeiðskraftin eru liv-
andi og skapandi menn-
iskjur, sum hava eitt mál,
eina mentan og eitt socialt
netverk. Føroyingar hava tó
í tíðum við stórum arbeiðs-
loysi verið noyddir at fara
við norskum, íslendskum
ella týskum skipum, hava
róð út í Grønlandi, verið ar-
beiðsmenn hjá Pihl og søn í
Danmark ella hondverkarar
í Týsklandi. Til Danmarkar
og onnur vestureuropeisk
lond komu arbeiðarar úr
Pakistan og Turkalandi í
1960-unum og 70-unum,
gestaarbeiðarar ella fremm-
andarbeiðarar. USA og
onnur lond hava í langa tíð
roynt at skava tað best
útbúgvnu arbeiðskraftina
til sín gjøgnum "green-
card" skipanir, og at mong
lond uppliva tað sum eitt
"brain-drain", ella eina
burturflyting av teimum
bestu heilunum.
Minni leiklut til
national-statin
Í samband við orðaskiftið
um globalisering verður
ofta sagt, at nationalstatur-
in, soleiðis sum vit kenna
hann frá 1600-1700-talin-
um og frameftir, hevur mist
sín týdning. Alment kann
sigast, at í somu løtu tú fert
uppí ein felagsskap, so
gevur tú ein part at suve-
renitetinum til felagsskap-
in. Tað kundi verið NATO,
EFTA, NAFO, IMF ella ST.
Tað mista rásarúmið verður
endurgoldið av øktari trygd
ella meiri ávirkan á einum
hægri støði. Í Europa er tað
í okkara tíð ikki minst EU
ella ES, sum er vaksið
fram. Tað krevur eina polit-
iska støðutakan, um lima-
skapur her ella har gevur
fleiri fyrimunir enn vansar.
Tað er ikki í øllum førum
nakað frítt ella lætt val.
Nýggir karmar um
mentan og umhvørvi
Tað kann diskuterast, um
tað er rættast at siga at
Verðin er blivin størri ella
minni. Men eitt er vist og
tað er, at eingilskt mál og
amerikonsk mentan hevur
breitt seg um allan heim.
Internetmálið er í fyrsta
lagi eingilskt, og tað er
eisini tað málið, sum mest
sum hevur status sum eitt
lingua franca ella heims-
mál. Amerikanskir filmir
og sjónvarpsseriur koma út
í hvønn krók, eisini í Før-
oyum,
meðan
fólkið
drekkur cola og etur burg-
arar afturvið.
Summi
trupulleikar
kunnu ikki loysast lokalt
ella nationalt. Eitt nú um-
hvørvisspurningar
og
veðurlagsbroytingar krevja,
at atgerðir verða framdar
um alla verð, ella í hvussu
so er í stórum regiónum. Til
dømis kann umhvørvið og
fiskiskapurin í Eystrasalti
ella Norðsjónum ikki klár-
ast av einum einstakum
grannalandi.
Øll
mugu
ganga saman.
Nýggjar politiskar
uppgávur á øllum
stigum
Tað er vert at leggja til
merkis, at tey ríku londini í
Vestureuropa,
Norður-
amerika og Japanhava ræði
á heimsbúskapinum. Størsti
partur av allari framleiðslu
í heiminum fer fram í hes-
um regiónum, og nógv tann
størsti handilin gongur fyri
seg í hesum regiónum ella
millum regiónirnar. Sidney
Pollard nevnir, at 82% av
allari vøruframleiðslu fer
fram í hesum regiónum.
75% av heimshandlinum
fer fram millum hesi ríku,
framkomnu londini. Og
talið er hækkandi; tað var
bert 63% í 1960. Mynd 1,
sum hevur nýggjari tøl,
vísir nakað tað sama.
Heimurin er ikki globali-
seraður meiri enn so, at
hesar ríku regiónir verja seg
við tollmúrum og øðrum
reguleringum, sum ger tað
torført hjá menningarlond-
um at sleppa framat. Eitt
gott dømi er landbúnaðar-
skipanin í ES, sum er heim-
sins størsta "planøkonom-
iska" skipan í dag. Ætlanin
var upprunaliga ikki at
fremja vinnuliga kapping,
men var lið í einum rossa-
handli, har franski forsetin
de Gaulle skuldi tryggja ein
i k k i - k a p p i n g a r f ø r a n
franskan landbúnað, og so
sjálvandi tær konservativu,
borgarligu
atkvøðurnar
hagani. Landbúnaðarskip-
anin var, sum søgumaðurin
Michael Seidelin citerar
The Economist fyri: "Det
ultimativt mest idiotiske
system, som den vestlige
verden nogensinde har
skabt." Hesa skipan merkja
føroyskir fiskimenn og
fiskaalarar eisini væl. Teir
standa uttanfyri, og mugu
pent biða um loyvi at selja
nakrar avmarkaðar nøgdir
av fiski og alilaksi.
Kapitalurin hevur
ikki gloymt
klassastríðið
Hugtakið
"outsourcing"
varð brúkt omanfyri. Men
tað hevur eisini eina aðra
og minni pena síðu, sum er
ein partur av mótsetningin-
um millum arbeiðskraft og
kapital. Sum dømi úr ein-
um ríkum landi, vísir Sid-
ney Pollard á, at lønirnar
hjá vanligum arbeiðarum í
USA hevur í longri verið
fallandi. Í USA eru ótallig
dømir um, at eitt nú bilídn-
aðurin brúkar fabriksflyt-
ingar til at pressa lønirnar
niður. Bilídnaðurin flytir úr
teimum norðaru statunum
og frá høvuðsborgini De-
troit til suðurstatirnar, har
fakfeløg einki hava at siga.
Til "non-union, low-wage,
no-benefit dead ends" ella:
til eina blindgøtu uttan fak-
feløg, við lágari løn, uttan
framtíð. Av hesum ávum er
organisatiónsprocentið
í
amerikanskum fakfeløgum
fallið frá 33% í 1950 til
14% í dag.
Tað er ikki bert ein gamal
professari í søgu, sum Sid-
ney Pollard, ið sigur so.
Amerikanska konservativa
peningablaðið
Business
Week leggur ikki fingrar-
nar ímillum, hvørki nú ella
fyrr.
Blaðið
skrivar
(061299), at seinastu 10-15
árini hevur US-ídnaðurin
ført "the most succesful
anti-union wars ever, il-
legally firing thousands of
workers for exercising their
right to organize." Teir
hava ført eitt tað mest væl-
eydnaða
anti-fakfelags
kríggi nakrantíð, og ólóg-
liga (!) koyrt túsundtals
arbeiðarar tí royndu at verja
rættin at organisera seg.Eg
komi at hugsa um ein hugs-
ingarsaman mann, sum fyri
157 árum skrivaði nøkur
vísdómsorð um at standa
ella saman!
Nøkur føroysk loysn?
Tað kann sigast rættiliga
einfalt. Kendir politikkarar
um alt Europa eru samdir
um, at vegurin fram er út-
búgving
og
gransking.
Romano Prodi, fyrrverandi
kommissiónsformaður
í
ES, Tony Blair í Einglandi,
Lykkegaard og Fogh í
Danmark brúka trý orð:
Útbúgving, útbúgving og
útbúgving. Er hetta vegurin
í Føroyum? Hvussu skal
henda visión praktiserast í
Føroyum?
Kanska koma nøkur boð,
tá Landsstýrið í maj fer at
leggja eina ætlan fram.
Keldur:
Doug Henwood: "What is
globalization anyway?"
<www.igc.org.solidarity/henwoo
donglobalization>
Follow the yellow BRIC road.
<Economist.com>, 091003
Johan Mortensen: "Um tíggju ár
er ongin flakavinna
eftir…"Sosialurin 010205
Leksikon for det 20.
<www.leksikon.org>
Michael Seidelin (2004): "Den
stenede vej mod Unionen.
Tiderne Skifter. København
Peter B Sørensen,:
"Globalisering" Børsen, 070205
Sidney Pollard (1997): "The
international Economy since
1945" Routledge. London
Nr. 32 - 16. februar 2005
21
ótum síðum
Metár hjá
Statoil
Norska Statoil hevur
eitt framúr gott ár í
fjør. Ikki minni enn
24,9 mia norskar krón-
ur vóru eftir, tá allar
útreiðslur, skattur og
avskrivingar vóru drig-
nar frá, og er hetta
besta úrslitið, sum fel
agið nakrantíð hevur
havt.
Sammett við 2003
var talan um eina
betran av úrslitinum á
50%, og hetta var so
sanniliga eisini nakað,
sum
partaeigararnir
fingu at merkja. Vinn-
ingsbýtið, sum felagið
lat í ár, var 5,30 kr. fyri
hvørt partabrævið, ella
eini 10 mia norskar
krónur.
Sum kunnugt, so er
Statoil eisini millum
feløgini, sum aktiv í
oljuleitingini við Før-
oyar, og eisini hesum
viðvíkjandi eru áhuga-
verdir lutir at finna í
ársfrágreiðing felag-
sins. Millum mest týð-
andi í árinum nevnir
felagið
Rosebank
fundið skamt frá før-
oyska markinum, og
ikki minst leitloyvini,
sum felagið fekk til-
lutað, tá úrslitið av
øðrum útbjóðingarum-
fari fyri stuttum var
almannakunngjørt
í
Føroyum.
-jm
one of the most succesful anti-union wars ever,
illegally firing thousands of workers
Business Week
”
Tað at mørkini millum lond opnaðust, ger at kapi-talstreymar og spekulatiónskapitalur ferðast
frítt