Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 32 - 16. februar 2005 Klaus Rasmussen metir ikki, at grann- skoðarin noyðist at broyta átekningina, fyri tað um eitt smápartafelag hevur negativan eginpening ROKNSKAPUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eru sjálvandi ikki øll virki, sum hava yvirskot av rakstri sínum, og í fleiri førum er støðan eisini tann, at eginognin er negativ. Tað vil siga, at skyldur felagsins eru størri enn ognirnar. Fyri smápartafeløg er lógin serliga herd hesum viðvíkjandi. §85 í smá- partafelagslógini ásetur, at hevur eitt felag mist helm- ingin av innskotspeningin- um, skal ein eykaaðalfund- ur innan seks mánaðir taka støðu til, hvørt felagið skal halda fram ella avtakast. Um so er, at felagið skal halda fram, skal aðalfund- urin eisini gera greitt, hvussu felagið kann fáa tilført neyðuga peningin, soleiðis at eginpeningurin kann endurreisast. Antin gjøgnum raksturin ella við beinleiðis kapitalinnskoti. Going-concern Grannskoðarin skal sjálv- andi eisini taka støðu til hetta, tá roknskapurin verð- ur gjørdur. Verða krøvini í smápartafelagslógini ikki eftirlíkað, hevur inniheldur átekningin tí vanliga eitt fyrivarni, har staðfest verð- ur, at roknskapurin er settur upp við framhaldandi rakstri fyri eyga, men at tað tó er ivasamt, hvørt hendan fortreytin verður uppfylt. Í øðrum førum, har felag antin fær - ella væntar at fáa – treytirnar uppfyltar, ger grannskoðarin javnan nýtslu av brotinum, sum eitur »supplerandi upplýs- ingar«. Her kann so stað- festast, at roknskapurin er settur upp við framhalandi rakstri fyri eyga, men at hesin er treytaður av, at felagið fær tilført neyðuga peningin. Í ávísum førum kann mannagongdin tó eisini vera tann, at nevndin í árs- frágreiðingini greiðir frá, hvørji fyrivarni gera seg galdandi fyri virki, og kann grannskoðarin tá velja at lata átekningina vera blanka, ella at vísa til sjálva ársfrágreiðingina í grann- skoðanarátekningini. Felags fyri hesar manna- gongdir er tó, at tað greitt verðu fráboðað móttakar- anum – roknskaparlesaran- um – at felagið ikki lýkur kapitalkrøvini. Eins og frá- boðað verður, hvørt hesi verða uppfylt eftir rokn- skaparárslok, ella um virk- semið heldur uppat. Serliga hetta seinasta kann ávirka myndina av roknskapinum, tí skulu aktiv realiserast, er langt ífrá víst, at hesi hava sama virði, sum tey eru upptikin til í roknskapin- um. Ikki ólógligt Tí er niðurstøðan oftast tann, at ein roknskapur, sum hevur eina blanka átekning, og har kapital- viðurskifti ella framtíð fe- lagsins ikki verða umrødd í ársfrágreiðingini, er garanti fyri einum virki, sum fíggj- arliga er hampuliga væl fyri. Men so er tó ikki altíð. Tað finnast nevnliga eisini dømi, har virki hevur nega- tivan eginpening í fleiri ár, uttan at orð verður grett um hetta í ársfrágreiðing ella grannskoðaraátekning. Felags fyri flestu rokn- skapir, har hetta ger seg galdandi, er, at tað er grannskoðarafelagið, Ras- mussen & Weihe, sum hevur áteknað roknskapir- nar, og sambært Klaus Ras- mussen, løggildum grann- skoðara, er heldur einki skeivt í hesum. – Tað er jú ikki forboðið hjá einum felag at hava negativan eginpening. Okk- ara uppgáva er at eftir- kanna, at lógarkrøvini verða yvirhildin. Tað verða tey, um nevnd og leiðsla hava yvirhildið ásetinginar, sum lóggávan setir á øki- num. Og tí dugi eg ikki at síggja, at nakað fyrivarni skal í átekningina. – Tí sjálvt um vit ikki skriva tað í átekningini, so dugir roknskaparlesarin væl sjálvur at staðfesta, at eginpeningurin er negativ- ur. Tað, sum vit vátta, er at roknskapurin gevur eina rættvísandi mynd av felag- num. Og tað kann hann jú væl gera, hóast eginpening- urin er negativur. Tá er verri, um talan er eitt virki, sum hóast positivan egin- pening hevur fíggjarligar trupulleikar, staðfestir Klaus Rasmussen at enda. Eingi lógarkrøv Tað er Partafelagsskráset- ingin, sum er eftirlitsmynd- ugleiki í Føroyum, tá rokn- skapir verða latnir inn. Tað vil siga, at her verður eftir- kannað, um roknskapirnir uppfylla lógarásttu krøvini. Teir roknskapir, sum skilað verður til omanfyri, eru eisini allir góðkendir av Skráseting Føroya, og stjór- in á skrásetingini, Kristin Balle, sigur eisini, at hetta ikki er ólóglit í sjálvum sær. – Vit plaga vanliga at hyggja væl eftir, tá egin- Í lagi við blankari átekning Hóast flestir aðrir grannskoðarar gera viðmerkingar, tá smápartafelag hevur negativan eginpening, dugir stjórin hjá Rasmussen & Weihe ikki at síggja, hví hetta altíð er neyðugt. Og hann fær viðhald frá stjóranum á Partafelagsskrásetingini Nýggjur "føroyskur" banki er farin til verka í Danmark, har dentur verður lagdur á somu dygdirnar sum altíð hava verið eyðkenni í Føroya Sparikassa. Í løtuni starvast 31 fólk í hesum nýggja íløgu- bankanum BANKAVIRKSEMI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Dótturbankin hjá Føroya Sparikassa í Danmark hev- ur nú fingið nýtt navn. Eftir at hava havt eitt fyribils navn, er nýggja navnið nú avdúkað sum "Eik Bank Danmark". Her er talan um ein íløgu- banka, har Sparikassin fyrst keypti ein part av parta- brøvunum, men har ein á nýggjárinum yvirtók allan partapeningin. Arbeitt hevur alla tíðina verið við at útvega bankan- um eitt annað navn enn tað, hann fyribils hevur havt, nevniliga Kaupthing Bank. Nú kunnu so starvsfólk og kundar gera brúk av nýggja Eik Bankanum sum hevur sama búmerki og somu dygdir sum Sparikassin. Her er talan um ein íløgu- banka, sum fer at leggja dent á m.a. handil við virðisbrøvum og pantibrøv- um, ognarrøkt og vinnu- og verkætlanarfígging. Íløgubankin hevur í dag 31 starvsfólk, men tey rokna við at brúk verður fyri enn fleiri í komandi tíðum, so hvørt sum virk- semið fer at vaksa. Onkur føroyingur starvast longu í bankanum, men sum skilst er ætlanin at fleiri skulu setast í starv sum frálíður. Sjónlig samanrenning Tað er ikki av tilvild at ein hevur valt júst hetta navnið til nýggja bankan, sum hevur heimstað í Keyp- mannahavn. Hetta nýggja navnið er tikið beinleiðis úr søguni og ikki minst samleikanum hjá Føroya Sparikassa. Og ætlanin er tí eisini, at hesir báðir peningastovnarnir skulu knýtast tætt at hvørj- um øðrum. Navnið "eik" finst jú bæði á føroyskum og norð- urlendskum máli, og knýtir seg haraftrat til eikina, sum frammanundan er búmerki hjá Sparikassanum. - Talan er tí um eina rættiliga greiða og sjónliga samanrenning av báðum fyritøkunum. - Og tað at vit nú fáa EINA fyritøku hevur havt stóran týdning fyri menn- ingina av fyritøkunum og innanhýsis samstarvinum, sum verður okkara millum, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Sparikassanum. Leggjast kann aftrat, at Eik Bankin, sum ein av teimum heilt fáu, er limur á Københavns Fondsbørs, sum fer at geva teimum beinleiðis atgongd til danska børsin. Trúvirði og fruktbari Umfram samstarvið sum natúrliga verður millum Eik Banki við styrki og royndum Nýggi bankin – Eik Bank Danmark – hevur sum ein av fáum bankum, beinleiðis atgongd til danska børsin