mikudagur 16. februar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 16. februar 2005
23
Farna vikan vísti ein
ósikran tendens í
lutfallinum millum
Euro og Dollar. Ein
euro hevur givið
millum 1,30 og 1,28
dollar seinasta mán-
aðin. Men nú mána-
dagin var líkt til at
euro tók dik á seg og
fór upp um 1,30
dollars aftur
BÚSKAPUR
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Høvuðsrákið hevur annars
higartil verið, umleið síðan
heystið 2001 til nýggjárs
2005, at dollarin er viknað-
ur, ella hann hevur mist
virðið í mun til euro. Í
november 2001 kundi man
fyri eina euro keypa 0,85
dollar. Í september 2004
fekst tú 1,20 dollar fyri eina
euro, og á nýggjárinum var
virðið á euro vaksið so
mikið at 1 euro gav 1,36
dollar. Sagt við øðrum orð-
um, so skuldu fleiri dollars
til at fylla uppí eina euro.
Ein umrokning sigur so, at
euro er øktur í virði í mun
til dollar við heili 58%.
Hetta er eitt útsving, sum er
sera stórt, tá tað kemur til
alheims valutamarknaðin.
Men síðan kom so ein tíð,
har dollarin kom fyri seg
aftur, hygg kurvumyndina.
Men enn er langt niður á
sama støði sum fyrr.
Landsbankastjórin
Greenspan roynir at
vera optimistur
Grundleggjandi orsøkirnar
eru veikleikar í ameri-
kanska búskapinum: Risa-
stórt hall á handilsjavnan-
um, ovurstórt hall á ameri-
kansku fíggjarlógini. Tað
sum telur hin vegin hevur
verið ein góður vøkstur í
búskapinum, ein rættiliga
lág renta, og eitt arbeiðs-
loysi, sum er lægri enn í
Europa. Tó er arbeiðsloys-
isprocentið eitt ullint tal, tí
nógv eru uttan arbeiði í
USA uttan at vera skrásett
sum arbeiðsleys. Men so
kom dollar fyri seg, og í
januar og februar higartil
er hann klárt styrknaður.
Spurningurin er um "gass-
ið" nú er fesjað úr dollaran-
um aftur. Stjórin í ameri-
kanska
landsbankanum,
Federal
Reserve
Bank,
Alan Greenspan hevur í
seinastuni við sínum út-
talilsum styrkt um dollaran.
Hann segði, at marknaðar-
kreftirnar og ein strammari
fíggjarlóg
kundu
klára
problemini. Spurningurin
er um hann kann útala seg
líka optimistiskt í dag
mikudag. Hann skal greiða
frá støðuni í amerikansku
Kongressini. Summir eyg-
leiðarar vurdera eisini, at
hansara optimisma bert var
ein roynd at forða fyri stór-
um dollar-falli.
Tøl frá amerikansku
hagstovuni
Annars komu hósdag í
síðstu viku tøl frá ameri-
kansku hagstovuni, sum
vístu, at handilsjavnin fyri
december var eitt sindur
frægari enn fyri november,
men framvegis við ovur-
stórum halli. Hesin relativi
batin gav nakrar fáar tímar
dollar eitt kvink uppeftir.
Men eftirsum broyttu tølini
í fyrsta lagi stava frá bí-lig-
ari olju, og ikki frá størri
útflutningi, so fordampaði
optimisman skjótt.
Pluss og minus
úr Europa
Í londunum, sum standa
aftan fyri euro, vóru tvær
smærri hendingar, sum tó
ikki høvdu avgerandi týdn-
ing. Í Frankaríki vístu tøl
ein búskaparliga vøkstur
uppá 2,3%, sum var væl
meira enn tey 1,8%, sum
serfrøðingar høvdu væntað.
Í Týsklandi vaks arbeiðs-
loysið harafturímóti til tað
hægsta talið í mong ár, so
nú eru yvir 10% arbeiðs-
leys har. Ein partur av hes-
um vøkstri kemst av, at
lógir eru broyttar, so fleiri
nú verða tald sum arbeiðs-
leys. ZDFtext sigur frá, at
nógvastaðni hevur lógar-
broytingin, kallað Harz-4,
ført við sær, at eisini fólk,
sum fáa sosialhjálp, húsvill
og stoffmisbrúkarar knapp-
liga eru tald uppí skaran av
arbeiðsleysum.
Fíggjarlógaruppskotið
hjá Bush er løgið
Dick Cheney, varaforseti,
framlegði uppskot til fíggj-
arlóg, sum skal koma í gildi
í november. Tað ljóðaði í
framløguni, sum at nú
skuldi hallið skjótt og brátt
(áðrenn 2009) fáast niður í
helvt. Men hvat var inni-
haldið. Tvey ting eru at
vísa á: a) Útreiðslurnar
vera skornar niður á næstan
øllum økjum, eisini undir-
vísing og gransking. Tað
sum slepppur undan eru
militer, innanlanda trygdin
og hjálp til menningarlond,
serliga stríðið móti AIDS-
sjúku. b) Stór hol eru í upp-
skotinum. Útreiðslur, sum
falla til gjaldingar (kríggið
í Irak og Afghanistan),
síggjast ikki. Hallið á
amerikanska
statshúsar-
haldinum er so stórt, at
landið ikki uppfyllir krøv-
ini, sum sett vera í euro-
londum (treytir í stabilitets-
avtaluni). Hallið er 427
milliardir $ í ár, ella 3,5%
av BTÚ. Tað skal falla til
390 milliardir $ í 2006. Lat
okkum síggja.
Krígspengar ikki
roknaðir við
Forkláringin hjá Bush uppá
tey manglandi tølini fyri
militerútreiðslur í Irak og
Afghanistan er, at ikki ber
til at seta nágreinilig tøl á
hesar útreiðslur. Eygleiðar-
ar meta at hetta kann koma
at kosta 70-100 milliardir
$. Lars Ole Løcke í Politik-
en 100205 vísir eisini á, at
eitt stórt mál hjá Bush-
stjórnini eru sosialmál ella
tann sosiala tryggingin,
Social Security, sum hann
nú vil privatisera. Eisini í
USA gongur tann demo-
grafiska leiðin móti eini
eldra-tungari samanseting
av aldursbólkunum. Fyri at
sleppa undan útreiðslurnar
av hesum, vil Bush sleppa
undan, at staturin hevur
ábyrgdina av hesum um 20
ella 40 ár. Annars kallar
Løcke í Politiken fíggjar-
lógaruppskotið hjá Bush
fyri "en hullet ost." Han
heldur fram, at tað bert eru
tey fáu, sum trúgva orðun-
um um, at fáa hallið niður í
helvt í 2009. Eisini IMF
hevur havt at uppskotinum
og sagt, at neyðugt er at fáa
fulla javnvág í statshúsar-
haldinum til tað tíð, um
USA skal kunna klára eina
komandi støðu, har ein
vaksandi partur av íbúgv-
unum verða pensiónistar.
Keldur:
Lars Ole Løcke: "USA’s budget",
Politiken, 100205
ZDFtext Wirtschaft, 130205
NZZOnline "Euro stabilisiert
sich", 130205
Amerikanska fíggjarlógin
er sum ein schweizar-ostur,
full í holum
Grannskoðanarátekningin er váttanin frá grannskoð-
aranum til almenningin. Í hesari skal grannskoðarin siga,
hvørt roknskapurin eftir teirra fatan er rætt uppsettir, og
um hesin gevur eina rættvísandi mynd av ognu og skuld
felagsins, fíggjarligu støðuni og úrslitinum.
Ein »blonk« átekning merkir, at grannskoðarin er samdur
við nevndini í roknskaparuppsetingini, og at roknskapurin
gevur eina rættvísandi mynd.
»Supplerandi upplýsingar« kunnu nýtast,tá grannskoðarin
metir, at neyðugt er við viðmerkingum fyri at geva røttu
myndina av ársoknskapinum.Tó uttan at hesi er av slíkum
slag, at roknskapurin gevur eina skeiva mynd. Eisini kunnu
supplerandi upplýsingar nýtast, um felagið í árinum hevur
handlað ímóti lógarásettu krøvunum, men at hesi síðani
eru komin í rættlag.
»Fyrivarni« verða tikin, um roknskapurin inniheldur villur
ella ivamál av slíkum slag, at hesi kunnu hava ávirkan á
myndina, sum roknskapurin gevur. Eisini kunnu fyrivarni
verða givin, um felagið hevur handlað í stríð við lógar-
ásetingarnar, og hesi viðurskifti ikki eru komin í rættlag.
ÁTEKNINGIN
peningurin er negativur. Er
hann tað, so senda vit skriv
til felagið, har tey hava seks
vikur at svara okkum. Er
svarið so, at felagið væntar
at fáa positivan eginpening
gjøgnum vanliga raksturin,
so góðtaka vit tað, men vit
halda sjálvandi eyga við
komandi roknskapunum,
soleiðis at kravið verður
eftirlíkað, sigur Kristin
Balle.
Ein trupulleiki í hesum
kann tó vera, at føroyska
lóggávan ikki inniheldur
nøkur krøv um, hvussu
grannskoðanarátekningin
skal síggja út. Tí kunnu
bæði fyrivarni og suppler-
andi upplýsingar vera skift-
andi frá grannskoðara til
grannskoðara.
Eik Bankan og Sparikas-
san, so er endamálið eisini
at signalera nakrar av egin-
leikunum, sum hava ser-
merkt Sparikassan og sum
nú eisini skulu sermerkja
tann nýggja bankan.
Her er talan um egin-
leikar sum styrki, støðu-
festi, royndir, trúvirði og
fruktbari. Um hetta sigur
stjórin í Eik Bank, Brian
Toft soleiðis:
- Hesir eginleikar hóska
stak væl saman við virk-
semið og virkisøkið hjá
okkum.
Eins og tey í Sparikass-
anum eru tað, so er Brian
Toft eisini sera fegin um
nýggja navnið. Ein hevur
longu umbiðið og fingið
loyvi at nýta tað, tá talan er
um heimasíðuna, sum fer at
virka ein av fyrstu døgun-
um.
Fyrivarni
Hinvegin so eru ikki allar
súðir syftar viðvíkjandi
sjálvum navninum á bank-
anum. Tí formliga er tað
ikki góðkent enn.
Leiðslurnar í báðum pen-
ingastovnunum bíða í løt-
uni eftir, at Patent- og Vare-
mærkestyrelsen í Danmark
endaliga skal góðkenna, at
dótturbankin fær navnið, ið
tey hava biðið um.
Tí verður navnið brúkt
við
fyrivarni,
upplýsir
Sparikassin. Men væntað
verður tó, at hesin nýggi
bankin í framtíðin fer at
kunna føra seg fram við
navninum Eik Bankin.