mikudagur 16. februar 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 32 - 16. februar 2005
– Samstundis, sum
landingarnar hjá
bretsku fiskiførunum
alsamt eru minkaðar,
er eftirspurningurin
hjá brúkarunum eftir
sjóføðslu í støðugum
vøkstri. Hetta merkir,
at Stórabretland er
vorðið ógvuliga
bundið at innfluttari
rávøru. Tó hava
minkandi landingar-
nar og vaksandi eftir-
spurningurin ikki
elvt til munandi prís-
hækkingar, tí ein stór-
ur partur av innflutn-
inginum kemur úr
láglønarsamfeløgum,
sigur Sendistova Før-
oya í London
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Menningin í nýtsluni av
sjóføðslu er vaksandi, bæði
í ídnaðarlondum og í menn-
ingarlondum. Miðalnýtslan
av sjóføðslu er økt úr 0,9
kilo fyri hvønn íbúgva í
1961 upp í 16,1 kilo í 1997.
Í ídnaðarlondunum øktist
miðalnýtslan úr 19,7 kilo
upp í 27,7 kilo fyri hvønn
íbúgva í sama tíðarskeiði.
FAO metir, at samlaða
heimsveiðan fer at røkka
umleið 107,6 miljónum
tonsum í ár 2030, og saml-
aða framleiðslan í alivinn-
uni verður mett at økjast
munandi - úr umleið 28,6
miljónum tonsum í 1997
upp í 82,6 miljónir tons í
2030.
Í
frágreiðingini
hjá
Sendistovu Føroya í Lond-
on verður víst á, at størsta
íkastið til økingina í fiska-
framleiðluni
væntandi
kemur úr alivinnuni. Hin-
vegin verður íkastið frá
fiskiveiði til samlaðu fiska-
framleiðsluna treytað av,
hvussu effektiv fiskiveiði-
umsitingin verður.
– Um framstig verða
gjørd í umsitingini av nú-
verandi fiskastovnum, ið
eru ovurfiskaðir, kann hetta
merkja eina øking í fram-
leiðsluni við millum 5 og
13 miljónum tonsum. Hin-
vegin vil áhaldandi ovur-
fisking hava við sær eina
minking í framleiðsluni.
Nýtsluhættir
Frágreiðingin viðger eisini
etivanar og keypsmynstur,
og ásannað verður, at hesir
verða ávirkaðir av nýggjum
vørum og nýggjum lívs-
hættum.
– Tað er umráðandi hjá
føðsluídnaðinum at vera
ansin og varugur við hesi
rákini, tí hesi ávirka sam-
bandið millum nýtaran og
vørurnar.
Víst verður eisini á, at tøl
frá
søluliðnum
avdúka
nøkur av teimum rákum, ið
gera um seg í løtuni, og
samanumtikið eru hesi: 1.
Vaksandi útboð av høg-
leikavørum, 2. Øking í út-
boðnum av feskum køldum
vørum, 3. Vaksandi áhugi
fyri eksotiskum fiskavør-
um, 4. Vørurnar hava sum
heild longri haldføri, 5. Alt
fleiri vørur eru feskar og
portiónspakkaðar, 6. Vaks-
andi áhugi fyri góðsku og
føðitrygd og 7. Brúkarar
tykjast at vera meira upp-
tiknir um heilsuviðurskifti.
– Viðvíkjandi skipanini
av søluni og veitingini av
føðslu, so er týðiligasta
rákið tann áhaldandi flyt-
ingin frá smærri sølustøð-
um til enn størri sølu- og
handilsmiðstøðir og hand-
ilsketur. Í ávísum londum
umboða handilsketurnar í
dag meira enn 60% av
samlaðu matsøluni.
Í frágreiðingini verður
sagt, at valdið hjá handils-
ketunum er gjølliga kannað
og staðfest seinastu árini.
– Tað gerst enn meira
umráðandi at laga seg eftir
rákinum í hesum handils-
støðum, nú ein alsamt
størri partur av handlinum
fer um tær stóru altjóða
fyritøkurnar.
Toskur og hýsa
Toskur og hýsa eru tvey
týdningarmikil fiskasløg í
altjóða hvítfiskamarknað-
inum, sum fevnir um fleiri
fiska- og vørusløg.
– Hvítfiskamarknaðurin
er sera fløktur við eini
truplari og skiftandi virðis-
ketu.
Víst verður á, at seinastu
fimti árini hevur samlaða
útboðið av hvítfiski verið
skiftandi millum 3 og 11
miljónir tons.
– Veiðan øktist munandi
árini 1950-1974, men síðan
kom ein bráðlig niður-
gongd í talinum av landing-
um. Talið øktist aftur so við
og við, og vóru landing-ar-
nar í hæddini í 1987 við
11,5 miljónum tonsum.
Minsta nøgdin seinastu 20
árini var í ár 2000 við bert
5,9 miljónum tonsum. Síð-
an 1985 hevur altjóða út-
boðið av hvítfiski verið
minkandi, og FAO metir, at
eitt framhaldandi fall verð-
ur í útboðnum av hvítfiski.
Tað er serliga minkingin í
veiðini eftir Alaska pol-
lock, sum hevur ávirkað
afturgongdina.
Í
1986
vórðu landað umleið 7 mil-
jónir tons av Alaska pol-
lock, men hesar landingar
minkaðu niður í bert 3,1
miljónir tons í 2001.
– Landingar av toski eru
eisini minkaðar munandi
seinastu 30 árini. Tær vóru
í hæddini í 1968 við yvir 4
miljónum tonsum, men í ár
2000 vóru samlaðu land-
ingarnar minni enn 1 mil-
jón tons.
Víst verður á, at veiðan í
Tað var seinasta
hósdag, at Sendi-
stova Føroya í
London bjóðaði til
almennan fund á
Hotel Hafnia, har
ein frágreiðing
varð løgd fram,
sum lýsir toska-og
hýsumarknaðin í
Stórabretlandi, eins
og frágreiðingin
eisini lýsir okkara
støðu sum útflyt-
ari. Stórur áhugi
var fyri hesum
fundi
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í formælinum til frá-
greiðingina verður víst
á, at nógv orðaskifti
seinastu árini hevur ver-
ið um lutfalsliga stóra
vøksturin í útflutningi
av óvirkaðum toski og
hýsu úr Føroyum til
Stórabretlands. Ymiskar
áskoðanir eru um, hvør
orsøkin er til hesa
gongd, og hvørt hetta
fyribrigdi er ein trupul-
leiki ella ikki.
Høvuðsmarknaður
– Vit hava sum partur av
okkara virksemi fylgt
gongdini í fiskivinnuni í
Stórabretlandi seinastu
árini, og greitt er, at stór-
ar broytingar eru farnar
fram. Talan er um broyt-
ingar í alheimssamfelag-
num og lokalt í Stóra-
bretlandi, sum ávirka
føroyska fiskivinnu.
Í frágreiðingini verður
sagt, at síðan vinnuligur
fiskiskapur tók seg upp
kring Føroyar, hevur
Stórabretland verið ein
høvuðsmarknaður fyri
serliga tosk og hýsu.
– Vit hyggja serliga at
rákinum á hesum mark-
naði, og hvussu vit
kunnu vænta, at føroysk
fiskivinna verður ávirk-
að av hesum.
Vánalig útlit
Frágreiðingin lýsir før-
oyska
útflutnings-
mynstrið, bæði hagtals-
liga og við atliti at mark-
naðinum. Ein viðgerð er
av føroysku kappingar-
støðuni, og mett verður
um framtíðarútlit.
Sendistova
Føroya
heldur, at sum útlitini
eru í løtuni, er støðan
ikki so bjørt.
Tí verður eisini spurt í
frágreiðingini, "Hvat er
til ráða at taka?" (sí sein-
astu teigarnar á næstu
síðu)
Okkara støða
sum útflytari
Bretland er ógvuliga bun
Síðan vinnuligur fiskiskapur tók seg upp við Føroyar,
hevur Stórabretland verið ein høvuðsmarknaður, serliga
fyri tosk og hýsu