mikudagur 16. februar 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 16. februar 2005
25
– At flyta eina
vinnu fram í virðis-
ketuni, er ikki nak-
að, sum hendir frá
degi til dags.
Kanska eru forð-
ingarnar ov stórar,
og kanska hava vit
ikki neyðuga kunn-
leikan og vitanar-
støðið, sum er
neyðugt. Men
hvørjir møguleikar
hava vit so at velja í
millum, verður
spurt í frágreiðing-
ini hjá Sendistovu
Føroya
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað kann tykjast eitt
sindur "abstrakt" at siga,
at gongdin seinastu árini
er eitt úrslit av broyttum
kappingarfyritreytum,
sum er ein avleiðing av
alheimsgerðini, men í
stóran mun er hetta
veruleikin.
– Spurningurin, vit
eiga at seta okkum, er tí:
"Hvussu møta vit á
bestan hátt hesari av-
bjóðing,
og
hvussu
tryggja vit, at okkara
samfelag
ikki
bert
verður ein útflytari av
rávøru, men heldur kann
mennast til eitt fram-
komið fiskivinnusam-
felag?
Í frágreiðingini verður
hildið fram:
– Vanliga, tá ið tosað
verður
um
alheims-
gerðina og ta hóttan, hon
er fyri vinnulívið í
vesturheiminum, verður
sagt, at talan er ikki um
eina hóttan, um bert
vinnulívið í vesturheim-
inum klárar at flyta seg
fram í virðisketuni -
hetta frá sonevndari
frumframleiðslu til eina
meira
vitanartunga
framleiðslu. Áherðsla
eigur at verða løgd á
høgan "produktivitet",
vøru- og marknaðar-
menning, har vinnan ger
sær dælt av tí høga
kunnleika og vitanar-
støðinum í vesturheim-
inum.
Alheimsgerðin
skal vendast frá at vera
ein hóttan til ein møgu-
leika.
At flyta eina vinnu
fram í virðisketuni, er
ikki nakað, sum hendir
frá degi til dags - og
møguliga ber hetta ikki
til yvirhøvur.
– Møguliga eru forð-
ingarnar ov stórar, og
møguliga hava vit ikki
neyðuga kunnleikan og
vitanarstøðið, sum er
neyðugt.
Áðrenn hugt verður
nærri at hesum viður-
skiftum, eiga vit at gera
okkum greitt, hvørjir
møguleikar eru at velja
ímillum.
– Vit hava sett upp
nøkur uppskot, men
greitt er, at ymisku
møguleikarnir allir hava
við sær týdningarmikil
samfelagslig árin.
Í frágreiðingini verður
víst á, at vit kunnu a.
lata standa til og einki
gera fyri at betra um
kappingarførið hjá fram-
leiðsluvinnuni.
Vit
kunnu b. loyva verk-
smiðjuskipum at fiska
og framleiða tosk og
hýsu, sum verður veidd
á føroyska landgrunn-
inum - og vit kunnu c.
menna landframleiðsl-
una soleiðis, at hon kann
flyta seg fram í virkis-
ketuni.
Sendistova
Føroya
hevur valt bert at hyggja
at møguleika c.
– Vit meta tað ikki
vera skilagott bara at
lata standa til, og til tess
at meta um møguleikan
at loyva verksmiðjuskip-
um at fiska og framleiða
tosk og hýsu, sum verð-
ur veidd á føroyska
landgrunninum, krevur
hetta eina neyva kann-
ing. Um hesin møgu-
leiki er skilagóður, bæði
vinnuliga og samfelags-
liga, hava vit ikki kann-
að.
Og sagt verður víðari:
– Hyggja vit nærri at
møguleika c., sum er at
menna landframleiðsl-
una, soleiðis, at hon
kann flyta seg fram í
virðisketuni, so hevur
hesin møguleiki við sær,
at framleiðsluvinnan fer
undir øðrvísi framleiðlu
av toski og hýsu. Nýggj-
ar vørur mugu fram-
leiðast - til nýggjar
marknaðir. Uttan at fara
í smálutir, tykist greitt,
at framleiðsla av virðis-
øktum vørum, sum t.d.
feskum køldum vørum,
innballaðum - ella coat-
ed - vørum, royktum
vørum og lidnum verð-
um, eru hóskandi møgu-
leikar, sigur Sendistova
Føroya í London.
"Hvat er til ráða
at taka?"
Barentshavinum
hevur
verið rættiliga støðug sam-
anborið við onnur veiðiøki.
– Umfatandi trupulleikar
hava verið við eysturstrond
Norður Ameriku, har eitt
fyribils veiðibann er sett
fyri nøkrum árum síðan.
Hvítfiskaveiðan í Norð-
uratlantshavi
er
eisini
minkað munandi seinastu
árini, og í hesum økinum
vóru samlaðu hvítfiska-
landingarnar umleið 3,4
miljónir tons í 1986. Í ár
2000 var sama veiða mink-
að niður í bert 1,6 miljónir
tons.
– Væntað verður ikki, at
landingarnar av toski fara
at veksa munandi komandi
árini. Hetta kann elva til, at
toskurin fer at missa mark-
naðarpartar til onnur fiska-
sløg, soleiðis sum toskurin
hevur gjørt seinastu 10
árini.
Nýggj hvítfiskasløg
Seinastu árini eru "nýggj"
hvítfiskasløg
komin
á
marknaðin, sum í ein ávís-
an mun eru komin í staðin
fyri vanligu hvítfiskasløg-
ini sum toskur, hýsa og
upsi.
– Aldur feskvatnsfiskur
sum
eitt
nú
"channel
catfish" og "tilapia" mynda
í dag ein alsamt størri part
av samlaða útboðnum av
hvítfiski.
Í frágreiðingini verður
sagt, at samlaða framleiðsl-
an av "tilapia" var umleið
1,9 miljónir tons í ár 2000 -
ella næstan ein triðingur av
samlaða útboðnum av hvít-
fiski, og meginparturin av
hesi framleiðslu var ali-
fiskur.
– Enn er bert ein lítil
partur av hesi framleiðslu
komin inn á heimsmarkn-
aðin fyri hvítfisk, tí stórur
partur av framleiðsluni av
"tilapia" verður seldur til
eitt nú Kina. Tó vísir núver-
andi gongdin, at ein alsamt
størri partur, serliga av
tilapia-framleiðsluni, verð-
ur selt sum fryst fløk á
lágvirðis hvítfiskamarkn-
aðinum.
Hóttanir ella
møguleikar
Í hesum partinum av nið-
urstøðuni, vísir Sendistova
Føroya í London á, at talan
er um ymisk rák og støð-
ugar broytingar, bæði á
heimsmarknaðinum og á
bretska marknaðin fyri
sjóføðslu.
– Hesi viðurskifti kunnu
síggjast sum hóttanir, men
tey kunnu eisini síggjast
sum møguleikar fyri før-
oyskari framleiðslu og út-
flutningi.
Heimsnýtslan av sjó-
føðslu er í eini støðugari
menning, og sannlíkt er, at
við verandi gongd fer fram-
tíðar útboðið av sjóføðslu
at veksa lutfalsliga meira
enn eftirspurningurin.
– Størsti vøksturin av
sjóføðslu fer at verða í
framleiðsluni av alifiski,
sum fer at veksa munandi
meira enn framleiðslan av
veiddum fiski.
Í frágreiðingini verður
sagt, at rákið í nýtsluhætt-
unum
hjá
brúkarunum
merkir, at hesir í størri mun
fara at leggja seg eftir
feskum køldum vørum, tí
brúkarin gerst alsamt meira
varugur um egna heilsu-
støðu,
har
góðska
og
føðslutrygd eru í hásæti.
Haraftrat er gongdin hon, at
tað skal gerast lættari og
høgligari hjá brúkarunum
at fáast við tilgerðina av
sjómati.
Roknað verður við, at ein
minking verður í útboðnum
av siðvandu hvítfiskasløg-
unum, sum toski og hýsu,
men hóast hesa afturgongd
í útboðnum, tykist einki
grundarlag vera fyri prís-
hækkingum fyri hesi bæði
hvítfiskasløgini.
– Orsøkin er hópfram-
leiðslan av hvítfiski í lond-
um sum Kina, sum forðar
fyri einari avmarking í
útboðnum av hvítfiski. Eis-
ini er kappingin frá øðrum
pritein-keldum sum eitt nú
høsnarungum við til at
ávirka prísin á hvítfski.
Hyggja vit at Stórabret-
landi, so er staðfest, at
landingarnar hjá bretsku
fiskiførunum alsamt eru
minkaðar, men samstundis
er eftirspurningurin hjá
brúkarunum eftir sjóføðslu
í støðugum vøkstri.
– Hetta merkir, at Stóra-
bretland er vorðið ógvuliga
bundið at innfluttari rávøru
- og tó hevur hesin vaks-
andi eftirspurningurin ikki
elvt til munandi príshækk-
ingar, tí ein stórur partur av
innflutninginum kemur úr
láglønarsamfeløgum, sigur
Sendistova Føroya í Lond-
on í frágreiðingini.
Sosialurin fer við eitt
annað høvi at venda aftur
til aðrar partar í hesi frá-
greiðing.
ndið at innfluttari rávøru
Fundurin, sum Sendistova Føroya í London skipaði fyri á Hotel Hafnia, var almennur, og nógv fólk nýttu høvi at lýða á
frágreiðingina, sum varð løgd fram um toska-og hýsumarknaðin í Stórabretlandi - og um okkara støðu sum útflytari
Mynd: Jens Kr. Vang
- Hvussu tryggja vit, at
okkara samfelag ikki bert
verður ein útflytari av
rávøru, men heldur kann
mennast til eitt framkomið
fiskivinnusamfelag, verður
spurt í frágreiðingini
Mynd: Jens Kr. Vang