Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 32 - 16. februar 2005 – Teir ringdu mána- morgunin og vildu hava fleiri hønur. Men eg mátti bara siga við teir, at eg hevði selt hvørja einastu hønu. Her var eingin eftir!, sigur ein væl nøgdur Annfinn Brekkstein, stjóri í Føroya Egg á Velba- stað FRAMLEIÐSLA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Henda seinasta vikan hevur verið sera strævin hjá teim- um, sum hava sína dagligu gongd á Føroya Egg á Velbastað. Teir hava nevni- liga á fyrsta sinni slaktað hønur á virkinum. Teir høvdu ætlað at slaktað 2500 hønur, men náddu bert einum parti av teimum, tí arbeiðið tók longri tíð enn væntað. Hetta mundi tó ikki bilað stórvegis, tí undirtøkan fyri føroysku hønunum hevur verið ovurhonds stór kring alt landið. – Hetta gevur okkum dirvi og hug at halda fram, sigur Annfinn Brekkstein. Teir fara nú at eftirmeta framleiðsluna av hønunum, og gongst sum ætlað so verða tær næstu føroysku hønurnar á marknaðinum í mai mánaði. Hesaferð náddu teir bert út til ein part av landinum við hønunum. Næstu ferð er ætlanin at allar oyggjar- nar, eisini Suðuroyggin, skulu fáa møguleika at smakka veruliga føroyskt framleiddar hønur av Velbastað. Læra av royndum Føroya Egg byrjaði virk- semi sítt í mai mánaði fyri fimm árum síðani. Dentur varð lagdur á framleiðslu av eggum, men hetta er fyrstu ferð at teir hava slaktað hønur. Ætlanin var upprunaliga, at teir skuldu taka 2500 hønur, men tað eydnaðist bert at slakta tær 1700. Men hesar vórðu so eisini seldar eftir bert einari viku! Tað stóð á hjá teimum at drepa allar 2500 hønurnar, og tá til stykkis kom máttu 800 teirra snøgt sagt bein- ast burtur. Hetta hekk sam- an við fóðringini av teim- um, sum frammanundan varð broytt og minkað. Hesar broytingar tolir hønan bert í einar seks dag- ar, og tí ynsktu teir ikki at trýsta hønuna meiri enn neyðugt. Hesar dagarnar, meðan slaktað varð, arbeiddu teir alt samdøgrið - teir slakt- aðu um náttina og ansaðu so eftir hinum livandi høn- unum um dagin. - Alt hetta kostaði okkum sjálvandi nakað í lønum. Men vit hava lært ein hóp av hesum, og fara at brúka hesar royndirnar í fram- tíðini eisini, sigur Annfinn. Eingin eftir Alt virksemið við hønunum er á byrjunarstøði, og ynsk- ið varð tí fyrst og fremst at vita, um tað yvirhøvur bar til at brúka tær í matfram- leiðslu. Og sjálvandi eisini, um fólk fóru at keypa tær føroysku hønurnar. Líkt er til, at fólk veru- liga hava givið teimum gætur. Eftir einari viku var eingin høna eftir! – So seint sum mána- morgunin fóru tær seinastu avstað til Vágarnar. Beint aftaná ringdi ein til mín og bað um at fáa 250 hønur aftrat, tí hann hevði selt allar. – Men tað bar als ikki til, tí í dag havi eg ikki eina hønu eftir, sigur ein fegin Annfinn. At fólk hava tikið so væl ímóti hønunum hevur givið Annfinni eina vissu um, at hetta er ein framleiðsla sum ein eigur at kunna halda fram við. Talan er í fyrsta lagi um eina bíliga hønu, og harvið eisini ein bíligan døgurða. Og mong fólk hava helst eisini vilja roynt um tær føroysku hønurnar mundu smakka eins væl og tær útlendsku. – So tað hevur verið sera stuttligt hjá okkum at uppliva, at føroyingar vilja keypa eina føroyska fram- leiðslu. – Eg havi fingið øgiliga nógvar positivar tilbaka- meldingar um hønurnar. Tað sigur mær so mikið sum at vit eru á eini rættari leið, sigur hann. Kókað ov stutt Tað kom helst óvart á Ann- finn og hini í Føroya Egg at undirtøkan skuldi verða so stór fyri teimum fyrstu høn- unum – at alt skuldi verða rykt burtur eftir eini lítlari viku. Teir høvdu ætlað at ein heimasíða skuldi verða klár til hesa fyrstu slaktingina, men tað eydnaðist ikki. Á hesi heimasíðuni var ætlan- in at hava m.a. uppskriftir til ymiskar rættir við høn- unum. Henda verður klár einaferð seinni. Ein trupulleiki, sum henda heimasíðan hevði kunnað greitt fólki frá, var handfaringin av hønunum. Ein trupulleiki hevur nevni- liga verið, at fleiri fólk hava hildið at hønurnar skuldu matgerast eins og høsnar- ungar, hóast tær eru størri enn teir. Mong hava tí steikt høn- una eins leingi – ella stutt! – og ein høsnarungi, og tí hevur kjøtið verið í seigara lagi. Skal ein fáa fulla nyttu út av hønuni er neyðugt at matgera hana væl longri enn ein høsnarunga. Tá henda heimasíðan kemur verður so møguligt hjá fólki at fáa svar uppá ein hóp av spurningum í hesum sambandi. Góð vekt Í høsnagarðinum á Velba- stað hava Annfinn og eitt annað starvsfólk gjørt alt fyri, at hønurnar skulu hava tað gott og harvið eisini fáa eina góða vekt. Vektin hevur verið nøkt- andi – tær hava vigað upp ímóti 1500 grammum. Onkur minni, men tær flestu hava havt eina góða vekt. Hetta er rættiliga nógv um ein samanber við tær, sum annars fáast til keyps í handlunum. – Eg havi sjálvandi ikki so profesjonellan innpakn- ing sum hinar útlendsku hønurnar. Men alt er enn á royndarstøði, - so tað kann bara gerast betri í framtíð- ini, sigur hann. Arbeitt verður nú við at fyrireika næstu slakting, sum væntandi verður eina- ferð í mai mánaði. Teir hava í øllum førum prógvað, at hønurnar av Velbastað kunnu seljast, tær kunnu etast og brúkast, og at fólk vilja keypa sær eina føroyska hønu fyri ein kappingarføran prís. Og tað er ikki so lítið í vinnuligum høpi! 3 mió. egg Tá Føroya Egg byrjaði – og fram til fyri tveimum vik- um síðani – hava teir bert framleitt egg. Eisini í hes- um hava fólk tikið sera væl undir við vøruni. Teir hava sum oftast eina lítla goymslu av eggum liggjandi – onkutíð einar seks plattar av eggum, men so kann alt vera selt eftir stuttari tíð. Tá full gongd er á hesi framleiðsluni er einki til hindurs fyri at teir selja om- an fyri 3 mió. egg um árið. Eitt, sum Føroya Egg so avgjørt er kappingarført í, er góðskan. Talan er í fyrsta lagi um nývorpin og fesk egg, og teir siga tí í pakn- inginum frá, at tey halda í 28 dagar. Men hyggur ein eftir teimum útlendsku eggun- um so kann ein lesa, at tey halda í ikki færri enn 90 dagar. Hesum er Annfinn kortini ikki ovfarin av. Fyri hann er tað trupult at kappast við hesi eggini: Tey hava ligið á goymslu her og har, og verða síðani send til brúkaran fyri dumpingprís- ir, so at seljarin kann sleppa av við tey. – Eg kenni hønurnar so væl, at eg veit, at eingin út- lendsk høna verpur á øðr- vísi hátt enn mínar før- oysku. Og eggini hava tí heldur ikki longri haldføri enn okkara føroysku egg. – So tá ei tosar um eitt haldføri upp á 90 dagar, so er tað tað reina bluff. Einki annað, sigur Annfinn Brekkstein. 1700 hønur flugu avstað eftir einari viku – Eg havi sjálvandi ikki so profesjonellan innpakning sum hinar útlendsku hønurnar. Men alt er enn á royndarstøði, - so tað kann bara gerast betri í framtíðini, sigur Annfinn Brekkstein, sjtóri á Føroya Egg á Velbastað Tær føroysku hønurnar verða væl fóðraðar og viga tí upp ímóti 1,5 kg. hvør