Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 • mikudagur • 16. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Skála hevur aftur verið eystanfyri Í heyst var hann í landsliðsferðalagn- um, og tað varð rokn- að við, at hann í ár skuldi røkka uppaftur longri, men nú er rættuliga ivasamt, um Arnhold Berg á Skála yvirhøvur verður førur fyri at spæla fótbólt í ár SKÁLA SKAÐI Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tá ið landsliðið í heyst var á Kypros og í Írlandi, taldist Arnhold Berg á Skála mill- um teir átjan spælararnar. Í hvørgari uppgerðini var hann á vøllinum. Men av- rikini hjá honum á góða Skála liðnum í fjør bendu á, at landsdystirnir mundu fara at koma. Nú tykist tað greitt, at møguleikin hjá Arnholdi at sleppa upp í part á lands- liðnum í ár er burturi, áðr- enn Arnhold nakrantíð hev- ur vant og spælt við Skála í hesum árinum. Krossbandið er farið, og tað er rættuliga ivasamt, um Arnhold yvirhøvur verður førur fyri at spæla í hesum kappingarárinum. Sjálvur vónar hann, at tað fer at bera til at vera við eftir summarsteðgin, men hann ásannar samstundis, at vánirnar fyri tí eru einki serligar. – Eg venji saman við fysioterapeutinum hjá Skála. Krossbandið er ikki heilt slitnað, og tað verður sagt at vera týdningarmikið, at eg venji. Enn er ikki heilt greitt, um talan verður um skurðviðgerð, ella um tað fer at bera til at venja skað- an burtur, meg eg skilji, at tað verður mett mest sannlíkt, at talan verður um skurðviðgerð. Eg skal á Landssjúkrahúsið at kannast eina ferð afturat, áðrenn støða verður tikin til, hvat skal gerast og nær tað skal gerast, sigur Arnhold Berg. Skaddur í hondbólti Tá ið vit fregnast um, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið Arnhold varð skaddur, so vísir tað seg, at álvarsami skaðatilburðurin – sum so mangan hjá fótbóltsspælar- um - einki hevði við fót- bóltin at gera. – Eg spældi hondbólt við næstbesta liðnum hjá StÍF. Vit fóru í snarálop, og eg var í holtur við eina rullufintu, sum tað verður nevnt, tá ið beinið stóð fast, og okkurt gekk fyri í knænum. Pínan var øgilig, og tað var ikki hugsningur um at spæla víðari. Um hetta mundið var eg til sveinaroynd í Klaks- vík. Eg varð kannaður á sjúkrahúsinum har norðuri, men í fyrsta umfari fekk eg ikki nakað at vita um skað- an. So var ein danskur ser- lækni á Landssjúkrahúsin- um, og tað var skjótt, at hann staðfesti, at tað var krossbandið, sum var skatt. Tað var ikki farið av, men talan er um skaða, sum fer at halda mær burturi frá fótbóltinum í nógvar mán- aðir, sigur Arnhold Berg. Sveinaroyndina fekk hann frá hondini í øllum góðum, og hann arbeiðir á skipa- smiðjuni á Skála, men ítrótt er ikki hugsningur um at íðka nú. Plagar tú at spæla hondbólt? – Í hesum hondbóltsárin- um havi eg gjørt millum lít- ið og einki við tað. Eg hevði vant í eina viku, og ætlanin var ikki at gera nakað serligt við hondbóltin. Eg hevði ætlað at lagt nógv fyri í fót- bóltinum, og eg hevði ikki hugsað um skaðar. Í fjør hevði eg í ein mánað trupul- leikar av ryggskaða, men annars havi eg ongantíð verið skaddur øll tey árini, sum eg havi spælt fótbólt. Men nú havi eg so fingið mín part av tí kvotuni, stað- festir Arnhold Berg. Hann hevur ofta verið vongverji, men í fjør var hann miðverji hjá skálamonnum, sum vunnu bronsukrónur. Umframt málverjan og eina miðverjan, sum teir fyrr í ár hava tryggjað sær í Jugo- slavia, er avtala nú gjørd við rumenskan miðverja SKÁLA ÚTLENDINGAR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað kom sera dátt við hjá Skála, tá ið tað varð stað- fest, at krossbandsskaðin hjá Arnholdi Berg er so mikið álvarsligur, at tað ikki er hugsningur um, at hann verður førur fyri at spæla – í hvussu so er ikki undan summarsteðginum. Fyrr í vetur hava vit borið tíðindi av Skála um, at teir hava gjørt avtalu við tveir jugoslavar – ein málverja og ein miðverja. Ætlanin hevur leingi verið, at hesir báðir skulu koma henda vegin at spæla við Skála saman við landsmanni teirra Nenad, sum eisini var á Skála í fjør. Hans Jákup Andreassen, formaður í Skála Ítróttar- felag, sigur, at tað, at Arn- hold Berg ikki verður førur fyri at spæla, hevur skund- að undir, at teir enn eina ferð hava verið uttanlands og knýtt ein spælara afturat Skála liðnum. – Iulian Florescu, sum hevur verið hjá okkum í fleiri ár, hevur sett okkum í sambandi við ein av sínum landsmonnum í Rumenia. Talan er um ein miðverja afturat. Harvið er útlendingatalið á Skála fimm. Tað er ikki loyvt at hava fleiri enn fýra útlendingar á liðnum, men hetta verður ikki nakar trupulleiki á Skála, tí Iulian Florescu verður í fótbólts- høpi roknaður sum føroy- ingur, tí hann hevur verið so nógv ár og spælt fótbólt í Føroyum. – Iulian er í Føroyum. Hinir útlendingarnir eru ikki komnir enn, men vit rokna við, at teir fara at koma í vikuskiftinum. Pauli G. Hansen og Alex- andur Johansen spæla hondbólt við fremsta liðn- um hjá strandingum. Pauli hevur verið og vant fótbólt nakrar ferðirnar, men enn hevur einki verið at sæð til Alexandur. Á Skála siga teir seg kortini ikki kvíga fyri, at Alexandur ikki eisini aftur í ár fer at hjálpa til við fótbóltinum á Skála, har teir siga seg hava brúk fyri øllum góðum kreftum, um tað skal vera nakar hugsningur um at bjóða til at vera við í kappingini, har tað er hugaligt at kappast. Tíðindaskriv: Boga- skjóting FYNS CUP 2005 Sunnudagin 13. februar luttóku 5 ungir føroyskir bogaskjúttar úr feløgunum Ørvur og Tambar í innand- ura kapping í Danmark. Talan var um Fyns Cup 2005, og varð skotið í Tornbjerg Gymnasium við Odense. Kappingin var ein vanlig 12 metur kapping. Føroyingar høvdu boðað frá luttøku í bólkunum re- curve kadet gentur og compound kadet dreingir. Hetta eru ungdómar, sum fylla 14-16 ár í ár. Í bólkinum recurve kadet gentur luttóku Annika Vang, Ørvur, og Jastrid Mathea Jensen, Tambar, báðar 15 ára gamlar. Gongdin hjá teimum var, at Annika í steðginum lá klárt á odda, ímeðan Jastr- id hevði havt eina slaka byrjan og lá á triðja pláss- ið. Tá kappingin var lokin hevði Annika vunnið við (274+278) 552 stigum. Jastrid hevði tikið seg fram við einum góðum seinna umfari og bleiv nr. 2 við (247+264) 511 stigum. Í bólkinum compound kadet dreingir luttóku Súnfríður Jacobsen, 13 ár, Kaj Johannesen, 14 ár, og Kristoffer Andreasen, 13 ár, allir úr Ørvi. Hesir tríggir løgdu seg eisini á odda og vóru í hesi somu raðfylgju í steðginum, men vóru bert fá stig teirra millum, Súnfríður hevði 278 stig, Kaj 277 stig og Kristoffer 274 stig. Nr. 4 var síðan 10 stig longri afturi. Seinna umfarið gekk somuleiðis væl. Súnfríður helt somu skjóting og vann kappingina við (278+278) 556 stigum og setti persónlig met. Hóast Kaj hevði ilt við at finna rætta stevið í byrjanini av seinna umfarinum, bleiv hann nr. 2 við (277+274) 551 stigum. Nr. 3 bleiv Kristoffer við (274+272) 546 stigum. Í hesum umfarinum vísti Kristoff- er sera góða skjóting, men kann sigast, at eitt mistak og einki stig fyri tann eina pílin kostaði honum annað plássið. Føroysku dreingirnir vóru fitt frammanfyri nr. 4 í kappingini, sum fekk 527 stig. Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir bogaskjúttar hava verið uttanlands og allir hava skotið seg til heiðursmerkir. Hesaferð enntá megnað at fáa øll heiðursmerkini í sama bólki og tvey tey bestu í einum øðrum bólki. Krossbandið farið hjá Arnholdi Dystaryvirlit: Hondbóltur Sunset-kappingin: 16.02.2005 18.30 Høllin á Hálsi Neistin - Stjørnan 16.02.2005 19.00 Høllin í Runavík Tjaldur - StÍF Atlantic Airways-kappingin: 16.02.2005 20.00 Høllin á Hálsi Neistin - KÍF 16.02.2005 20.00 Hoyvíkshøllin H71 - VÍF 17.02.2005 20.00 Høllin á Hálsi Kyndil - StÍF Nenad Stankovic hjá Skála fær aftur í ár onkrar nýggjar útlendskar liðfelagar. Savnsmynd