mikudagur 16. februar 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 32 - 16. februar 2005
Spennandi í Hoyvík
Í kvøld og í annað-
kvøld eru øll liðini í
Atlantic Airways
kappingini hjá monn-
um í dysti. Einamest
spennandi tykist
dysturin í Hoyík í
kvøld millum H71 og
VÍF verða
ATLANTIC AIRWAYS-
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Kappingarárið í ár hevur
verið rættuliga óvanligt í
fremstu mansdeildini, tí ilt
er at spáa um undan dyst-
um, hvør ið fer at vinna.
Tað tykist sum um at øll
liðini kunnu vinna á øllum,
og eingin dystur er avgjørd-
ur, fyrr enn hann er
spældur.
Kann VÍF økja
Undan dystunum, sum vóru
um vikuskiftið, vóru tað
mong, ið høvdu hug til at
avskriva møguleikarnar hjá
vestmenningum at verja
oddasessin, tí at liðið hevði
mist tríggjar av týdningar-
miklastu leikarunum á liðn-
um vegna skaða. Men VÍF
gjørdi hesum spádómum til
skammar, tá ið teir vunnu
móti StÍF inni á Skála. Tá
ið so nærmastu kappingar-
neytarnir úr Kyndli sam-
stundis snávaðu móti Neist-
anum,
økti
VÍF
um
leiðsluna hjá sær í deildini.
Í kvøld skulu vestmenn-
ingar so á vitjan hjá H71 í
Hoyvík, og hetta verður
óivað ein spennandi dystur.
Seinast hesi bæði liðini
hittust í Hoyvíkshøllini
endaði tað við javnleiki, og
tá misnýttu hoyvíkingar
enntá eitt brotskast í sein-
asta sekundinum.
Hvørki Ingi, Áki ella Áki
G. Olsen vóru við í dystin-
um á Skála sunnudagin, tí
teir eru allir skaddir, og teir
verða heldur ikki við í
kvøld. Hinvegin var eitt
nýtt andlit, Sjúrður Poul-
sen, at síggja á liðnum, og
havandi í huga, at hann
fekk fimm mál í dystinum á
Skála, so verður Sjúrður
óivað við aftur í kvøld.
Hoyvíkngar
hava
nú
fingið eitt sindur av viðráki
aftur, og við sigrinum á
KÍF sunnudagin hevur H71
strítt seg upp á triðjapláss-
ið, har teir liggja javnir í
stigum við KÍF og StÍF,
men av tí at hoyvíkingar
hava bestu málúrtøkuna,
liggja teir í løtuni á bronsu-
plássinum.
Tað er ein missur fyri
H71, at annar av sterku
málverjunum hjá teimum,
Levi Nybo, ikki verður við
aftur fyribils. Levi er farin
uttanlands í arbeiðsørind-
um, og hann verður ikki
aftur fyrr enn til tvey tey
seinastu umførini í kapp-
ingini. Tíbetur fyri H71,
eru teir tó í teirri hepnu
støðu, at teir hava tveir
javnt góðar málverjar í Levi
og Jens Skipagøtu.
Kann Neista halda
fram á aldukambinum
Neistamenn syrgdu fyri
einum rættuliga óvæntað-
um úrsliti sunnudagin, tá ið
teir bastu grannunum úr
Kyndli. Neistin tykist verða
komin fyri seg, og í kvøld
hava teir so møguleikan at
fáa tvey stig afturat í
skjáttuna.
Kollfirðingar koma á
vitjan hjá Neistanum á
Hálsi, og um tað eydnast
Neistanum at vinna dystin,
so eru teir bert tað eina
stigið aftan fyri KÍF.
Hinvegin noyðast koll-
firðingar at vinna dystin,
um teir framhaldandi ætla
at verða við í stríðnum um
bronsuna.
Ein dystur verður eisini í
annaðkvøld, og hann verður
í høllini á Hálsi, har Kyndil
fær
vitjan
av
steypa-
vinnarunum úr StÍF. Kyndil
er av álvara steðgað upp í
seinastuni, og um ikki før-
oyameistararnir taka seg
saman í næstum, so glíður
meistaraheitið við vissu
teimum av hondum.
Sunnudagin tapti eitt
ógvuliga tannleyst Kyndla-
lið fyri Neistanum, og um
teir ætla sær at fáa nakað
burtur úr dystinum móti
strandingum, so skulu aðrir
bollar á suppuna.
StÍF tapti eisini sunnu-
dagin, tá ið oddaliðið VÍF
var á vitjan, men ilt er at
meta um strandingar, tí teir
hava verið sera óstøðugir í
ár.
Endurtøka av
steypafinaluni
Tveir dystir í Sun-
set-kappingini verða
spældir í kvøld
SUNSET-KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nakrir dystir í fremstu
kvinnudeildini í hondbólti
verða í kvøld. Ein dystur
var eisini leiktur í kvøld,
eftir at blaðið var farið til
prentingar. Tann dysturin
var millum Kyndil og VÌF
á Hálsi.
Steypafinalistarnir
hittast
Í kvøld hittast steypafinal-
istarnir báðir, Neistin og
Stjørnan, á Hálsi. Neistin
hevði gott tak á Stjørnuni í
finaluni, men tað var ikki
nóg mikið til at koppa
oddaliðnum. Stjørnan var
ikki í dysti í vikuskiftin-
um, tí dysturin móti VÍF
bleiv útsettur, av tí at meg-
inparturin av manningini
hjá Stjørnuni lá við krím,
skilst úr Klaksvík. Spurn-
ingurin er so, um herviliga
umfarssjúkan er liðug, og
um oddaliðið aftur eru
klárar til dyst.
Neistin vann sunnudag-
in móti StÍF á Skála, men
tað ljóðar, at sterki út-
lendski
bakkurin
hjá
Neistanum, Simona Peter-
sen, ikki verður eins nógv
at síggja á Neistaliðnum
framyvir, og spurningurin
er so, hvørja ávirkan tað
fer at hava á liðið. Sunnu-
dagin var hon við í hópin-
um, men Simona var ikki
nógv á vøllinum.
Hin dysturin í Sunset-
kappingini í kvøld verður í
Runavík, har botnliðið
Tjaldur fær vitjan av
grannunum
hinumegin
fjørðin úr StÍF. Bæði liðini
taptu sínar dystir um viku-
skiftið, og serliga Tjaldur
var fyri einum eyðmýkj-
andi tapi, tá ið tær fingu
ein ordans lússing í Vági.
Neistin og Stjørnan hittast í kvøld á Hálsi í einari
endurtøku av steypafinaluni.
Mynd: ÁLvur Haraldsen
Christian Eli Zachariassen og H71 fáa í kvøld vitjan av oddaliðnum í Hoyvík.
savnsmynd
vu.
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VB
2
2 - 0 - 0
527
312
215
17
2 Stjørnan
1
1 - 0 - 0
385
290
95
15
3 Neistin
2
1 - 0 - 1
445
356
89
12
4 Søljan
2
2 - 0 - 0
429
368
61
12
5 VÍF
1
0 - 0 - 1
350
351
-1
5
6 StÍF
2
0 - 0 - 2
359
426
-67
5
7 Kyndil
2
1 - 0 - 1
321
430
-109
5
8 Tjaldur
2
0 - 0 - 2
254
537
-283
0
vu.
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur stig1
VÍF
5
4 - 0 - 1
445
400
45
16
2 Kyndil
5
2 - 0 - 3
445
370
75
12
3 H71
5
2 - 0 - 3
436
441
-5
9
4 KÍF
5
2 - 1 - 2
378
406
-28
9
5 StÍF
5
2 - 2 - 1
395
427
-32
9
6 Neistin
5
1 - 1 - 3
414
469
-55
6