Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 33 - 17. februar 2005 Krevja endur- gjald eftir flóðalduna Sakførarar í Eysturríki hava boðað frá, at teir fara at leggja sak ímóti einum amerikonskum ávaringarstovni, tei- lendskum myndugleik- um og einari hotellfyri- tøku í sambandi viðflóð- alduna annan jóladag í fjør. Sakførararnir, sum umboða 14 eysturríkarar og fimm týskarar, siga, at tey saksøktu mugu átaka sær ein part av ábyrgdini av skaðanum, sum flóðaldan elvdi. Ed Fagan, sum er ein av sakførarunum aftan fyri málið, sigur við AP, at amerkanski ávaringar- stovnurin Pacific Tsuna- mi Warning Center á Hawaii-oyggjunum varnaðist tann harða jarðskjálvtan, og hann krevur tí, at stovnurin letur rættinum øll skjøl, sum hava samband við skjálvtan og flóðalduna. Í Teilandi ætla sakførar- arnir at stevna sjóumsit- ingini, tí hon boðaði ikki frá, at ein flóðalda var á veg. Hotellfyritøkan, sum verður stevnd, eitur Ac- cor Hotel. Hon átti mill- um annað eitt hotel í frí- tíðarbýnum Khao Lak, sum varð sera meint raktur av flóðalduni. Minst 12 ára fongsul Fyrrverandi ameri- kanski presturin Paul Shanley varð týsdagin dømdur minst tólv ára fongsul fyri at hava neyðtikið ein drong. Undir rættarmálinum ímóti tí 74 ára gamla, katólska prestinum kom fram, at hann neyðtók ein seks ára gamlan drong fleiri ferðir í áttatiárunum. Tá ar- beiddi presturin í einari kirkju í Boston og fekst millum annað við børn og ungfólk, sum høvdu ymsar trupulleikar í uppvøkstrinum. Í dag er tann neyðtikni drongurin 27 ára gamal, og fyri tveimum árum síðani fór hann til løg- regluna og meldaði prestin. Síðani hava fleiri aðrir menn boðað frá, at teir vórðu eisini fyri kynsligum ágangi í katólsku kirkjuni í Boston og aðrastaðni í USA. Kirkjan hevur bið- ið um umbering fyri tað, sum hendi, og fleiri prestar eru frákoyrdir. Samstundis kannar løg- reglan fleiri skuldseting- ar. Ferjur í Flógvan Danska reiðaríið Scand- lines hevur selt tvær gamlar ferjur, sum í framtíðini skulu sigla í Persaflógvanum. Talan er um ferjurnar "Dronning Margrethe II" og "Rúgen", sum eru meiri enn 30 ára gamlar. Tað er reiðaríið Marco Shipping í Dubai hevur keypt skipini. Hetta felagið røkur rutusam- band ímillum Dubai og iraksku býirnar Basra og Umm Qasr, skrivar Politiken. Tær báðar ferjurnar liggja í løtuni í Nakskov, har tær verða riggaðar til, áðrenn tær skulu í Flógvan. Sjáldsamur fiskur Tveir norskir stuttleika- fiskarar gløddu við, tá teir nú um dagarnar vóru í Høylandssundin- um í Suðurhordalandi eftir nøkrum gørnum, sum teir høvdu havt standandi har. Í einum av gørnunum var ein fiskur, sum teir báðir menninir ongantíð høvdu sæð fyrr. Tá teir komu aftur til húsa, settu teir seg at hyggja í eina bók við alskyns fiska- sløgum, og har sóu teir, at tað var ein St. Pæturs- fiskur, sum teir høvdu fingið. Bergens Tidende skrivar, at St. Pæturs- fiskur er vanligur í Mið- jarðarhavinum, og at italiumenn eta nógv av hesum fiskaslagnum. Hinvegin er hann sjáld- samur her norðuri á okk- ara leiðum, og í Noregi verður hildið, at veður- lagsbroytingarnar við lýggjum vetri, illveðri og lýggjum sjógvi hava gjørt, at hetta fiska- slagið nú eisini hevur leitað sær norðureftir. UTTAN ÚR HEIMI Tann veksandi hitin á Jørðini kann hava við sær, at tær væl um- tóktu sponsku sól- strendurnar fara at hvørva VEÐURLAG Árni Joensen fartekst@mail.dk Tey seinastu hundrað árini er meðalhitin í Spania vaksin hálvtannað stig. Tað er meiri enn tvær ferðir meiri enn vøksturin í heim- inum annars og umleið eitt hálvt stig oman fyri hita- vøksturin í Evropa. Nú ávarar spanska um- hvørvismálaráðið um av- leiðingarnar. Ráðið hevur fingið eina frágreiðing, sum 50 granskarar hava skrivað, og sambært Christ- inu Narbona, umhvørvis- málaráðharra er frágreið- ingin óhugnaligur lesnaður. Granskararnir siga, at tey seinastu 30 árini í hesari øldini kann summarhitin í Spania fara upp um 50 stig. Teir hava eisini roknað út, at innan aldarskiftið fer vatnsstøðan í høvunum at hækka umleið 70 centi- metrar, og at tað fer at for- koma nógvum av teimum væl umtóktu sólstrondun- um. Christina Narbona sigur við AP, at øll hava skyldu til at gera nakað við veður- lagsbroytingarnar. Tað krevur tøknilig framstig, men tað krevur eisini, at vit broyta okkara vanar, sigur ráðharrin. Í Bretlandi fær stjórnarflokkurin hjá forsætisráðharranum altsamt støri undir- tøku, nú valið nærkast BRETLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Enn hevur Tony Blair ikki kunngjørt, nær bretar skulu velja nýtt Parlament, men hildið verður, at valið verð- ur eina ferð tíðliga í mei. Forsætisráðharrin ger kanska eisini rætt við at bíða við at kunngera val- dagin, tí sambært einari meiningakanning í blað- num The Independent fær flokkur hansara, Labour, altsamt størri undirtøku ímillum veljararnar. Kanningin, sum stóð í blaðnum í gjár, gevur La- bour 42 prosent av atkvøð- unum, meðan tann kon- servativi andstøðuflokkurin fær 30 prosent. Tann triði stóri flokkurin, Teir Libe- ralu Demokratrnir, fær 18 prosent. Hjá Labour er framgongdin fýra prosent- stig samanborið við eina kanning í síðsta mánað, meðan tey konservativu hava mist tvey prosentstig í sama tíðarskeiði. Sambært The Indepen- dent hevur stjórnarflokk- urin ikki havt so stóra undirtøku ímillum veljar- arnar síðani í mei í 2003. JARÐSKJÁLVTI Ein jarðskjálvti, sum bleiv máldur til 5,4 á Richter- stiganum, var í japanska høvuðsstaðnum Tokyo tíð- liga gjáramorgunin. Meiri enn 30 fólk fingu skaða. Japanski jarðfrøðistovn- urin segði, at miðdepilin í skjálvtanum var í lands- partinum Ibaraki norðan fyri Tokyo. Skjálvtin merktist væl í høvuðsstaðnum, og mynd- ugleikarnir gjørdu av at steingja fleiri vegir og jarnbreytir norðan fyri býin. Sponsku sólstrendurnar kunnu hvørva Blair klárt á odda Jarðskjálvti skakaði Tokyo Tað tykist vist, at Tony Blair fer at vinna parlamentsvalið, sum væntandi verður í mei Mynd: Reuters