hósdagur 17. februar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 17. februar 2005
3
Ábraham Løkin,
stjóri á Fofish, vil ikki
siga, hvussu nógv
reiðaríini fáa fyri
upsan, sum verður
frystur umborð á
russiska móðurskip-
inum, men hann vísir
á, at prísurin er av-
talaður, og hann er
munandi betri, enn
skipini annars fáa fyri
upsan í løtuni
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í vikuni kemur eitt russiskt
móðurskip inn á Skála-
fjørðin. Skipið verður lagt
við
oljubryggjuna
hjá
Runavíkar kommunu, har
tað fer at taka ímóti og
frysta smáa upsan, sum
sølufyritøkan,
Fofish
í
Runavík, selir fyri reiða-
ríini, Beta, Sjóborg og Kúr-
berg.
Í løtuni liggur skipið á
Havnini og verður gjørt
klárt at taka ímóti upsa.
Ábraham Løkin, sum er
annar av monnunum aftan
fyri Fofish, sigur, at eftir
ætlanini skuldi russarin
longu verið komið inn á
Skálafjørðin,
men
tað
hevur tikið nakað longri tíð
enn ætlað at gera skipið
klárt til móttøkuna.
– Vit vænta, at skipið
kemur inn á Skálafjørðin í
morgin, segði Ábraham, tá
ið vit høvdu hann í tele-
fonini í gjáramorgunin.
Etin í Ruslandi
Fofish hevur fingið eitt
fyribilsloyvi frá landsstýr-
inum, sum er galdandi í átta
vikur at frysta smáan upsa
– upsa 4, sum vigar upp til
hálvt annað kilo – umborð
á russiska skipinum. Skipið
klárar at frysta 25 tons um
samdøgnið, og lastir tekur
eini 200-250 tons.
Ábraham sigur, at tá ið
lastin er full, kemur eitt
annað russiskt skip eftir
fiskinum, sum verður seld-
ur og etin í Ruslandi, sum
hann tekur til.
– Sostatt kemur hesin
upsin ikki aftur á evrope-
iska marknaðin í kapping
við eitt nú føroyska upsan,
leggur hann aftrat.
Stjórin í Fofish vísir á, at
føroysku reiðaríini hava
ongan møguleika at klára
seg við tí upsaprísi, sum
verið hevur í longri tíð.
Hann
vil
ikki
siga,
hvussu nógv reiðaríini fáa
fyri fiskin, sum verður
frystur umborð á russiska
móðurskipinum, men vísir
á, at hesin prísurin er avtal-
aður, og hann er munandi
betri, enn skipini annars fáa
fyri fiskin í løtuni.
Sum skilst, er tað danska
felagið, Kangamiut, sum
keypir upsan frá føroysku
reiðaríunum og selir hann
aftur á russiska marknaðin-
um.
Skildur fiskur
Fyri at lúka treytirnar, sum
landsstýrið hevur sett, er
neyuðugt, at upsin verður
skildur, og hetta arbeiðið
verður gjørt í høllini hjá
Beta í Saltangará.
– Tað hevði verið lættari
og bíligari fyri reiðaríini,
um eini 20-30% av fisk-
inum kundu verið 3’arar, tí
tá hevði ikki verið neyðugt
at skilt fiskin í sama mun
sum nú. Tá kundi tann stóri
fiskurin verður skildur frá á
veg niður í lastina og seldur
fyri seg, meðan tann smái
fiskurin fór umborð á
móðurskipið til frystingar
og sølu í Ruslandi.
Ábraham sigur, at treytin
hjá landsstýrinum við fyri-
bilsloyvinum er, at fiskurin
verður bjóðaður út á upp-
boðssølu í Føroyum, áðr-
enn hann verður frystur og
útfluttur.
– Skipini fáa so nógvan
upsa – og fiskurin er so
smáur, at stundir eru ikki
hjá manningini at skilja
allan fiskin umborð. Tí er
neyðugt at gera hetta í
landi, leggur hann aftrat.
Umborð á russaranum
verður fiskurin avhøvdaður
og frystur, og høvdini koma
síðan í land aftur. Tey verða
seld til Høvdavirkið í Leir-
vík, um teir ynskja at keypa
tey.
Ábraham Løkin sigur, at
upsamarknaðurin í Russ-
landi tykist økjast, og tí er
at vóna, at hetta verður ein
glotti á leiðini, nú prísurin
annars hevur verið so lágur
sum ongantíð áður.
FÓLKAFLOKKURIN
XA
Hjartans tøkk fyri stuðulin
á fólkatingsvalinum
l
Anfinn Ka lsberg
Annika Olsen
Bergur Bærendsen
Bjarni Djurholm
Bjarti Mohr
Hanna Jensen
Heðin Zachariasen
Hjørdis Viberg
Ingi Olsen
Jacob Vestergaard
Jákup Mikkelsen
Jógvan á Lakjuni
Jógvan við Keldu
Jørgen Niclasen
Kjartan I. Joensen
Óli Breckmann
Óli Nolsøe
Poul D. Klementsen
Poul Michelsen
Ragnar S. Olsen
Rúna Sivertsen
Tummas í Garði
Loysir seg nógv betur at frysta upsan
Upsin, sum verður frystur umborð á russiska móðurskipinum, verður skildur hjá P/F Beta, tí
fyribilsloyvið, sum landsstýrið hevur givið í átta vikur, fevnir bert um upsa 4. Umborð á
móðurskipinum verður fiskur avhøvdaður, áðrenn hann verður frystur. Høvdini verða síðan
koyrd í land aftur
Mynd: Vilmund Jacobsen