hósdagur 17. februar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 33 - 17. februar 2005
Eldrasambýlini eru
stórir bygningar við
lutfalsliga fáum
fólkum til arbeiðis í
senn, og tí er skila-
gott, at tær, sum eru
til arbeiðis, vita, hvør
teirra uppgáva er
undir slíkum
umstøðum
TRYGD
Orð & myndir:
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Týsdagin vóru tveir mans
frá Skálafjarðar Sløkkiliði á
eldrasambýlinum Vestur-
skin á Toftum og kunnaðu
starvsfólkið á stovninum
um tryggleikaspurningar í
samband við eldsbruna og
sløkking av eldi.
Kunningin tók tilsamans
tveir tímar, har fyrsti tímin
var teoretiskur. Hesin part-
urin fevndi eisini um eina
gjøgnumgongd av bygning-
inum – og hvussu starvs-
fólkið eigur at fyrihalda
sær, um eldur kemur í.
Seinni parturin fór fram í
túninum omanfyri húsið,
har
starvsfólkini
eisini
sluppu at royna seg við at
sløkkja eld – við vatni,
brandteppi, pulvuri og ein-
um grýtuloki.
Samstundis, sum fyntligu
sløkkiliðsmenninir
vístu
starvsfólkunum, hvussu tey
í praksis eiga at gera – og
ikki eiga at gera, greiddu
teir eisini frá, meðan kvinn-
urnar sluppu at royna seg.
Sløkkiliðsmenninir vóru
væl nøgdir við tað, sum
starvsfólkini vístu, og ann-
ar helt fyri, at tað kundi sæð
út, sum um fleiri av hesum
kvinnum høvdu roynt at
sløkt eldar áður!
Allar sluppu tær at royna
seg, og allar megnaðu og
tordu tær at sløkkja eldar
við brandteppinum og
pulvursløkkjaranum.
Tilbúgving
Hetta er eitt skilagott tiltak,
og eingin ivi er um, at tað
økir um tryggleikan, um
tað ringasta skuldi hent á
einum slíkum stovni.
Sum skilst, fer stovnurin
nú at skipa eina ávísa til-
búgving, har ein ætlan
verður løgd sum sigur,
hvussu starvsfólkið skal
fyrihalda seg, um eldur
kemur í.
Eldrasambýlini eru stórir
bygningar við lutfalsliga
fáum fólkum til arbeiðis í
senn, og tí er skilagott, at
tær, sum eru til arbeiðis,
vita, hvør teirra uppgáva er
undir slíkum umstøðum.
Leiðarin á eldrasambýl-
inum á Toftum, Anna
Jacobsen, var eisini við
hendan dagin, og hon helt
tað vera eitt gott hugskot, at
Sosialurin var við hendan
dagin og tók nakrar myndir
av tiltakinum.
Tær 10 kvinnurnar, sum
luttóku
á
skeiðnum
týsdagin, gjørdu hetta í síni
frítíð.
Í gjár skuldu so tær 8-9
kvinnurnar, sum ikki vóru
við tann fyrra dagin, á hetta
sama skeiðið á eldrasam-
býlinum, Vesturskin.
Sløkkivenjing á eldrasambýlinum á Toftum
Tíggju kvinnur, sum eru knýttar at eldrasambýlinum Vesturskin á Toftum, vóru á skeiði í eldsløkking týsdagin. Mikudagin skuldu
tær luttaka á skeiðnum, sum ikki vóru við tann fyrra dagin
Tað vóru menn frá Skálafjarðar Sløkkiliði, sum tóku sær av
kunningini og vístu, hvussu eldur skal sløkkjast
Allar sluppu tær at royna seg við brandteppinum og
pulvursløkkjaranum – og allar tóku tær uppgávuna í álvara
Nú er at raka beint! Allar megnaðu teir sína uppgávu til fulnar,
bæði við pulvursløkkjaranum og við brandteppinum. Undrun-
arvert var at síggja, hvussu væl pulvurið sløkkir eld
Sunnleif Højgaard og hjálparmaður hansara dugdu væl at
greiða frá, hvussu eldur skal »handfarast«
Fríggjakvøldið
verður Guðrun
Sólja Jacobsen við í
seinnu hálvfinaluni
í Stjørna í eitt
kvøld, og har skal
hon royna at gera
ein av teimum
trimum, sum fara
víðari til finaluna.
Hon fer syngja
kendan sang hjá
Whitney Houston
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað er eingin ivi um, at
Gurðun Sólja Jacobsen
eigur eina tí kendastu
røddina frá tónleika-
kappingini Stjørna í eitt
kvøld.
Fríggjakvøldið
skal hon aftur vita, um
fólk kring Danmark – og
í Føroyum – vilja hava
hana víðari í kappingini.
Tá verður seinna hálv-
finalan hildin í einum
upptøkuhølum í Århus,
og DR og SvF syrgja
sum vanligt fyri, at kapp-
ingin verður varpað út til
allar danir og føroyingar.
Syngur Houston
Seks fólk fara at syngja í
hálvfinaluni, og helvtin
av teimum kemur víðari
til stóru finaluna, sum
verður hildin í Herning
síðst í mánaðinum.
Guðrun sang í innleið-
andi kappingini kenda
Lennon-sangin, Imagine,
men í hálvfinaluni fer
hon yvir um Atlantshavið
eftir einum sangi. Hon
fer at tulka sangin »Run
To You« hjá songkvinn-
uni Whitney Houston.
Kappast við Jakob
Umframt Guðrun Sólja
Jacobsen er eisini Jakob
Andersen við í hesari
kapping. Hann var í
finaluni, tá ið Guðrun
vann, og tey hava síðani
fleiri ferðir sungið til
somu konsertir. Nú skulu
tey aftur kappast, men
møguleikin er, at tey
koma bæði víðari.
Stóra finalan í Stjørna
í eitt kvøld verður hildin
25. februar, og tað er ein
møguleiki fyri, at Guðr-
un Sólja Jacobsen verður
ein av sangarunum í
finaluni.
Guðrun skal stríðast
um finalupláss