hósdagur 17. februar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 17. februar 2005
5
Undanfarin ár hevur
páskastevnan verið í
ítróttarhøllini á Skála. Í
ár verður hon hildin í
Kelduni á fyrsta sinni. –
Vit ynskja at reisa upp
Guds kvinnur og menn
at taka andaliga ábyrgd
í landi okkara, sigur
Pauli Høj, leiðari í
samkomuni
KRISTILIG TILTØK
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tað hevur verið siður í
mong ár at hava slíkar
páskastevnur í Havn og á
Skála. Men nú samkoman í
Kelduni tók tann nýggja
bygningin í nýtslu í fjør,
verður hann nú karmur um
páskastevnuna 2005.
Á páskastevnuni verður
luttøka ymsastaðni frá í
Føroyum. Dentur verður
nevniliga lagdur á at nýta
føroyskar samkomuleiðarar
og aðrar góðar og fram-
standandi talarar úr okkara
egna landi.
– Vit trúgva, at henda
páskastevnan fer at reisa
Guds menn og kvinnur upp,
sum vilja ávirka og taka
ábyrgd fyri okkara landi og
fólki, sigur Pauli Høj, sum
er samkomuleiðari í Keld-
uni.
Út frá hesum er eisini
heitið fyri stevnuna tikið
"At liva á eggini", sum vísir
á ein hátt at liva fyri
Harran, so ikki tað human-
istiska tíðarrákið skal vinna
frama her á landi.
Eins og undanfarin ár
verður nógv gjørt burtur úr
stevnuni. Millum tiltøkini
kunnu nevnast morgun-
møtir, festmøtir, barnamøt-
ir, familjumøtir, syngið-
við-kvøld og ungdóms-
kvøld við m.a. drama- og
dansiframførslu.
Samstundis
við
hesa
páskastevnuna verður 2.
byggistig í Kelduni tikið í
nýtslu.
Kristnu virðini
At Keldan í fjør kundi taka
tann nýggja samkomu-
bygningin í brúk, hevur
skapt ein hóp av møguleik-
um fyri tiltøkum í húsinum.
Nú ber væl til at skipa
fyri eini slíkari stevnu í
Kelduni, sum hevur tær
allar bestu umstøðurnar at
halda eina slíka stevnu,
sum skiftir annaðhvørt ár
millum høvuðsstaðin og
Skálafjørðin.
Við páskastevnuni í ár
vónar Keldan, at kunna
kveikja lív og íblástur í
samkomulívið í Føroyum.
– Á henda hátt er enda-
málið at verða til uppbyggj-
an og endurnýggjan fyri øll
trúgvandi.
– Okkara bøn er tí at vit
skulu síggja menniskju
frelst, grødd og loyst, so-
leiðis at tey kunnu fara í
tænastu fyri Harran, sigur
Pauli Høj.
Gjøgnum boðanina á
páskastevnuni er ætlanin at
vísa á, at okkara land skal
verða ein fyrimynd, har tey
kristnu virðini og kristnu
sannleikarnir ganga fram.
Soleiðis kunnu vit, sum ein
lítil tjóð, eisini vera við til
at ávirka aðrar størri tjóðir
kring okkum.
Á stevnuni verður somu-
leiðis høvið hjá fólki at
koma fram til forbøn fyri
sjúku og øðrum tørvum.
Víðka bygningin
Tað var einki minni enn ein
stórhending, tá Keldan í
fjør kundi taka í nýtslu tann
stóra samkomubygningin í
Skálafirði.
Hesin bygningur er liður
í eini størri verkætlan hjá
Kelduni,
sum
umfatar
møtisal til eini 900 fólk,
matstovu, kømur og annað.
Verkætlanin umfatar eisini
skúlastovur.
– Við hesum fasilitetum
er tí møguligt at hava størri
stevnur, konsertir og tílíkt
her hjá okkum, sigur Pauli
Høj.
Nýggi bygningurin hevur
sera framkomna útgerð
hvat viðvíkur ljóði, ljósi og
øðrum hentleikum, til at
halda bæði møtir og kon-
sertir í.
Ætlanin er at taka 2.
byggistig, har sum matsal-
urin er, í nýtslu undir stevn-
uni. Hesin matsalur rúmar
250 fólkum, og fer beinan-
vegin í sving við at mat-
gera, meðan stevnan er.
Fyrsta páska-
stevnan
í Skálafirði
Keldan í Skálabotni verður á páskum vertur fyri páskastevnuni á fyrsta sinni. Samstundis við stevnuna verður 2. byggistig tikið í
nýtslu