hósdagur 17. februar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 33 - 17. februar 2005
– Vit halda okkum
fingið ein størri og
sterkari sparikassa
við at keypa Eik Bank
í Danmark, sigur
Marner Jacobsen,
forstjóri í Føroya
Sparikassa, sum hevði
metstórt avlop í fjør.
Føroya Sparikassi
verður ikki frameftir
líka lætt ávirkaður av
fiski og laksi, tí økt
virksemi uttanlands
kann mótviga aftur-
gongd í føroyska
búskapinum
SPARIKASSI
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroya Sparikassi hevði sítt
besta roknskaparár í fjør.
107,2 milliónir krónur lógu
eftir í sparikassanum í ein-
um ári, har føroyski bú-
skapurin
annars
varð
merktur av afturgongd.
– Vit eru nøgd við úrslitið,
og útlitini fyri í ár eru góð,
sigur Marner Jacobsen, for-
stjóri í Føroya Sparikassa.
Úrslitið á 107,2 mió.kr.
eftir skatt stendur seg væl í
eini samanbering við 2003,
tá ið sparikassin hevði eitt
hall á 128,8 mió.kr. og
2002, tá ið hallið var 65,9
mió.kr.
– Vit hava forrentað egin-
peningin við 13,6 prosent-
um eftir einum ári, og egin-
peningurin er nú 826,7 mió.
kr., ið gevur ein solvens fyri
samtakið upp á 16,3 pro-
sent,
samstundis
sum
gjaldførið er sera gott.
Søla og minni tap
gav bonus
Føroya Sparikassi sigur
grundraksturin
hjá
sær
verða góðan, hóast rentu-
inntøkurnar minkaðu og
útreiðslurnar til umsiting-
ina vuksu eitt vet.
– Tá ið hugsað verður um
umstøðurnar í føroyska
búskapinum, so halda vit,
at rentuinntøkurnar eru lítið
minkaðar, og raksturin er
bara kvinkaður eitt vet upp
eftir, sigur Marner Jacob-
sen, forstjóri.
Tað, sum ger tann stóra
munin í úrslitinum fyri
2003 og 2004, eru serliga
burturleggingarnar og virð-
isjavnin av partabrøvum.
Avskrivingar og burtur-
leggingar av skuldarum
minkaði úr góðum 300
milliónum í 2003 og niður í
87 milliónir í 2004.
Virðisjavnin av virðis-
brøvum og útlendskum
gjaldoyra vaks úr 23 milli-
ónum og upp í í góðar 86
milliónir. Hetta komst av, at
Føroya Sparikassi í fjør
seldi sín ognarpart í KB
Bankanum í Íslandi, og tað
gav eitt munandi ískoyti til
inntøkurnar.
Sparikassin sterkur
sum Eik
Føroya Sparikassi kann líta
aftur á eitt hendingaríkt ár,
har ein høvuðshending var
keypið av Kaupthing Bank
A/S, ið nú eitur Eik Bank
Danmark A/S.
Við keypinum gerst virk-
semið hjá Sparikassanum
uttanlands meira sjálvstøð-
ugt, samstundis sum virkis-
grundarlagið hjá Sparikass-
anum verður víðkað og
váðin spjaddur út um
gongdina í føroyska bú-
skapinum.
– Vit verða minni knýtt at
gongdini í føroyskari fiski-
ella alivinnu, tí vit nú hava
størri virksemi uttanlands.
Sparikassin
sær
stórar
møguleikar í íløgubankan-
um, sum hevur fleiri bein at
standa á og eitt fullfíggjað
útboð av tænastum at bjóða
kundum
sínum,
sigur
Marner Jacobsen.
– Størri virksemið uttan-
lands kann kompensera fyri
minkandi føroyskum bú-
skapi, og tí hava vit góðar
vónir til 2005, og vit rokna
við einum úrslitið á sama
støði sum í fjør, sigur hann.
Eftir yvirtøkuna av Eik
bankanum økist javnin hjá
Sparikassanum sum samtak
við stívliga 1,2 mia.kr., so-
leiðis at hann fer upp á
slakar 6,5 mia.kr.
Nevndin í Sparikassan-
um skjýtur upp fyri aðal-
fundinum at luta út 5 pro-
sent í vinningsbýti til teir
umleið 8.700 partaeigarar-
nar.
Styrktur sparikassi skal
tjena pengar uttanlands
Lyklatøl fyri roknskapin hjá Føroya Sparikassa í 2004
Ársúrslit: 106, 2 mió. kr.
Ogn tilsamans: 6.493,566
Eginpeningur ultimo: 826.700
Útlán: 5.052.785
Innlán: 4.195.076
Ábyrgdir: 276.665
Solvensprosent: 16,3
Útlán í mun til eginogn: 6,1
Fulltíðarstørv tilsamans: 203,1
FAKTA
– Vit gera serstakar
avtalur í Føroyum, og
prísirnir í Føroyum
kunnu ikki saman-
líknast við prísirnar
hjá teimum ymsu
rásunum í Danmark,
heldur stjórin í
Gramex, Bjørn Juell-
Sundbye
GRAMEX
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Vit hava gjørt eina avtalu
við Rás 2, sum byggir á tað
gjald, sum hevur verið í
Føroyum í nógv ár. Tað ber
ikki til at samanlíkna hesar
prísir við tað, sum summar
danskar útvarpsrásir gjalda.
Tað sigur stjórin í felags-
skapinum Gramex, sum
umsitir rættindini til tónleik
fyri tónleikarar og plátufe-
løg.
Tá ið almennar fram-
førslur eru av tónleiki,
krevur Gramex gjald fyri
hesar framførslur, og eitt nú
skulu føroysku útvarps-
støðirnar gjalda til Gramex
fyri at senda tónleik.
Stjórin á Rás 2 er mis-
nøgdur við, at Rás 2 skal
gjalda fýra ferðir so nógvar
pengar til Gramex, sum
summar útvarpsstøðir í
Danmark gjalda.
– Vit hava ymiskar prísir
í Danmark, og summar
útvarpsstøðir í Danmark
gjalda meira enn aðrar. Tað
støðið, sum er lagt í Føroy-
um, hevur verið í nógv,
nógv ár, og tað byggir á
avtalur, sum vit hava gjørt
við føroysku útvarpsrásir-
nar, fyrst og fremst Útvarp-
ið, sigur Bjørn Juell-Sund-
bye, stjóri fyri Gramex.
Pengar koma aftur
til Føroya
Petur Jacobsen, stjóri fyri
Rás 2, heldur, at hansara rás
hevur goldið alt ov nógvar
pengar til Gramex, saman-
borið við tilsvarandi út-
varpsstøðir í Danmark, og
hann hevur biðið Menta-
málaráðið venda sær til
danska Kulturministeriet
fyri at kanna málið.
– Meðan donsk lokal-
radio gjalda 46,60 oyru,
skulu vit gjalda 1,89 krónur
fyri hvønn minutt. Vit hava
frá fyrsta degi av víst á
okkara ónøgd við gjaldið,
men at gjaldið var ymiskt í
pørtum av ríkinum, høvdu
vit ikki droymt um, og tað
varð heldur ongantíð upp-
lýst fyri okkum, sigur Petur
Jacobsen.
Sambært stjóran í Gra-
mex er tað einki løgið við,
at ymiskir prísir eru gald-
andi.
– Vit hava trý øki, sum vit
umsita – Danmark, Føroyar
og Grønland – og prísirnir
eru ymiskir. Eisini í Dan-
mark eru fleiri ymiskir
prísir, sum DR, TV2, hand-
ilsligu rásirnar og lokal-
radio gjalda. Tí ber ikki til
at siga, at onkur hevur
goldið ov nógv. Gjaldið
verður bygt á avtalur, sum
vit gera við tær ymsu út-
varpsstøðirnar, sigur Bjørn
Juell-Sundbye, stjóri fyri
Gramex.
Hann leggur dent á, at ein
stórur partur av pengunum,
sum
føroysku
rásirnar
gjalda til Gramex, verður
goldin aftur til føroyskar
útgevarar og tónleikarar.
– Í fjør goldu vit 234.000
krónur til Føroyar, og um
gjaldið hjá føroysku út-
varpsrásunum skal minka,
ja, so minka eisini peng-
arnir til føroyskt tónleika-
lív, sigur Bjørn Juell-Sund-
bye.
Gramex-gjaldið í Føroyum er serstakt
– Størri virksemið uttanlands kann kompensera fyri minkandi føroyskum búskapi, og tí hava vit góðar vónir til 2005, og vit rokna við einum úrslitið á sama støði
sum í fjør, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa