Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 17. februar 2005 7 Fiskavirkini høvdu 25 milliónir í halli í fjør Fiskavirking einsa- malt hevði 10-11 milliónir í halli í fjør, men Kósin í Klaksvík heldur tørn FISKIVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo At fiskavinnan í Føroyum gongur illa, er ongin loyna. Men nú eru eisini tey fyrstu tølini komin fyri, hvussu illa tað í veruleikanum stendur til í fiskivinnuni í Føroyum. Og tey tølini vísa, at í fjør høvdu fiskavirkini í Føroy- um tað ringasta árið í nýggjari tíð. Felagið fyri ráfiskakeyp- arar hevði fund í farnu viku. Formaðurin í felagnum, Egil Olsen, sigur, at útfrá tí, sum varð upplýst á fundin- um, metir hann, at hallið hjá øllum fiskavirkjunum í landinum verður einar 25 milliónir í fjør. Og so vánaligt hevur úr- slitið hjá fiskivinnuni á landi ikki verið í nógv ár. Egil Olsen vil ikki siga nakað um úrslitið hjá ein- støkum virkjum. Men aðrar keldur í fiski- vinnuni fortelja okkum, at Fiskavirking einsamalt hevði eitt hall uppá 10-11 milliónir í fjør. Hinvegin stendur so nøkunlunda upp og niður hjá Kósini í Klaksvík, tí har kláraðu tey so dánt at halda nullið. Vanligu virkini hava tað ringast Hóast formaðurin í fel- agnum fyri ráfiskakeyparar ikki vil gera viðmerkingar til hesi tølini, sigur hann, at sum heild eru tað tey van- ligu frystivirkini, sum hava tað tungt. Hinvegin gongur heldur frægari hjá saltfiskavirkj- unum, tó at úrslitið als ikki kann sigast at vera nøktandi hjá teimum heldur. – Summi av teimum hava nakrar hundraðtúsund í av- lopi og tað er onki av teim- um, sum røkkur eina milli- ón í avlopi. Og tað vóru eis- ini onkur saltfiskavirki, sum góvu hall, sigur Egil Olsen. Stóri trupulleikin hjá saltfiskavirkjunum í fjør hevur verið, at tað hevur verið so lítil toskur at salta og tað var júst toskurin, sum gav tann heilt góða prísin. Egil Olsen ásannar, at sostatt er støðan hjá fiska virkjunum á landi alt annað enn góð. – Hetta er sostatt annað árið á rað, at fiskavirkini á landi hava stórt hall. Í 2003 høvdu tey eitt hall uppá 15- 17 milliónir og í 2004 verð- ur hallið einar 25 milliónir. Tað sæst eisini, at avleið- ingarnar av vánaligu støð- uni eru farnar at merkjast við tað, at onkur virki eru longu latin aftur. – Men kemur ikki vend í heilt skjótt, stúrir hann fyri, at sum árið í ár fer at líða, er vandi fyri, at onnur virki eisini noyðast at geva skarvin yvir. Formaðurin í ráfiska- keyparafelagnum sigur, at ein stór orsøk til tað vána- ligu gongdina, er, at doll- arin er so lágur og tað ger tað bíligari at keypa fisk aðrastaðni til marknaðin í Evropa og tað ger kapping- ina nógv harðari, eisini frá láglønarlondunum. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Fiska- virking. Men Óli Hansen, nevndarformaður í Fiska- virking, hevur áður upplýst fyri Sosialinum, at tey gera ikki viðmerkingar til rokn- skapartøl fyri aðalfundin. À Kósini vil Hanus Han- sen, stjóri, heldur ikki gera viðmerkingar til roknskap- artølini, fyrrenn á aðal- fundinum. – Vit hava nakrar fyrimunir, sum okk- ara kappingarneytar ikki hava og teir eiga vit at brúka, sigur Egil Olsen, formaður í felagnum fyri rá- fiskakeyparar FISKIVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Skal gongdin í fiski- vinnuni í Føroyum vendast, er tað ein avgerandi for- treyt, at vit fáa betri flutn- ing ímillum Føroyar og um- heimin. Tað staðfestir Egil Olsen, formaður í ráfiskakeypara- felagnum - enn einaferð. Hann sigur, tí at eitt tað størsta bakkasti, sum før- oysk fiskivinna hevur verið fyri seinastu nógvu árini, var, at skotlandssiglingin hjá Smyrli helt uppat. Eina tíð ímeðan skot- landssiglingin var, var Egil Olsen sjálvur stjóri á flaka- virkinum á Tvøroyri. – Tað tíðina fluttu vit eini 120 tons av feskum flaki til Skotlands við Smyrli um vikuna. Hann sigur, at nú eru tær fesku vørurnar bara ein viðfáningur. Egil Olsen sigur, at hetta er júst kjarnin í teimum trupulleikunum, føroyska fiskivinnan hevur og hetta er eisini høvuðslykilin til at venda gongdini. – Vit noyðast at leggja dent á teir fyrimunir, vit hava framum láglønarlond- ini. Og tað er júst, at vit eru so tætt við marknaðin ogtí kunnu selja teimum spill- feskar vørur. – Tann fyrimunin skulu vit brúka. Men skal ta bera til, verður eisini neyðugt við góðum flutningi. Men tað heldur Egil Ol- sen ikki, at føroyingar hava ásannað enn, hóast tað er ávíst mangar ferðir. Hann ivast onga løtu í, at ein stór orsøk til aftur- gongdina í Suðuroy sein- astu árini, er, at skot- landssiglingin helt uppat. – Skulu vit gera okkum vónir um at kunna selja feskar vørur í størri mun, verður neyðugt at fáa nógv betri flutning ímillum Føroyar og Skotland og tí eigur tann trupulleikin ikki at vera undirmettur, sum hann viðhvørt hevur var- hugan av, at hann er. Hann nevnir at íslending- ar eru farnir at flúgva fisk á marknaðin hvønn dag og tað hevur gjørt, at teir hava lagt seg á ein stóran part av marknaðinum. Ti heldur Egil Olsen, at tað verður alneyðugt at fáa betri samband fleiri ferðir um vikuna við báti og helst eisini við flogfari. Hann ásannar, at tað er dýrt at flúgva við fiski. Men ein trupulleiki er, at næstan allur okkara innflutningur er úr Danmark. Sostatt mugu flogførini flúgva, har tey kunnu fáa vørur heim- aftur við, tí annars loysir tað seg slett ikki. Men at flúgva til Keypmannahavnar og lossa vøruna víðari haðani frá upp í treylarar ella onnur flogfør, er ikki tað rætta. Fiskurin skal flúgvast so nær marknaðin sum gjør- ligt. – Men vit sóu, at táið Smyril sigldi til Skotlands, fóru vit eisini at flyta vørur inn úr Skotlandi. Egil Olsen sigur, at hetta er íløga í framtíðina og hetta er at skapar karmar fyri vinnulívið. – Verður tað neyðugt, eigur landskassin sostatt at spjaða til, fyri at at flutningssambandið verður álítandi og trygt og ikki dettur niðurfyri aftur eftir stutta tíð. Samstarv ímillum skip og virki Hann heldur eisini, at tað verður neyðugt at endur- skoða sambandi ímillum skip og virki. – Í dag verða skip og virki rikin fullkomiliga hvør sær, men hetta verða vit noydd at endurskoða. Tað, sum hevur størstan týdning fyri marknaðin, er, at hann fær leveringstrygd fyri tað, hann vil hava. Men sum er, vita virkini í Føroy- um ongantíð, hvørja rávøru tey fáa, tí skipini kunnu vera vekk nær sum helst, um tey halda, at tað akkurát tá loysir seg betri at avreiða onkra aðrastaðni. Egil Olsen vísur á, at fyri tað er ikki sagt at skip og virki skulu leggjast heilt saman. – Tað finnast nógvir mill- umvegir og undir øllum umstøðum er tað alneyðugt at fáa betri samstarv ímill- um skip og virki. – Betri flutningssamband við Skotland og økt sam- starv ímillum skip og virki, eru tveir spurningar, sum vit ikki sleppa undan at viðgera, sigur Egil Olsen, formaður í felagnum fyri ráfiskakeyparar. Fiskavirkini ganga so illa, sum tey ikki hava gjørt í fleiri ár og keldur í fiskivinnuni siga,at bara Fiskavirking hevði eitt hall upp á 10-11 milliónir í fjør Venda gongdini við feskum fløkum og góðum flutningi – Beinleiðis flutningur ímillum Føroyar og Skotland er ein avgerandi fortreyt fyri at venda gongdini í fiskivinnuni á landi, heldur Egil Olsen, formaður í ráfiskakeyparafelagnum