Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 33 - 17. februar 2005 Síðan Norðatlants- bólkurin varð settur á stovn í 2001, hevur Sjúrður Skaale verið ein fastur partur av honum, men nú pakkar hann saman og flytir til Føroyar. Heini í Skorðini verð- ur nýggi skrivarin hjá bólkinum CHRISTIANSBORG Marjun Dalsgaard Eftir fólkatingsvalið er greitt, at Norðuratlants- bólkurin heldur fram við somu manning, sum stovn- aði bólkin í november 2001, nevniliga Høgna Hoydal og teimum báðum grønlendsku fólkatingsum- boðunum Kuupik Kleist og Lars-Emil Johansen. Sum skrivari hevur Sjúrður Skaale eisini verið ein fastur partur av bólkin- um síðan 2001 og hevur verið við til at myndað tað arbeiði, sum bólkurin hevur brúkt sínar pengar til. Mill- um annað stóð hann fyri fólkarættarliga kanningar- arbeiðinum, sum førdi til tvær bókaútgávur í heyst "The Right To National Self-Determination" og eitt keldusavn á donskum, sum millum annað avdúkaði at danir hava villleitt ST í mun til viðurskiftini í Grønlandi í 50’unum. Sum allir aðrir tingbólkar á Christiansborg, fær Norð- uratlantsbólkurin eina ávísa upphædd um mánaðin til lønir, eins og teir fáa eina fasta upphædd fyri hvønn tinglim, sum er í bólkinum, at gera upplýsandi arbeiði fyri. Einasta kravið er, at peningurin verður brúktur til verkætlanir, sum eru upplýsandi í mun til parla- mentariska arbeiðið, sum verður gjørt í fólkatingin- um - til dømis at bøta um grundarlagið fyri at gera lógaruppskot ella broyting- ar í verandi lóg. Norðurat- lantsbólkurin er ein góður møguleiki fyri at skapa vitan um Føroyar og før- oysk viðurskifti, heldur Sjúrður Skaale. Óavmarkaðir møguleikar – Tað er so nógvur pen- ingur í hesari skipanini, at møguleikarnir eru óav- markaðir. Tú kanst gera alt tað, tú vilt. Í sambandið við fólkarættarligu kanningina, kundi eg seta allar teir ser- frøðingar, sum eg hevði brúk fyri. Faktiskt var eg skelkaður yvir, hvussu nógvur peningur verður koyrdur út til tingbólkarnar, tá vit byrjaðu, sigur Sjúrður Skaale. Bøkurnar, sum komu út í heyst eru longu útseldar frá forlagnum, og yvirskotið hava teir eisini til góðar. Næsta verkætlanin verður møguliga at kanna, hvussu peningastreymurin er mill- um Føroyar og Danmark og Grønland og Danmark, og tað verður helst nýggi skrivarin, Heini í Skorðini, sum fer at standa fyri tí arbeiðinum. – Í roynd og veru kanst tú kanna alt - til dømis, hvussu umstøðurnar hjá føroyingum og grønlend- ingum eru í Danmark - ella hvussu nógvir føroyingar eru til - tað er tað jú eingin sum veit við vissu. Hetta er alt upplýsandi arbeiði, sum er sera hent, og eg síggi Norðuratlantsbólkin, sum ein møguleika fyri at gera upplýsandi arbeiði um Føroyar og at virka sum ein longri armur hjá føroysku mynduleikunum, sigur Sjúrður Skaale, og leggur aftrat at atfinningar úr Før- oyum, um at teirra virksemi skal verða landaskaðiligt er heilt burturvið. – Landaskaðiligt virk- semi er nakað, sum danir vórðu koyrdir í geglið fyri eftir annan verðaldarbar- daga, hetta er heilt burtur- við og sera grovar ákærur - vit gera upplýsandi arbeiði, sigur Sjúrður Skaale og leggur aftrat, at hvat tú velur at kanna sjálvsagt er tengt at hvørjir politikarir mynda bólkin, men sjálvt kanningararbeiðið er polit- iskt óheft. Gott samstarv við útheimin Aðar uppgávur hjá skrivar- anum hava verið at hava samband við politikarar á Chrisitansborg, og Norður- atlantsbólkurin er somu- leiðis ein góður platformur, at skapa samband við um- heimin frá, sigur Sjúrður Skaale. Tað mest áhugaverda við arbeiðinum hevur verið at luttikið í altjóða ráðstevn- um saman við londum, sum eru í líknandi støðu sum Føroyar, sigur Sjúrður. – Eg havi fingið samband við nógv fólk, ið umboða lond, sum eru í somu støðu sum Føroyar. Tað hevur verið tað mest áhugaverda við hesum starvinum - millum annað at hoyra um hvørjar royndir onnur sjálvstýri hava við til dømis ES, sigur Sjúrðru Skaale. Spurdur um hvat týdn- ingarmesta avrikið hevur verið, er Sjúrður sannførd- ur um, at tað er arbeiðið við fólkarættarligu kanningini. – Hans Corell løgfrøði- ligi ovastin í ST ringdi og takkaði fyri áhugaverdan lesna - eg haldi, at vit hava gjørt eitt gott arbeiði, og eg eri glaður fyri at hava verið her, sigur Sjúrður. Hann er tó ikki keddur av, at hann nú heldur uppat, hann flytir til Føroyar og heldur ikki, at hann kann røkja eitt starv á Christiansborg, tá ið hann býr í Føroyum. Heini í Skorðini verður nú settur í staðin fyri Sjúrða Skaale, men enn er ikki heilt vist, hvat hansara upp- gáva verður, tað skal hann tosað við Høgna Hoydal um. Heini lesur samfelags- frøði á Lærda Háskúlanum í Keypannahavn og verður tískil ikki fulla tíð á Christ- iansborg. Av góðum ráðum til eftir- fylgjaran hevur Sjúrður, millum annað, at tað er týdningarmikið ikki at vera undirbrottligur í mun til politikararnar á Christians- borg – Tað eru vanlig menn- iskju, og ein skal ikki vera bangin fyri at tosa við tey, sigur hann og leggur aftrat, at tað eisini kann vera eitt gott hugskot líka at senda teimum ein mail og takka fyri, tá teir taka føroysk viðurskifti upp í fólkating- inum. Í blaðnum í gjár var skeiv grein um skrivaraskiftið í Norðuratlantsbólkinum komin við. Vit biða lesaran halda okkum til góðar, og prenta her røttu greinina. Sosialurin Norðuratlantsbólkurin nýggjan skrivara Sjúrður Skaale pakkar saman á Christiansborg. Hann hevur verið fastur partur av Norðuratlantsbólkinum, síðan bólkurin varð stovnaður í 2001. Fólkaheilsu- frøðingur vitjar í Føroyum VITJAN Tíðindaskriv Í døgunum 18. til 23. februar fær Advent- kirkjan vitjan av fólka- heilsufrøðinginum Per de Lange frá Norra. Á vitjanini fer Per de Lange at hava almenn- ar fyrilestrar í Advent- kirkjuni um heilsu- frøðislig viðurskifti. Fyrilestrarnir fara at snúgva seg um, hvat tann einstaki kann gera fyri sína egnu heilsu, og hvussu hann kann bera seg at hesum við- víkjandi. Per de Lange hevur doktaraheiti í fólka- heilsufrøði frá Loma Linda universitetinum í Kalifornia. Í løtuni rekur hann Senter for Helse og Livsstil í Oslo og er umframt ritstjóri á heilsutíðar- ritinum Sunnhetsblad- et, sum eisini er kent í Føroyum. Sum rithøv- undur hevur hann skrivað eina røð av greinum um fyribyrgj- andi heilivág og heilsu umframt handbøkur um at leggja av at roykja. Hann ger hvørja viku útvarpssendingar í nærvarpi í Norra og hevur fyrilestrar á skúlum og ymiskum felagsskapum og hevur í tí høpi verið í Svø- ríki, Danmark, Rus- landi, Englandi og USA og aðrastani. Við á føroyaferðini er kon- an Monica, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, og tey syngja saman og "krydda" fyrilestr- arnar við teirra sangi, sum eisini fæst á fløgu. Per og Monica de Lange hava fyrr vitja í Føroyum.