hósdagur 17. februar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 17. februar 2005
9
Framtaksgrunnurin
fer at lata Smyril Line
lán til raksturin. Tað
váttar nevndarfor-
maðurin í Framtaks-
grunninum, Dagmar
Joensen. Hon vil ikki
nevna nakra upp-
hædd
SMYRIL LINE
Edvard Joensen
Framtaksgrunnurin fer eins
og hetlendski oljugrunn-ur-
in at lata Smyril Line rakst-
rarlán. Tað váttar Dagmar
Joensen, nevndarformaður
í Framtaksgrunninum.
Dagmar Joensen vil tó
ikki siga nakað nágreiniligt
krónutal, sum Framtaks-
grunnurin fer at lata Smyril
Line. Bert tað, at tað verður
í mun til ognarpartin í fe-
lagnum. Framtaksgrunnur-
in eigur 16,9 prosent av
partapeninginum í Smyril
Line, sigur nevndarformað-
urin í grunninum.
Leiðslan í Framtaks-
grunninum hevur ikki enn
tikið støðu til, hvussu verð-
ur við framhaldandi at seta
partapening í Smyril Line.
Ikki annað enn, at um
peningur í framtíðini verð-
ur settur í felagið, verður
tað sum partapeningur,
sigur Dagmar Joensen. Tað,
at grunnurin nú fer at lata
flagnum rakstrarlán, er eitt
eingangsfyribrigdi, skilst á
henni. Tað verður gjørt fyri
at hjálpa upp á fíggjar-
støðuna hjá Smyril Line her
og nú.
Tað hevur verið nevnt, at
Framtaksgrunnurin, eins og
hinir stóru partaeigararnir í
Smyril Line, hevur givið
prisipiella tilsøgn um at
seta meira partapening í fe-
lagið.
Men enn veit eingin,
heldur ikki leiðslan í Fram-
taksgrunninum, um tað
yvirhøvur verður til nakað
við tí.
Sum skilst á nevndarfor-
manninum í Framtaks-
grunninum, er avgerðin
ikki meira bindandi enn so,
at um leiðslan í Smyril Line
ikki kemur við eini ætlan,
sum nevndin í Framtaks-
grunninum heldur vera nóg
skilagóða, so verða ikki
fleiri pengar settir í Smyril
Line.
– Støðan er tann, at hatta
verður viðgjørt sum eitt-
hvørt annað mál, og kemur
leiðslan í Smyril Line við
eini ætlan, sum vit halda
vera skilagóða, fara vit at
taka støðu eftir, tí, sigur
Dagmar Joensen, nevndar-
formaður í Framtaksgrunn-
inum.
Tó sigur hon, at tað, at
ein prinsipiell tilsøgn um at
hækka partapenignin er
givin, skal takast sum ein
ábending um, at Framtaks-
grunnurin er sinnaður at
vera við til at halda Smyril
Line flótandi, sigur hon.
Dagmar Joensen vil ikki
gera viðmerkingar til tað,
sum
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður
við
vinnumálum, her fyri segði
við Útvarpið um, at Fram-
taksgrunnurin í fyrsta um-
fari eigur at sleppa undan at
hugsa um gjald sítt til
landskassan. Landsstýris-
maðurin metti Smyril Line
hava so stóran samfelags-
ligan týdning, at Framtaks-
grunnurin skuldi brúka alla
sína arbeiðsorku upp á tað
málið.
– Vit viðgera ikki politisk
mál, er einasta viðmerk-
ingin frá nevndarformann-
inum í Framtaksgrunnin-
um.
Tað eydnaðist ikki, áðr-
enn blaðið fór til prenting-
ar, at frætta frá leiðsluni í
Tryggingarfelagnum Før-
oyum, um eisini Trygging-
arfelagið fer at lata rakst-
rarlán til Smyril Line.
Framtaksgrunnurin letur
rakstrarlán til Smyril Line
Hetlendingar fegnast
um, at Shetland
Development Trust
setti pening í Smyril
Line. Hesin peningur
sæst væl aftur í
Hetlandi, siga teir
ÍLØGA
Edvard Joensen
Hetlendingar eru sannførd-
ir um, at tað var rætt av
teimum at seta pening í
Smyril Line. Hetta sæst nú
aftur í hetlendskum vinnu-
lívi, skrivar The Shetland
News.
Knappar seks milliónir
pund, ella einar 65 - 70
milliónir danskar krónur,
metir blaðið, at hetlendski
búskapurin fekk burtur úr
Norrönu bara í fjør. Og tað
er ikki so galið fyri ein
íløgu up á 4,2 milliónir
pund, sum Shetland Deve-
lopment Trust, SDT, setti í
Smyril Line fyri trimum
árum síðan, sigur blaðið.
Blaðið sigur, at Norröna
hevur tryggjað 56 arbeiðs-
pláss í Hetlandi.
Sum vera man er tað
serliga í ferðavinnuni, tey
leggja merki til Norrönu,
sum í fjør flutti 7.500 vitj-
andi til Hetlands.
Stjórin
í
Hetlendska
ferðaráðnum, Andy Steven,
fegnast um framgongdina,
og vísir á, at tað er serliga
báðum
megin
sjálva
summarsiglingina, at tey
merkja vøksturin best. Og
hesum ferðafólkunum, sum
koma á vári og heysti,
heilsa hetlendingar serliga
vælkomnum, sigur hann.
The
Shetland
Times
væntar hetlendingum nógv
burtur úr ætlaða samstarv-
inum millum Smyril Line
og Fjord Line, sum blaðið
sigur fara at verða veru-
leika um einar fjúrtan
dagar, ikki minst takkað
teirri innspræningini upp á
tríggjar milliónir pund, sum
Smyril Line herfyri fekk úr
Hetlandi.
Dagmar Joensen, nevndarformaður í Framtaksgrunninum, váttar fyri Sosialinum, at
Framtaksgrunnurin fer at lata Smyril Line pening til raksturin
Góð íløga hjá hetlendingum
Hetlendski ferðavinnustjórin,
Andy Steven, fegnast um øll
tey fremmandu ferðafólkini,
sum Norröna flutti til
Hetlands í fjør
Mynd: Edvard Joensen