hósdagur 17. februar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 33 - 17. februar 2005
Einki stendur í stað. Alt broytist. Og so er eisini á ment-
anarháborgini í Føroyum, Norðurlandahúsinum. Maður
kemur í mans stað verður tikið til. Hesaferð er tað maður,
sum er komin í kvinnustað, nevniliga stjóraskiftið í Norð-
urlandahúsinum. Nú um dagarnar var vaktarskifti, og
danin Niels Halm tók við stjórasessinum eftir íslendsku
Helgu Hjørvar. Helga hevur verið sera virkin og hevur
verið við til at geva Norðurlandahúsinum lív og innihald.
Nú tekur so Niels við og hevur sagt seg seg vilja halda
fram í tí anda, sum Helga og onnur undan henni hava
skapt í húsinum. Vit ynskja Niels Halm enn einaferð
vælkomnan og góða eydnu. Og vit ynskja Helgu Hjørvar
alt tað besta, nú hon fer aftur til Íslands. Vón okkara skal
vera, at hon kann vera við til at byggja brýr millum
íslendska og føroyska mentan. Tá hugsað verður um,
hvusus nógv gott í beinið føroysk mentarnarfólk hava
fingið í Íslandi, her ikki minst okkara alra Eivør, so skuldi
verið nokk at trivið í hjá einum fyrrverandi stjóra í
Norðurlandahúsinum.
Hin broytingin á mentanarháborgini er formansskiftið í
stýrinum. Danin Helvin Høst er avloystur av svianum Lars
Hjaltén. Vit takka Helvin fyri hesi fýra árini og ynskja
Lars vælkomnan. Nýggi stýrisformaðurin vónar, at hann
kann geva sítt ískoyti til, at føroysk mentan verður kend
uttanfyri Føroyar. Tí kunnu vit taka fult undir við. Tí
umframt at vera við til at menna føroyska mentan, at fáa
útlendska mentan hendavegin, so er tað uppgávan hjá
Norðurlandahúsinum at medvirka til, at føroysk mentan
kemur út um landoddarnar. Ein kann siga, at felags fyri alt
virksemið hjá stovninum er at skapa synergi tvs. at gera
virksemið so miðvíst og fjølbroytt, at tað kann seta ringar
í vatnið her og har.
Føroyingar eru góðir við Norðurlandahúsið. Tað vil tó
altíð vera torført at gera øllum tilvildar. Tá hugsað verður
um, hvussu nógv mentanarligt virksemi er í hesum landi,
og hvussu nógv kemur uttanífrá, so er greitt, at talan vil
vera um raðfesting. Slík raðfesting er eisini tengd at
teimum persónum, ið standa á odda, hvat hesir hava tikist
við, tí umhvørvi teir koma frá og so spildurnýggja um-
hvørvið í Norðurlandahúsinum.
Nú vita vit ikki, hvussu nýggja leiðslan fer at raðfesta
annað enn at hildið verður fram sum higartil umframt at
nýggju fólkini koma at seta síni fingramerki á. Tað er
greitt, at skal optimalt fáast burtur úr, so mugu aðrir
stovnar, fyritøkur, tað almenna og eisini fjølmiðlarnir
spæla við og stuðla undir tey góðu mentanarligu tiltøkini.
Okkara partur skal so ikki leggja eftir og fara vit sum
komandi fjølmiðlahús í Vágsbotni at gera okkara til, at
mentanarliga virksemi bæði í Norðurlandahúsinum og
restini av landium fær ta umrøðu, sum tað hevur uppi-
borið. Mentanin er ein av týdningarmestu súlunum í ein-
um tjóðarbygnaði og her ræður um, at allar góðar kreftir
virka saman. Eisini fjølmiðlarnir. Tað er tó ein sannroynd,
at luturin hjá fjølmiðlunum at stuðla undir føroyskari
mentan liggur ikki eftir, tó at hetta verður gjørt eftir
førimuni og við tí avmarkaðu fíggjarligu orku, sum er tøk.
Her fara vit so eisini at bjóða okkum fram og geva okkara
íkast, eftir førimuni sjálvsagt, tá nýggja fjølmiðla- og
mentanarhúsið í Tórsgøtu 1 í Havn verður tikið í nýtslu,
og Sosialurin verður granni hjá fleiri týðandi mentanar-
stovnum, Tjóðpallinum, Margarinfabrikkini, Grímu,
Undirhúsinum fyri ikki at tala um løgtingi og landsstýri,
sum skulu skapa karmarnar rundan um eitt gott, sunt og
virkið mentanarlív. Livst so spyrst.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vaktarskifti á
mentanarborgini
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Rói Egholm
Fólkatingsvalið í Føroyum
hin 8. februar í ár endaði
við, at tann stóri vinnarin
gjørdist Tjóðveldisflokk-
urin og næstur honum kom
Fólkaflokkurin.
Tjóðveldisveljarin stað-
festi so ruddiliga, at for-
maðurin í Tjóðveldisflokk-
inum eitur Høgni Hoydal.
Hinvegin staðfesti Tjóð-
veldisveljarin eisini, at
Tórbjørn Jacobsen hoyrir
heima í Tjóðveldisflokk-
inum. Hann eins og Høgni
fingu eitt framúr gott val.
Tjóðveldisveljarin hevur
nú krav uppá, at Høgni og
Tórbjørn finna út av at
jarða gamalt agg og at
floksarbeiðið aftur fer at
myndast av tí, sum vit ar-
beiða so hart fram ímóti,
nevniliga einum sjálvber-
andi búskapi og harvið
fullum føroyskum valdi í
Føroyum.
Formaðurin í Fólkaflokk-
inum, Anfinn Kallsberg
fekk dygga undirtøku og
harvið eina álitisváttan frá
føroyska veljaranum, at
hann er verdigur til eitt og
hvørt politiskt arbeiði.
Spenningur er nú um,
hvussu Anfinn fer at ar-
beiða á Fólkatingi.
Tá fullveldissamgongan
fór til verka í 1998, stóð tá-
verandi løgmaður Anfinn
Kallsberg á odda í teirri
samgonguni,
sum
fyri
nógvar føroyingar birti ta
vón, at nú fóru føroyingar
at taka fulla ábyrgd av
Føroyum. Einum Føroyum,
sum við støði í føroyska
fólkinum og tørvi okkara
fór at menna seg til eitt nú-
tímans samfelag og harvið
fór at samarbeiða sum javn-
bjóðis partur við øll onnur
heimsins lond.
Tíverri lagaði tað seg so,
at
sambandsvongurin
í
Fólkaflokkinum kláraði at
máa fullveldisstøði undan
Anfinni, og eftir stutta tíð
høvdu hesar afturhalds-
kreftir mest sum bundið
hann niður, soleiðis at hann
bert varð eitt hím av sær
sjálvum tey seinastu árini,
hann sat sum løgmaður.
Tað, sum hendi á valin-
um hin 8. februar, var, at
afturhaldsvongurin í Føroy-
um ikki fekk ta undirtøku,
sum hann hevði roknað við.
Hvørgin av stóru aftur-
haldsflokkunum,
Sam-
bandsflokkurin og Javnað-
arflokkurin, fingu nøktandi
undirtøku, og sambands-
vongurin í Fólkaflokkinum
fekk eisini minkandi undir-
tøku.
Anfinn Kallsberg fekk
frá veljarum sínum eina
ábending um, at tíðin nú er
komin til at taka fullveldis-
arbeiðið uppaftur, og at
tíðin eisini er komin, at
hann tekur uppgávuna upp
á seg aftur at leiða Fólka-
flokkin fram ímóti sínum
endaliga máli, nevniliga
einum frælsum Føroyum.
Anfinn Kallsberg nevndi
undir valdystinum, at í
politikki, vildi Høgni Hoy-
dal ikki vita av sær. Um tað
er rætt, so hava Høgni Hoy-
dal og Annfinn Kallsberg
eisini her eina uppgávu at
loysa, nevniliga at tosa
saman og saman arbeiða
fram ímóti aftur at fáa virð-
ingina fyri føroyska full-
veldinum at blóma.
Teir báðir smærru flokk-
arnir, Sjálvstýrisflokkurin
og Miðflokkurin, greiddu
veljarunum frá, at teir eisini
hava einar frælsar Føroyar
sum mál. Hesir flokkarnir
høvdu eisini framgongd.
Við verandi sambands
ABC-samgonguni eru før-
oyingar aftur í teirri støðu,
at øll gráta um neyð og
elendigheit, júka um at
einki ber til og um at veita
stuðul til vinnuna fyri at
hon skal yvirliva o.s.fr. Tað
sýnist sum um ein partur av
Føroya fólki er í ferð við at
seta seg niður aftur á dintil-
in í teirri vón, at onkur
uttanífrá kemur at loysa
trupulleikarnar fyri okkum.
Nei, latið okkum fáa vent
teirri mentalu støðuni, so-
leiðis at vit, eins og undir
fullveldistilgongdini
frá
1998, aftur fara at trúgva
uppá og ásanna, at tað bert
eru føroyingar, sum kunnu
loysa føroysku trupulleik-
arnar, tað eru bert føroying-
ar sum kunnu menna før-
oysku tjóðina, at vit klára
okkum í kapping við alt og
øll, eisini kinverjar, og at
vit eiga eina bjarta framtíð
um bara vit standa saman
øksl við øksl.
Eg trúgvi uppá, at tað býr
ein tráan um sjálvbjargni í
hjartanum á hvørjum ein-
asta føroyingi, sama hvør
politiski liturin er. Tað fær
eina savnandi ávirkan á
okkara fólk, um vit føroy-
ingar seta okkum tað felags
mál miðvíst at arbeiða
fram ímóti, at Føroyar ger-
ast sjálvbjargnar, og at vit
ikki samtykkja lógir, sum
beinleiðis arbeiða imóti
sjálvbjargnismálinum, sum
eitt nú at samtykkja eina
lóg um víðkaðar heimildir
á uttanríkispoltiska økin-
um, sum byggir á "Det
Danske Riges Grundlov"
Hetta er ikki ein roynd at
siga, at eg havi rætt og onn-
ur hava órætt. Hetta er ein
roynd at vísa á nakrar
niðurstøður, soleiðis sum
eg tulki úrslitið. Føroya
fólk stendur ikki aftan fyri
hugskotið um, at vit skulu
hava loysing í morgin. Men
eg vóni, at vit kunnu semj-
ast um, at sjálvbjargni er
eitt høvuðsmál, og at tað
eigur at røkkast saman við
teimum politikarum, sum
eru virknir nú.
Eg vil hervið nýta høvi at
takka føroyska veljaranum
fyri, at vit so manniliga
stóðu saman til hetta valið
og vístu á, at politiska ar-
beiðið aftur skal snúgva seg
um sjálvbjargni.
Niðurstøður eftir valið