Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 17. februar 2005 11 Johan Dahl løgtingsmaður Sat og lurtaði eftir fimmaranum tá í rækju- vinnan varð viðgjørd og bleiv satt at siga ikki sørt argur, tá eg hoyrdi Magna Arge, sum júst er heiðraður sum ársins leiðari. Tillukku við tí Magni. Tá ið farið var at tos- að um almennan stuðul og at latað fara tað sum ikki kann bera seg, so haldi eg at tað var ikki sørt av mótsøgnum í at just Magni Arge, sum stjórnar Atlantsflogið skuldi viðgera hendan spurning. Eg havi gjørt var við fyrr at Atlantic Airways - uttan samanbering - er tað almenna partafelag sum verður mest stuðla við almennum pengum. Atlantic Airways hev- ur fingið hangarin og teir facilitetir sum eru í honum fyri onki - tí tað kann man róliga siga, havandi í hugað at ONGIN leiga er goldin, frá tí hesin var bygdur fyri nógvum árum síð- ani og til, - so vítt eg minnist 2002-2003, sátt- málin segðist verða burtur. Hesin bygningur kost- aði góðar 60 milliónir krónur og um Atlantic sjálvt skuldi bygt hann og avdrigið hann við rentum og avdráttum, so hevði hetta verið uml. 8- 10 milliónir um árið. Harafturat hevur tað almenna keypt eina tyrlu sum goldnar verað 14 milliónir fyri um árið - plus reservadeilir sum tað almenna eisini gjald- ir og eigur. Hesar 14 milliónirnar verða rokning send til almennu Føroyar fyri SAR arbeiði (Bjarging, sjúklingatransport og annað) Fyri hesar 14 milli- ónirnar talan er um, skal flúgvast 170 tímar um árið incl. venjing hjá tyrlumanningini, so ikki kann sigast annað enn at hetta eru heimsins dýr- astu tyrlutímar, - teir kostað 82.000,- pr. tíma. Ein kundi spurt hví vit ikki útlisiterað hendan partin sum eitur tyrlu- flúgving og SAR . Ein kann ikki siga annað enn at hetta er sera kreativt politiskt virksemið, sum bleiv brúkt tá tyrlan bleiv keypt, hetta fyri at fáa "kabalina" at ganga upp. Forrentingur og vinn- ingsbýti av eginpeningi hevur heldur ikki verið goldin ánarunum fyrr- enn fyrstu fer í fjør minnist meg rætt. Einans sjálvur parta- peningurin uppá 75 Mio Kr. áttu at forrrenta seg við 5-6-7% p.a., ella tað sum annars kundi fingist við at latið peningin staðið í obligatiónum. Nú hava vit so eitt monopol og prísirnir fyri vanligu ferðandi eru so ikki kvinkaðir niður eftir síðan Mærsk gavst heldur hinvegin. Við minst 20 millión- um í óbeinleiðis og beinleiðis almennum stuðuli pr. ár, - tá kann man saktans tosað um at "tað sum ikki stendur seg í kappingini skal falla". Tað er so sera, sera lætt at tosað um kapp- ingarførið, avlop og menning, tá ein bert kann senda rokningina til tey ferðandi og Før- oya Landsstýri fyri at fáa fíggjarligu kabalina at ganga upp í eina hægri eind. Nær fara vit politiskt og búskaparfrøðinga høpi, at viðgera almenn partafeløg á sama hátt sum privat vinnulig partafeløg og takað allan almennan stuðul burtur, - tí hann er av tí ónda sambært búskaparfrøð- ingunum. Kundi verið áhugavert at fingið at vita frá búskaparfrøðinginum sum var í fimmaranum og viðgjørdi rækjuvinn- una, hvørja støðu hann hevur til almennan stuð- ul av almennum partafe- løgum sum heild. Mest alment stuðlaða felag í Føroyum – uttan samanbering – er Atlantic Airways Jeffrei Henriksen Landsstýrismaðurin í mentamálum er valla á rættari leið, sum hann er endurgivin í Sosialinum 12.2.05, har hann vil vera við, at "Tað sigur seg sjálvt, at jú longri tú hevur havt eitt fak í skúlanum, jú betri møguleika hevur tú fyri at gerast dugnaligur í tí." - Tað, ið undir liggur, skilst, er, at duga børn ikki nóg væl, so er bara at byrja yngri. So einfalt er tað ikki, at hatta skuldi verið nøkur al- menn regla. Lærugreinar- nar eru so mangar - ikki bert enskt, sum nú verður gjørt so nógv burturúr. Vit menniskju hava ymisk búningarstig, og í fólkaskúlahøpi er neyðugt at geva sær far um tað, ið hendir við børnum upp ímóti 10-ára aldri, tað er tá ið tey flestu teirra koma í 4. flokk. Tá skifta tey stutt sagt frá ítøkiligum (kon- kretum) til úrtøkiligan (ab- straktan) hugsunarhátt. At royna at læra tey t.d. úrtøki- liga rokning ella úrtøkiliga mállæru, áðrenn tey eru búgvin til úrtøkiliga hugs- an, veitir teimum ikki betri, men verri møguleika til at gerast dugnalig í hesum greinum! Klassiska dømið um, hvat ið spyrst burturúr, tá ið byrjað verður ov tíðliga við innlæring, er royndin við eineggjaðum tvíburum at læra at klíva upp ígjøgnum trappur. Royndin byrjaði, tá ið teir vóru 46 vikur gaml- ir: Tann teirra, ið byrjaði 7 vikur seinni, varð eftir 2 vikum dúgligari enn hin, ið tá hevði vant í 9 vikur. Heldur enn at byrja ov tíðliga við miðvísari undir- vísing í ávísum fremm- andamáli, ræður um at nýta tíðina at venja næmingar til almennan málsligan ans, tað er í fyrsta lagi við sam- røðu og frásøgn einfaldliga at nýta móðurmálið rætt, munnliga, - ikki streingja á lesing fyrr enn í fyrsta lagi í 4. flokki (bert í móður- málinum, sjálvandi; børn flest eru tá longu komin á lagið, men ikki øll). Almennur málsligur ans- ur fæst eisini t.d. við at bera saman ymisk málføri (dialektir) og grannamálini (t.e. hjá okkum norður- lendsku málini), harnæst møguliga onnur germansk mál - ikki so tíðliga til at læra hesi málini, men til at hóma, hvussu tey víkja frá móðurmálinum. Sjálvandi ikki heilar tímar, men minuttir í móðurmálstím- unum. Onkur annar háttur til at menna almennan málsligan ans finst eisini. Nýggjasta dømið, eg veit um, hvussu tú kanst læra eitt fremmant mál í skúl- anum við at nýta ein part av tíðini til almennan máls- ligan ans heldur enn ein- síðugt at læra tað málið, ið miðað verður eftir at læra, eru ymiskar royndir, serliga í Italia, sum allar bera í sama borð og kunnu verða samandrignar við dømin- um, at har ið næmingar áttu at hava 3 ár í enskum, men í staðin høvdu 1 ár í esperanto og síðan 2 ár í enskum, dugdu teir eftir 2 árum líka væl ella betur enskt enn aðrir eftir 3 árum. - Esperanto er við sínum einfalda bygnaði, bæði bendingarliga og í orða- smíði (við indoevropiskum rótum), ikki bert lætt at læra, men veitir eisini frá- líka almenna venjing í málsligari fatan. Hjalmar N. Poulsen Vestmanna Tað kom mær fyri oyra í Útvarpi Føroya herfyri, at landsstýrismaðurin í vinnu- málum, Bjarni Djurholm, prioriterar Smyril-Line so mikið høgt, at hann er til reiðar at eftirgeva skuld til ovara endan av føroyska kapitalistastabinum, uppá bekostning av Palliba. Hetta er ovboðið. Ei undur í at almenningurin fær ilt í reyvina av slíkum fram- ferðarhátti. Stjórnin í Smyril-Line arbeiður av grimd fyri at finna loysnir í likviditets- trupulleikum, sum stolta millumlandaferðamanna- skipið Norrøna er komið í, og appel er send Framtaks- grunninum um kreppu- hjálp. Starvsnevndin í Framtaksgrunninum hevur sum kunnugt í forvegin úr at gera. Teir skulu jú eisini bjarga dugnaloysinum, sum feitu nevndarsessirnir í Fiskasøluni hava forvolt, soleiðis at hesin útreiðslu- postur í framtíðini verður fíggjaður av Fiskavirking ístaðin. Nógv fundarvirk- semi hevur verið bæði her heima og uttanlands. Ferða- útreiðslurnar fundarsaler- ini, pálegg og aðrar ódoku- menteraðar útreiðslur, eru óiva blivnar til eitt høgt 6- ciffrað krónuvirði seinasta hálvári. Hetta fyribrigdið, at taka lán til at gjalda lán og av- dráttur, hevur mangan við ivasomum úrsliti verið roynt áður. Tað hava vit sæð so mong dømi um í kreppu- árunum fyrrapartin í nítiár- unum, tá húsagangurin var hvønndagsgestur manna millum. Tá var ongin, sum á hendan hátt bjóðaði Palli- ba sersømdir, sum í hesum føri talan er um. Fyribils at eftirgeva 93 milliónir, er ikki bara sum at siga tað,- og serliga tá talan er um likviditets- trupulleikar. Við eitt sindur av algibraiskum kunnskapi, kann skjótt finnast útav at fyrra aktin av hesum "stuttliga" sjónleiki í fyrstu syftu kostar Landskassan- um einar 5 milliónir krónur. Vinnumálaráðið sum so, hevur eftir mínum tykki, handlað í heimildarloysi, so tað forslær og eigur hetta at fáa fylgjur. Á føroysku fíggjarlógini eru mær vit- andi ongin útreiðslupostur uppá 5 milliónir, sum ber navnið: "Sosialhjálp til flaggskipið". Kann vera eg taki feil,- loyvi mær tí at seta fíggjarmálaráð-harran- um hesar, fyri almenning- inum viðkomandi, spurn- ingar: 1) Er á inniverandi før- oysku fíggjarlógini roknað við, at landskass- in missur pening, í sam- band við rentuútreiðslur og kurstap, tá ført verur fram, at Framtaksgrunn- urin og harvið eisini Smyril-Line, verða fíggjarliga favoriserað, framum føroyska vinnu- lívið sum so? 2) Um so er, hvussu nógv, og hvussu er henda upp- hæddin fingin til vega? 3) Er ráðharrin kendur við, at handlingar sum henda, kann skaða trú- virðið hjá ráharranum í viðkomandi embatis- máli? VIÐMERKINGAR Búning, ansur og innlæring Sosialhjálp til flaggskipið Lesið Sosialin - so eru tit við