Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 33 - 17. februar 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 17. februar. Finandus, deyður ár 603. Írskur abbati í kleystrinum Cloneenagh í Írlandi. 81 ára gamla Jona Henriksen smæddist ikki burtur millum hini, tá fínteljingin av fólkatingsvalinum fór fram týsdagin VALÚRSLIT Snorri Brend Týsdagin var dagurin, tá at- kvøðurnar frá fólkatings- valinum skuldu fínteljast. Hetta varð gjørt á Hotel Hafnia. Millum tey, sum taldu upp var ein kend havnar- mynd, fyrrverandi KFUK- skrivarin, hin 81 ára gamla, Jona Henriksen. Hóast komin væl upp í árini bilaði henni ikki hugur at halda á, til seinasta atkvøðan var fíntald seint um kvøldið. Úrslitið av fínteljingini sæst aðrastaðni í blaðnum í dag. Formaðurin í valnevnd- ini, Olaf á Stongunum var eina ferð hjá henni og spurdi, um hann skuldi hjálpa henni við teljingini. – Nei, tað er ikki neyð- ugt. Hetta klári eg sjálv, segði hon, meðan hon dúgl- iga taldi og hugdi eftir teimum túsundtals at- kvøðuseðlunum. Eitt satt konubrot, má sigast! Laurits Chr. Sofus Reinert, vanliga nevndur »Skræd- der«, varð føddur í Hoyvík í 1903 og vaks upp í Norðradali. Frá 1921 til 1956 virkaði hann sum skræddari í Havn. Tey fyrstu árini helt hann til í Vágsbotni og í Grím Kambansgøtu. Í 1931 flytur hann undir Glasheygg (húsini við pílin). Húsini stóðu niðan fyri har sum vaskaríið í Króki var. Tá hesi húsini vóru tikin niður, flutti »Skrædder« í 1942 til Skip- ara Hansensgøtu (húsini á vinstru megin á myndini). Har virkaði hann, til hann doyði í 1956. Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í samband við hesar myndirnar, eru væl- komin at seta seg í sam- band við Birgar Johannes- sen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon, á telefon 314647 / 273168. ➔ 85 ár Mánadagin 21. februar fyllir Andrea Magnussen, Søldarfjørður, 85 ár. Hon verður burturstødd. - Nei, hetta klári eg sjálv! Jona Henriksen stríddist til »síðstu kvinnu«, tá atkvøðurnar frá fólkatingsvalinum skuldu fínteljast Mynd: Jens Kr. Vang Havnar leksikon: »Skrædder« var skræddari í Havn í 35 ár Næstu ferð hava vit mynd av fyrsta før- oyska príslistanum, tann hjá Conrad Juhlert, sum hevði handilin »Thors- havns Pianomagasin & Musikforretning« Lesið -so eru tit við!