Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 33 - 17. februar 2005 Almannastovan Stuðulsfólk og umlættingar- familjur Søkt verður eftir stuðulsfólki og umlættingar- familjum til eina familju í Vágum. Talan er um fjøltáttað størv við ymiskum arbeiðs- uppgávum og avbjóðingum. Uppgávan hjá stuðulinum er at stuðla og menna børnini á allan hátt, eins og veita familjuni ráð- og vegleiðing í gerandisligum viðurskiftum. Ynskiligt er, at tann, ið settur verður, hevur hósk- andi fakliga útbúgving og/ella royndir. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, og kann talan eisini verða um vikuskiftisarbeiði. Arbeiðið verður skipað í samráð við familjuna og avvarðandi myndugleikar. Stuðulin er fyribils játtaður í eitt ár. Neyðugt er, at stuðulin hevur koyrikort og bil. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt- mála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag í mun til uppgávuna. Uppgávan hjá umlættingarfamiljunum er at virka fyri eini tryggari og mennandi tilveru,eins og at stuðla børnunum á allan hátt. Ynskiligt er, at tann, ið settur verður, hevur hósk- andi fakliga útbúgving og/ella royndir. Arbeiðið verður skipað í samráð við familjuna og avvarðandi myndugleikar. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært gald- andi reglum. Vegna serligar umstøður skulu umsóknir við møguligum próvskjølum verða Almannastovuni í hendi skjótast gjørligt og skulu stílast til: Almannastovan att. Sigrun Bærentsen Postboks 3096 Smyrilsvegur 20 110 Tórshavn Nærri upplýlsingar um størvini fáast við at venda sær til Sigrun Bærentsen, tlf. 35 35 10 lokal 1172.