Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 • hósdagur • 17. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Nú eru bara óroyndir málverjar í Klaksvík Í kvøld vitjar FCK í Brøndby Tað tykist rættuliga ivasamt, um Karstin Joensen verður førur fyri at spæla síðst í mars, og tí kann hugsast, at stórar byrðar fara at verða lagdar á 17 ára gamla eykamálverjan KÍ MÁLVERJAR Jóannes Hansen Eina ferð í heyst varð á hes- um teigum nevnt um allar klaksvíkingarnar, sum eru málverjar í bestu deildini. Alt bendir á, at tað eisini í kappingarárinum, sum stendur fyri framman fara at vera tríggir málverjar, sum eru uppaldir í Klaks- vík, í øðrum málum enn í KÍ málinum. Jákup Mikk- elsen skal verja B36 málið, Gunnar á Steig skal verja EB/Streyma málið, og Meinhardt Joensen skal verja GÍ málið. Í fjør vardi Karstin Joen- sen ÍF málið. Nakað undan ársskiftinum varð greitt, at Karstin í 2005 skuldi verja KÍ málið. Tað er framvegis ætlanin, at Karstin skal standa í málinum á besta liðnum hjá barndómsfel- agnum, men nú bendir okk- urt á, at ætlanirnar verða forpurraðar. Karstin er skaddur. Hann fær ikki vant, og tað er ikki so lítil møguleiki fyri, at hann ikki verður førur fyri at spæla, tá ið HB í fyrsta umfarinum í landskappingini, sum verður á skránni 28. mars, fer at vitja í Klaksvík. – Eg havi avskrivað at vera við, tá ið KÍ 20.mars í fyrsta umfarinum í steypa- kappingini skal spæla ímóti Fram. Eg vóni framvegis, at tað fer at bera til hjá mær at vera við eina góða viku, tá ið HB kemur norður í fyrsta umfarinum í landskapping- ini, men eg kvígi fyri, um tað fer at bera til, sigur Kar- stin Joensen, ið er sera ham- ur um støðuna, sum hann hevur verið í síðstu vikuna. – Tá ið vit høvdu vant í eina viku, fór eg at kenna pínu í øðrum knænum. Tað varð roknað við, at talan var um skaða í meniskinum, men tá ið eg varð kannaður á sjúkrahúsinum, staðfesti fremmandi læknin, sum var har, at talan ikki var um meniskskaða. Í staðin var ein slímsekkur tikin burtur. Síðani tá hevur knæið verið rættuliga hovnað, og tríggjar tær síðstu næturnar hevur tað verið torført at sova, tí pínan hevur verið so nógv, og tað var ikki fyrrenn í gjár, at tað so dánt bar til at seta beinið til aftur. Hvat verður so gjørt nú? – Í hesi vikuni fari eg saman við KÍ venjaranum til kanningar. Vit vilja hava staðfest, hvør orsøkin er til, at knæið hevur skikkað sær so illa hesa seinastu vikuna, og so vóni eg, at tað fer at bera til at fáa røttu viðgerð- ina beinanvegin. Eg vóni tað ikki, men tað er kanska møguleiki fyri, at talan skal verða um skurðviðgerð. Nær verður tú førur fyri at venja aftur? – Tað dugi eg ikki at siga nú. Eg vóni, at tað verður skjótt, men eg veit, at tað er møguleiki fyri, at tað fara at ganga einar seks ella sjey vikur, áðrenn tað fer at bera til. Eg fylgi við venjingun- um hvørt kvøld. Íblásturin er góður og eg iðri meg nógv um, at tað ikki ber mær til at luttaka. Hvussu er støðan hjá KÍ, tá ið tað ræður um málverjar? – 17 ára gamli Mathias Samuelsen er góður mál- verji. Hann var við onkra ferðina í fjør, tá ið Jákup Mikkelsen var skaddur. Eg ivist ikki í, at hann fer at megna uppgávuna væl, um tað verður neyðugt at seta hann í málið, men sjálvandi iðri eg meg um, at tað eftir øllum at døma fara at vera nakrar vikur, áðrenn eg sleppi upp í part aftur, sigur Karstin Joensen, sum ong- antíð áður hevur verið knæ- skaddur. – Fleiri ferðir hava tað verið trupulleikar við hond- ini, men ongantíð áður hev- ur knæið skikkað sær, sum tað nú hevur gjørt tað í eina viku. Todi Jónsson er sloppin av við lítla skaðan, men hann verður ikki í FCK hópinum, har ábend- ingar eru um, at venj- arin hevur gjørt upp við seg sjálvan, hvørj- ar álopsspælarar hann fyrst og fremst ætlar at dúva uppá ÚTISETI Jóannes Hansen Í kvøld verður høvi at fylgja føroyska útisetafel- agnum FCK á Kanal 5. Felagið hjá Toda Jónsson skal spæla í Brøndby. Har- við er talan um uppgerð millum tey bæði størstu fót- bóltsfeløgini í Danmark. Talan er um fimta umfar í innleiðandi bólkaspælinum í Royalu liguni. Hóast tað hevur verið kavi í Danmark seinastu vikuna, so er eing- in ivi um, at grannaupp- gerðin verður á uttandura vølli, og tað sigst, at vøllur- in í Brøndby ikki er so ljót- ur, sum vøllurin í eitt nú Göteborg var, tá ið Brønd- by vitjaði har í vikuskiftin- um og tapti 3-0. Umframt heiðurin og stoltleikan, sum altíð eru upp á spæl, tá ið Brøndby og FCK stríðast ímóti hvørjum øðrum, so er henda uppgerðin rættuliga týdningarmikil á tann hátt, at tað felagið, sum einki fær burtur úr í kvøld, ongan møguleika fer at hava at halda fram í kappingini. Göteborg tykist hava besta møguleikan at vinna bólk- in. Tromsø, FCK og Brønd- by stríðast um næstfremsta plássið, sum ber atgongd til fjórðingsfinaluna við sær. Vánirnar eru ikki góðar fyri, at hini bæði donsku feløgini, sum eru við í kappingini - Esbjerg og OB – skulu røkka fjórðings- finaluni. Um hvørki Brønd- by ella FCK megna at vinna seg í fjórðingsfinaluna, so fer tað at verða mett sum ikki sørt skammuligt fyri danskan fótbólt. Zuma og Álvaro Seinastu dagarnar hevur ljóðað, at FCK venjarin, Hans Backe, ætlar at um- skipa liðið, sum á heima- vølli sunnudagin bara megnaði 2-2 ímóti Tromsø. Fleiri spælarar eru at velja í, og hjá venjaranum ræður um hesa tíðina av árinum at geva so nógvum, sum tað ber til, dystarvenjing. Sunnudagin segði venjarin seg at vera nøgdan við framrættaða partin, meðan hann ikki var so væl nøgdur við verjupartin. Tað tykist greitt, at FCK venjarin ætlar, at Zuma og Álvaro Santos nú í vár rættuliga skulu fáa kreditt í teimum báðum álopspláss- unum. Todi Jónsson varð í síðstu viku eitt sindur skaddur, og tí var hann ikki við í vikuskiftinum. – Eg skal prógva, at tað framvegis kann roknast við mær, segði Todi fyri stutt- um á heimasíðu síni. Í gjár upplýsti Todi Jóns- son, at hann verður ikki við í kvøld: – Lítli skaðin, sum í viku- skiftinum darvaði eitt sindur, er burtur. Men vit hava gjørt av ongar kjansir at taka, og tí eru venjarin og eg samdir í, at eg ikki skal spæla í Brøndby, sigur Todi Jónsson. Hjá Zuma og Álvaro San- tos, sum hevur verið nógv skaddur síðstu mánaðirnar, er tað øðrvísi. Teir tykjast vera uppløgd fyrstu val, og so verður tað upp til venjar- an at viga avrikini hjá teimum. Jesper Bech, sum serliga undan summarsteðginum í fjør var ógvuliga sannfør- andi í FCK álopinum, er ikki á sama hátt í hitanum nú, sum hann var tað fyri einum lítlum ári síðani. Tað kemst eisini av, at hann higartil hevur himprast við at skriva undir nýggjan sáttmála við FCK og harvið hevur latið dyrnar standa á gloppi fyri møguleikanum at skifta felag. Tað líkar ikki FCK leiðsluni, og tað syrgja teir fyri, at spælarin skal kenna á sær. Fimti maðurin í kapping- ini um tey bæði fremstu FCK plássini er Peter Møll- er, sum fyri stuttum varð valdur til formann í danska spælarafelagnum. Hann var skaddur, meðan FCK var í La Manga, men nú er hann komin so mikið fyri seg aft- ur, at hann varð skiftur inn í 2. hálvleiki, tá ið Tromsø sunnudagin vitjaði undir takinum í Parkini. Tá ið Brøndby fyrst í des- ember vitjaði í Parkini, fingu liðini eitt stig í part. Tað er ein dyggur smeitur fyri KÍ, at málverjin Karstin Joen- sen, sum her er avmyndaður í dysti fyri ÍF í fjør, nú neyvan verður førur fyri at spæla fyrr enn síðst í mars mánað Mynd: Álvur Haraldsen Todi Jónsson verður ikki við, tá ið FCK í kvøld skal á vitjan hjá arvafíggindunum úr Brøndby í Royal League kappingini. Todi hevur ein lítlan skaða, og í FCK hava teir gjørt av ikki at taka nakrar kjansir við skaddum leikarum