hósdagur 17. februar 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 33 - 17. februar 2005
Kyndil-VÍF 20-22(15-12)
Kyndil misti á stokkinum
Kvinnurnar hjá
Kyndli vóru á odda at
kalla allan dystin
móti VÍF týskvøldið,
men seinastu minutt-
irnar mistu tær leiðsl-
una, og VÍF fór avstað
við báðum stigunum
SUNSET-KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Annan dystin á rað var um
reppið, at tað eydnaðist
kvinnunum hjá Kyndli at
fáa nøkur kærkomin stig til
høldar, men aftur hesaferð
taptu tær tepurt.
Løgdu bragdliga fyri
Liðið hjá VÍF tykist annars
verða betur fyri nú, enn tær
hava verið fyrr í ár, og tað
hevur gjørt góðan mun, at
leikarar sum Nikolina Eyð-
bjørnsdóttir og Alis Høg-
hamar eru afturkomnar á
liðið.
Men týskvøldið høvdu
tær óivað undirmett mót-
støðuliðið úr Kyndli, og tær
vóru tí snøgt sagt rendar
um koll fyrstu løtuna av
dystinum. Tað vóru nevn-
liga einans leiktir fimm
minuttir av dystinum, tá ið
Kyndil hevði lagt seg á
odda 5-0!
Fimm-máls leiðslan hjá
heimaliðnum gjørdi, at
Kyndil var omaná at kalla
allan dystin, og tað var ikki
fyrr enn einans tíggju
minuttir vóru eftir at leika,
at tað eydnaðist VÍF at
koma upp á javnt.
Í
hálvleikinum
var
Kyndil á odda 15-12, men
eftir steðgin tók útiliðið seg
spakuliga inn á vertirnar í
einum ógvuliga málfátæk-
um hálvleiki. Tað gjørdi
góðan mun hjá VÍF, at
Manuela Stan, ið var byrjað
á beinkinum, kom inn í
málið at standa, og hon
hevði fleiri týðandi bjarg-
ingar, tá ið mest stóð á hjá
VÍF. Málverjin hjá Kyndil,
Guðrun í Lágabø, stóð
eisini ein góðan dyst í hin-
um endanum.
Kyndil hevði eisini ilt við
at fáa mál upp á síni brost-
køst, og tað kostaði dýrt, tá
ið samanum kom. Av
teimum fimm brotskøstun-
um, ið tær fingu, vóru bert
tvey send í netið, og millum
annað misnýttu tær eitt, tá
ið tað stóð á jøvnum 19-19,
og einans fimm minuttir
vóru eftir at leika.
Hetta gjørdi VÍF sær dælt
av, og tær løgdu seg á odda
21-19, og hóast Lotte Sør-
ensen fekk minkað niður í
20-21, so var tað Nikolina
Eyðbjørnsdóttir og VÍF, ið
áttu seinasta málið í dystin-
um, sum sostatt endaði við
einum 22-20 sigri til VÍF.
Kyndil-VÍF 20-22(15-
12)
Kyndil: Anya Midjord 5,
Ann-Mari Wang 5(1), Lotte
Sørensen 4(1), Súsanna
Petersen 3, Randi Wardum
2, Linda Weihe 1
VÍF: Fríða Marjunardóttir
7(5), Ioana Rapa 6, Niko-
lina Eyðbjørnsdóttir 5, Alis
Høghamar 1, Torgun H.
Johansen 1, Linda Johanne-
sen 1, Tórunn Jónolvsdóttir
1
Brotskøst:
Kyndil 5(2),
VÍF 5(5)
Útvísingar: Kyndil 4, VÍF
1
Dómarar: Hartvig Joensen
og Poli Hansen
Dráttur-SÍ
fluttur enn
einaferð
Dysturin
millum
kvinnuliðini hjá Drátti
og SÍ, sum skuldi verða
á Giljanesi týskvøldið,
bleiv í síðstu løtu fluttur
enn einaferð, og nú
verður dysturin leiktur í
kvøld.
Talan er um eina
lokaluppgerð í Vágum,
og hóast Dráttur er farið
at blanda seg upp í FM-
stríðið, so hevur SÍ havt
munandi framgongd í
seinastuni, og mangan
verður sagt, at í einari
lokaluppgerð kann alt
henda.
Dysturin millum Drátt
og SÍ verður á Giljanesi
í kvøld klokkan seks, og
dómararnir verða úr
KÍF.
tn
Kyndil-StÍF
í kvøld
EIn dystur í Atlantic
Airways kappingini hjá
monnum verður leiktur
á Hálsi í kvøld. Dysturin
er
millum
føroyameistararnar úr
Kyndli
og
steypavinnararnar
úr
StÍF. Hjá havnarliðnum
eru boðini greið, tí um
teir ætla at hanga í
oddaliðnum VÍF, so er
neyðugt hjá Kyndil at
fáa bæði stigini móti
StÍF.
Vinna strandingar
dystin, sær tað ógvuliga
gott
út
hjá
vestmenningum, sjálvt
um tað skuldi hent seg,
at teir taptu dystin móti
H71 í gjárkvøldið. StÍF
var annars ikki serliga
sannførandi í dystinum
móti VÍF á Skála sunnu-
dagin, og tað vísir seg,
at avrikini hjá stranding-
um hava verið ógvuliga
óstøðug í ár.
Dysturin millum
Kyndil og StÍF verður
klokkan átta í kvøld.
Fríggjamorgunin
verður
nýggja standmyndin "Ítrótt-
ur" avdúkað við ovara vøll í
Gundadali. Tað er listamað-
urin Hans Pauli Olsen, ið
hevur gjørt standmyndina.
Í sambandi við avdúking-
ina verður alment hátíðar-
hald í Gundadali fríggja-
morgunin klokkan tíggju.
Har fer Hildur Eyðuns-
dóttir, forkvinna í menta-
málanevndini, at flyta fram
røðu, áðrenn Heðin Mort-
ensen, borgarstjóri, av-
dúkar sjálva standmyndina.
Havnar Hornorkestur fer at
spæla til hátíðarhaldið, og
aftaná verður bjóðað til
kaffi í Listaskálanum.
tn
Ítróttar-
standmynd
avdúkast
Tað var um reppið, at kvinnurnar hjá Kyndli koppaðu gestunum úr Vestmanna á Hálsi týskvøldið.
Mynd: Álvur Haraldsen
Heðin Mortensen,
borgarstjóri, við einum
modelli av standmyndini,
sum verður avdúkað í
Gundadali fyrrapartin í
morgin
vu.
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 VB
2
2 - 0 - 0
527
312
215
17
2 Stjørnan
1
1 - 0 - 0
385
290
95
15
3 Neistin
2
1 - 0 - 1
445
356
89
12
4 Søljan
2
2 - 0 - 0
429
368
61
12
5 VÍF
2
1 - 0 - 1
372
371
1
7
6 StÍF
2
0 - 0 - 2
359
426
-67
5
7 Kyndil
3
1 - 0 - 2
341
452
-111
5
8 Tjaldur
2
0 - 0 - 2
254
537
-283
0