hósdagur 17. februar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 17. februar 2005
23
Krisjan Sune setti føroyamet
Hóast tað hevur ging-
ið illa í hond hjá trý-
falt føroyameistara-
liðnum í billard úr
Klaksvík nakrar
dystir, so tók odda-
spælarin hjá liðnum
øll á bóli, tá hann á
heimaborði í Klaksvík
móti Kagganum 2
skoraði besta umfar-
ið, sum nakrantíð er
gjørt í føroyskum
billardspæli, heili 324
eygu
BILLARD
Tíðindaskriv
Støðan í liðkappingini í
billard gerst alsamt meira
spent. Klaksvíkar Billard-
felag, sum hevur vunnið
FM-heitið
seinastu
trý
árini, dragnar longur aftur-
út, nú tað líður móti endan-
um. Hóast felagið megnaði
at vinna 12-6 móti Kaggan-
um 2 leygardagin, so kann
tað gerast sera tungt at fáa
øll tey neyðugu stigini til
tess at røkka FM-trúnuni
fyri fjórðu ferð á rað.
Kaggin 1 og Havnar Klubbi
hava nevniliga tikið dik á
seg og liggja sera væl fyri
nú í endaspurtinum.
Eftir fleiri tap gekst
leygardagin tó betur hjá
klaksvíkingum,
tá
teir
fingu vitjan av Kagganum
2 og vunnu12-6. Krisjan
Sune Høgnesen var komið
aftur í "stødið" og skor-
aðum eitt spæl uppá nærum
1000 eygu og hevði nógv
besta umfarið nakrantíð.
Sonhard Johannesen hevði
eisini ein góðan dag og
vann allar sínar dystir. Verri
gekst hjá Njál Petersen,
sum enn ikki er komin
rættiliga fyri seg. Hann
tapti allar dystirnar.
Í dystinum í Klaksvík
leygardagin eydnaðist tað
Heimir Ottoson hjá Kagg-
anum at taka fýra stig frá
klaksvíkingum og Johannes
Skaarup at taka tvey stig.
Anfinnur Hansen hevði sín
ringasta dag higartil í
kappingini.
Tapti
allar
dystirnar.
Annars var eingin ivi um,
hvat var betra liðið í Klaks-
víkar Klubba leygardagin,
Krisjan Sune Høgnesen,
sum
hevur
havt
eina
"downperiodu" tók dik á
seg aftur og skoraði nærum
34 eygu í meðal. Eitt spæl
var uppá 892 eygu og hevði
hann eisini ta besta um-
farið, sum nakrantíð er
gjørt í Føroyum, nevniliga
324 eygu. Næstbestur í
kappingini var Sonhard
Johannesen, sum hevði góð
22 eygu í meðal.
Støðan í liðkappingini
fyri meistaralið er nú tann,
at Klaksvíkar Billardfelag
og Kaggin 1 eru jøvn í
stigum, 48 hvør, tó at klaks-
víkingar hava spælt eitt
umfar
meira.
Havnar
Klubbi, sum eisini hevur
eitt umfar minni enn klaks-
víkingar, hevur 44 stig, og
aftast er Kaggin 2 við 24
stigum.
Taka vit støðuna, so er
greitt, at Kaggin 1 og
Havnar Klubbi hava best
møguleika fyri at gerast
føroyameistari, tó at einki
er endaliga avgjørt enn.
Hóast Havnar Klubbi ligg-
ur fýra stig aftanfyri Kagg-
an 1, so hevur liðið tó tann
fyrimun, at tað manglar
eitt umfar móti veikasta
liðnum Kagganum 2. Úr-
slitið av tí kappingini kann
fáa stóran týdning fyri
endaliga úrslitið. Tá hugsað
verður um at Kaggin 1 skal
til
Klaksvíkar
seinasta
dystin at møta føroyameist-
arunum, so er greitt, at
Havnar Klubbi er liðið,
sum hevur bestu møguleik-
ar at gerast føroyameistari.
Men enn eru tvey umfør
eftir og avgerandi er,
hvussu Havnar Klubbi fer
at klára seg ímóti Kaggan-
um 1 komandi vikuskifti.
Eftir ta uppgerðina er so
bert eitt umfar eftir: Kaggin
2 móti Havnar Kluibba og
Klaksvíkar
Billardfelag
móti Kagganum 1.
Svimjikapping var
um vikuskiftið 12 og
13 feb. í Klaksvík
SVIMJING
Hetta var kapping fyri
bólkarnar 4 og eldri, tað vil
siga svimjarar frá 13ár og
upp eftir.
32
kappingar
vórðu
svomnar og sigurharri aftur
hesaferð gjørdist Fugla-
fjarðar Svimjifelag.
Tvey nýggj føroysk met
blivu sett í Klaksvík, tað
eina setti Elspa Mørkøre úr
FS í 200m rygg svimjing,
tíðin var 2.26.73, hetta var
eisini bólkamet í bólki 4.
Natalia Reinhardt setti
nýtt føroyskt met í 200m
firvalds svimjing við at
svimja teinin við tíðini
2.30.01, hetta var eisini
bólkamet. Somuleiðis var
hetta so gott at Natalia
svam undir kravtíðina til
Oyggjaleikirnar í ár, og hon
vann eisini trýggjar av
kappingunum um viku-
skiftið.
Pauli Øssursson Mohr úr
FS svam so góða tíð í 50 m
frí svimjing at hann vann
silvurnálina, tíðin varð
0,58,60, Pauli vann eisini
fýra av kappingunum í
Klaksvík
Kristian Olsen úr Ægir
sum eisini hevur svomið
undir
kravtíðina
til
Oyggjaleikirnar hevði eitt
gott vikuskiftið, hann vann
ikki minni enn átta kapp-
ingar.
Elspa Mørkøre úr FS
hevur eisini svomið undir
kravið til Oyggjaleikirnar,
hevði eisini góðar dagar í
Klaksvík, hon vann seks
kappingar.
Aðrir svimjarar ið kunnu
nevnast fyri gott avrik í
Klaksvík eru: Shaila mill-
um Garðarnar, Sára Ejdes-
gaard úr TS og Jákup Øss-
ursson og Karina Petersen
úr FS , hesi vunnu tríggjar
kappingar í part.
Umleið 50 svimjarar
vóru við í kappingini
Næsta
svimjikapping
verður í Vági leygardagin
19 februar, og er hetta fyri
yngru bólkarnar.
Fyrrverandi meist-
arar í B68 skulu
hjálpa Juliani Johns-
son og hava ábyrgd-
ina av ungdóms-
deildini, sum tofta-
menn leggja nógv í at
røkja væl
B68
Jóannes Hansen
Julian Johnsson og hans-
ara menn venja av lívsins
kreftum fyri at vera so væl
fyri, sum tað ber til, tá ið
teir skulu fara undir setn-
ingin, sum á Svangaskarið
í fyrsta lagi er at endur-
vinna plássið í bestu deild-
ini, sum teir mistu í fjør,
og sum í øðrum lagi ella
rættari sagt eisini er at
standa seg væl í steypa-
kappingini. Í hesi seinnu
kappingini verður avbjóð-
ingin ivaleysa stór, tí í
fyrsta umfarinum skal
B68 norður á Mølina at
takast við EB/Streym.
Síðani á nýggjárinum
hevur verið møguleiki at
vant á Svangaskarði, og
síðani um mánaðarskiftið
hava venjingarnar verið
regluligar og undir leiðslu
av nýggja venjaranum.
Sambært B68 heima-
síðuni, b68.fo, er tað nú
greitt, at tveir av fótbólts-
veteranunum á Toftum
skulu hjálpa Juliani Johns-
son, sum umframt at
standa fyri venjingini, eis-
ini hevur álitispláss á mið-
vøllinum at hugsa um.
Aksel
Højgaard
er
hjálparvenjari. Umframt
at hava ábyrgdina av liðn-
um í 3. deild verður hann á
beinkinum, tá ið liðið í 2.
deild fer at spæla.
Ingolf Petersen hevur nú
høvuðsábyrgdina av ung-
dómsdeildini hjá B68.
Hann hevur tikið ábyrgd-
ina eftir Jóhannus Daniel-
sen, sum í løtuni ikki
hevur stundir at taka sær
av hesum. Í fyrraárið var
Ingolf Petersen hjálpar-
venjari í 1. deild.
Felags fyri allar hesar
tríggjar - Aksel Højgaard,
Ingolf Petersen og Jóhann-
us Danielsen - er, at teir í
síni tíð vóru trúgvir og
drúgvir á besta liðnum,
sum vann FM í 1984 og í
1985 og aftur í 1992. Jó-
hannus var verjuspælari,
Ingolf var miðvallari, og
Aksel var í álopinum.
Veteranar hjálpa til
Ægir Stevnan 2005
Samlaða úrsliti gjørdist :
Gull
Silvur Bronsa
Nr. 1 Fuglafjarðar Svimjifelag
21
7
6
Nr. 2 Tvøroyrar Svimjifelag
14
8
5
Nr. 3 Ægir
11
8
3
Nr. 4 Havnar Svimjifelag
5
3
10
Nr. 5 Flot
2
5
0
Nr. 6 Skeggjar
1
8
4
Nr. 7 Vágs Svimjifelag
1
6
5
Krisjan Sune Høgnesen vísti
leygardagin, hvør veruligur
dugur er í honum sum ein av
okkara fremstu billardspæl-
arum. Hann gjørdi Føroya-
met í einum umfari,
nevniliga 324 eygu