hósdagur 17. februar 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýtt frá Eyðuni í Rex
Eyðun Nolsøe fyrireikar
seg til Prix Føroyar tón-
leikakappingina við einari
framførslu í Rex í Havn
fríggjakvøldið. Hann fer at
spæla egið tilfar – gott
gamalt og spildurnýtt
Eitt av teimum kendastu
nøvnunum, sum eru við í
Prix Føroyar í ár, er Eyðun
Nolsøe. Hann hevur sum
tónleikari og sangskrivari
útmerkað seg í føroyskum
popptónleiki.
Fyrst var tað í Frændum,
har hann sum blaðungur
tónleikari slapp upp í part
saman við beiggjum og
vinmonnum. Hann fekk við
tíðini ein alt størri leiklut í
bólkinum og hevur skrivað
onkrar av kendastu sangun-
um hjá bólkinum.
Eyðun
Nolsøe
hevur
eisini roynt seg við eini
soloútgávu, og hann ar-
beiddi í nøkur ár nógv sam-
an við Terja Rasmussen, og
teir góvu eisini eina fløgu
út við nýggjum sangum.
Nýggir sangir
Nú hevur Eyðun Nolsøe
gjørt av, at hann vil verða
við í Prix Føroyum, og
leygarkvøldið um 10 dagar
skal hann í eldin.
Men fyrst skal hann
royna seg á pallinum í Rex
í høvuðsstaðnum. Har fer
hann
fríggjakvøldið
at
spæla, og tað verða nógvir
góðir sangir á skránni.
»Á, um vit«, »80'ini«,
»Millum
mussarnar«,
»Dupultsong«
og
aðrir
sangir, sum Frændur gjørdu
landskendar,
»Dansa«,
»Sjalusi« og aðrir av solo-
útgávuni hjá honum, og so
ikki minst onkrir nýggir
sangir, sum skulu royna
flogið, áðrenn teir verða
spældir til Prix Føroyar.
Góðar tónleikarar
Eyðun Nolsøe hevur allier-
að seg við góðum tónleik-
arum, nú hann fer við til
Prixið.
Kim
Hansen,
James
Olsen, Jens Marni Hansen
og Johannus á Rógvu
Joensen, sum nú í longri tíð
hava spælt saman í bólkin-
um Showmenn, spæla undir
hjá Eyðun, og ein betri
smurda poppmaskinu kann
Eyðun ikki ynskja sær at
spæla sær á.
Tað verður spennandi at
hoyra Eyðun Nolsøe til
Prix Føroyar, men tey, sum
ikki klára at bíða so leingi,
hava møguleikan at hoyra
hann á Rex fríggjakvøldið.