Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 34 - 18. februar 2005 UTTAN ÚR HEIMI Eigur at biðja um umbering Borgarstjórin í London, Ken Livingstone, ber orð fyri at vera rættiliga opinskáraður, og nú heldur Tony Blair, for- sætisráðharri, at borgarstjórin hevur gjørt í so nógv av. Í síðstu viku samanbar Ken Livingstone ein jødiskan tíðindamann við ein fangavørð í einari týningarlegu. Borgarstjórin hevur seinni sagt, at kanska vóru orðini nakað niðursetandi, men hann heldur ikki, at tey kunnu sigast at vera rasistisk, sum onnur halda tey vera. Nú hevur Tony Blair, forsætisráðharri, biðið borgar- stjóran biðja tíðindamannin um umbering. Í samrøðu við sjónvarpið Channel Five týsdagin segði Blair, at tað hevði verið gott, um Livingstone hevði biðið tann jød- iska tíðindamannin um umbering. Blair legði tó afturat, at Ken Livingstone er ikki tann einasti, sum ilskast inn á tíðindafólk. Fólkaatkvøða skal flytast Í Fraklandi eins og í øðrum ES-londum hevur stjórnin gjørt av at spyrja fólkið, um tey taka undir við teirri ætl- aðu grundlógini hjá samveldinum. Upprunaliga var ætl- anin at hava fólkaatkvøðuna tann 5. ella tann 12. juni, men nú ljóðar, at stjórnin ætlar at framskunda hana. Orsøkin er, at mótstøðan ímóti grundlógaruppskotin- um er vaksin í seinastuni, og tí er meirilutin fyri upp- skotinum minkaður nógv. Í síðstu viku segði Jean- Pierre Raffarin, forsætisráðharri, at eftir hansara tykki eigur Frakland at avgreiða spurningin um grundlógina sum skjótast, tí stjórnin má ikki undirmeta ta veksandi mótstøðuna. Enn hevur Jacques Chirac, forseti, ikki ásett dagin, men sambært blaðnum Libération umhugsar hann at halda fólkaatkvøðuna tann 22. mei fyri at avmarka møguleikarnar hjá mótstøðufólkunum at ávirka veljar- arnar. Chirac er heitur talsmaður fyri ES-grundlógini, og eitt franskt ja hevði økt møguleikar hansara fyri at verða valdur til forseta eitt valskeið afturat. Summir mótstøðuflokkar royna at tvinna grundlóg- ina saman við spurninginum um turkiskan limaskap í ES, og tað kann hava við sær, at fransmenn fara at fella grundlógina, tí nógvir fransmenn eru ímóti, at Turka- land sleppur upp í samveldið. Afturgongd í Japan Hagtøl hjá japonsku stjórnini vísa, at landsins brutto- tjóðarframleiðsla er minkað tað seinasta hálva árið, og at afturgongdin eftir øllum at døma fer at standa við. Tey seinastu hagtølini vísa, at bruttotjóðarframleiðsl- an minkaði 0,1 prosent í oktober-ársfjórðingi í fjør. Stjórnin sigur, at tað komst av minkandi útflutningi og minni eftirspurningi á heimamarknaðinum, men at bú- skapurin sum heild er á veg uppeftir. Búskaparligir við- merkjarar geva stjórnini rætt í, at búskapurin er kvink- aður uppeftir í seinastuni, men teir leggja afturat, at framgongdin er sera svikalig, og at minstu broytingar kunnu venda gongdini. Í fjør var vøksturin í japanska búskapinum 2,6 pros- ent, sum var tað mesta síðani 1996, men teir seinastu mánaðarnar er gongdin vend, skrivar Reuter. Kanska lív á Mars Tveir amerikanskir rúmdargranskarar siga nú, at kanska er lív á gongustjørnuni Mars kortini. Carol Stoker og Larry Lemk, sum starvast hjá ameri- konsku rúmdarumsitingini NASA, skulu sambært heimasíðuni Space.com hava sagt embætismonnum, at eftir teirra kanningum er tað ikki óhugsandi, at lív er á Mars. Millum anað skulu tey hava sagt, at á gongu- stjørnuni er umhvørvi, sum líkist einum umhvørvi í Spania. Sambært Space.com eru tey bæði vísindafólkini ikki vís í, at lív er á Mars, men tey vilja ikki greiða nærri frá sínum kanningum. Úrslitið fara tey at almannakunn- gera í einari grein í tíðarritinum Nature seinni í ár, siga tey. Reglurnar, sum skulu forða fyri sjúkum, gera, at tað er ikki pláss fyri allari toska- alingini á norsku firð- unum ALING Árni Joensen fartekst@mail.dk Herfyri kunngjørdi stóra ali- fyritøkan Nutreno Cold Water Species, at hon ætlar sær at økja toskaalingina í Noregi so nógv, at um átta ár verður vinnan før fyri at taka 200.000 tons um árið. Sum er ala norðmenn umleið 3.000 tons av toski árliga. Men spurningurin er, hvar tann nógvi toskurin skal alast. Norsku reglurnar siga, at minst 2,5 kilometrar skulu vera ímillum alistøð- irnar fyri at avmarka smittu- vandan, og tí er ilt at fáa eyga á, hvar allur hesin toskurin skal alast, sigur Martin Binde, ráðgevi hjá Matvørueftirlitinum, við Bergens Tidende. Hann leggur afturat, at skulu norðmenn ala so nógvan tosk, sum Nutreno ætlar, mugu reglurnar um smitu- forðing broytast. Laksaalararnir eru heldur ikki so fegnir um tær stóru ætlaninar at ala tosk. Ein alari sigur Ikki pláss fyri toskaaling við Bergens Tid- ende, at tað verður uttan iva kapping um tey góðu økini. Fyri ikki so nógvum árum síðani var Upp- sala-jøkulin ein tann størsti í Suðuramer- ika, men nú minkar hann 200 metrar um árið UMHVØRVI Árni Joensen fartekst@mail.dk Kanningar hava víst, at tann veksandi hitin á Jørðini hevur serliga gjørt um seg har suðuri í Suðuramerika, og nýggjar kanningar hava nú prógvað, at Uppsala- jøkulin, sum er stutt norðan fyri suðurendan á Suður- amerika, er minkaður nógv. David Vaughan, granskari á British Antarctic Survay, sigur við Reuter, at hann og hinir granskaarnir vita ikki við vissu, hví Uppsala-jøk- ulin minkar, men at teir hava varhugan av, at tað hevur samband við tann veksandi hitan á Jørðini. British Ant- arctic Survey hevur í hesum sambandi kunngjørt tvær myndir av Uppsala-jøklin- um. Onnur er tikin í 1928 og hin í 2004, og tær vísa týðiliga, hvussu nógv jøkul- in er minkaður hesi árini. Hóast granskararnir ikki vita við vissu, hví Uppsala- jøkulin minkar, eru teir ikki í iva um, hvørjar avleiðing- ar tað fær: – Tað fer at gera sítt til, at vatnstøðan í høvunum fer at hækka, sigur David Vaug- han. Á einum sjónbandi bað burturflutta it- alska tíðindakvinnan Giuliana Sgrena italsku stjórnina taka hermenninar úr Irak GÍSLATØKA Árni Joensen fartekst@mail.dk – Eg bøni tykkum um at gevast við hesari herseting- ini. Eg biðji italsku stjórn- ina taka hermenninar hið- ani, og eg biðji italska fólk- ið legja trýst á stjórnina, segði Giuliana Sgrena á sjónbandinum, sum bleiv almannakunngjørt í italsk- um sjónvarpi mikukvøldið. Liggjandi á knøunum endurtók hon áheitanina á italskum og fronskum: – Eg bøni tykum um at hjálpa mær. Eg bøni skyld- fólk míni og øll, sum eru ímóti krígnum og herset- ingini, um at hjálpa mær, segði hon grátandi. Tann 57 ára gamla italska tíðindakvinnan var í Irak í arbeiðsørindum fyri blaðið Il Manifesto, tá hon bleiv burturflutt. Ikki pláss fyri toskaaling Ísurin í Suðuramerika minkar Bað fyri lívinum – Eg bøni tykkum um at hjálpa mær, bað Giuliana Sgrena á sjónbandinum