fríggjadagur 18. februar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 18. februar 2005
3
Góðgætisposarnar
hava teir fingið frá
Kjølbro Heilsølu í
Klaksvík, so nú er
bara um at fáa ferð á
hugflogið. Næstu
tríggjar vikurnar fara
handlar kring alt
landið at dystast um
at skapa Føroya mest
kreativu handilsfram-
sýning
FM-HEITI
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mánadagin fór ein kapping
um eitt heldur øðrvísi FM
heitið av bakkastokki. Við
størri og minni bunkum av
Mars, Twix, Snickers og
Bounty posum, eru handlar
kring alt landið farnir at
kappast um, hvør megnar at
gera Føroya vakrastu og
mest nýskapandi handils-
framsýning. Tað er Kjølbro
Heilsøla í Klaksvík, sum
hevur tikið stig til kapp-
ingina og hevur latið handl-
unum søta tilfarið at ar-
beiða við.
Góðgæti og hugflog
- Handlarnir hava fingið so
nógvar góðgætisposar, sum
teir hava mett seg at hava
brúk fyri til júst teirra
hugskot. Hetta snýr seg
nevniliga ikki um, hvør
kann gera tað størstu, men
heldur tað vakrastu og mest
nýskapandi framsýningina.
Tankin er, at hetta skal vera
eitt árligt tiltak, har tað
fyrst av øllum ræður um at
brúka hugflogið, sigur Pet-
ur Jacob Langgaard, sølu-
leiðari á Kjølbro Heilsølu
og leggur afturat, at handl-
arnir hava tikið serstakliga
væl ímóti hugskotinum, so
hetta sær út til at blíva eitt
sera hugaligt samstarv.
At framsýningin eisini
hevur eitt listarligt flog yvir
sær, ger tað ikki verri. Til at
meta um endaliga úrslitið
hevur Heilsølan tískil fing-
ið roynda listamannin Ed-
vard Fuglø, sum saman við
landsliðleikarnum Jákupi
Mikkelsen og Atla Daniel-
sen mannar dómsnevndina.
Runt um í handlunum
eru fyrstu framsýningarnar
longu við at taka skap, og
næstu dagarnar fara umboð
frá Kjølbro Heilsølu út at
forvitnast eftir, hvussu
leikur fer. Við sær hava tey
myndatól, so at dóms-
nevndin út frá myndunum
kann samanbera tær ymsu
framsýningarnar. Vinnarin
verður funnin um miðjan
mars mánað, og fær hann
ferðasteyp umframt eitt
steyp til ognar. Nummar 2
og 3 fáa eisini steyp. Allir
vinnarnir fáa harafturat eitt
gávukort til eina starvs-
fólkaveitslu. Myndir av
vinnandi framsýningunum
verða at síggja í bløðunum,
tá kappingin er av.
Ein rúgva av Mars, Twix,
Snicker og Bounty posum og
ríkiligt av hugflogi.
Mánadagin byrjaðu handlar
kring alt landið at dystast um
FM heitið í handilsfram-
sýningum
Hovbingar fáa nú
høvi at koma við upp-
skotum um, hvussu
vegir og gøtur í bygd-
ini skulu nevnast
GØTUNØVN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skulu eisini vegir og
gøtur í Hovi hava nøvn.
Tað er lóg, at allir vegir í
bygdum og býum skulu
hava nøvn og nú ætla eisini
hovbingar at taka stig til at
hendan løgtingslóg kann
haldast.
Tað er sera óheppið, at so
fáar bygdir og býir hava
gøtunøvn, serliga tá ið talan
er um neyðsendarørindi,
har lækni, sjúkrabilur ella
brandbilur, sum ikki altíð
eru staðkend, skulu finna
eini hús í eini knappari
vending.
Á bygdaráðsfundi hevur
bygdaráðið í Hovi samtykt
senda skriv í øll hús í Hovi,
har borgararnir fáa høvi til
at koma við uppskotum
um, hvussu vegir og gøtur
skulu kallast.
Tá ið nøvn skulu setast á
vegir og gøtunøvn, hevur
bygdaráðið fingið nakrar
leiðbeiningar frá Matrikk-
ulstovuni um, hvussu tað
eigur at verða gjørt.
Eitt nú verður mett, at tað
er óheppið, at sama vega-
strekkið hevur fleiri nøvn.
Sum dømi um áhepnað
navnagerð, nevnir Matrikk-
ulstovan strekkið frá Vest-
urkirkjuni í Havn, yvir í
Bøkjarabrekku.Her er talan
um sama vegastrekki, men
tað hevur ikki færri enn
seks nøvn: Framvið kirkj-
uni eitur tað Á frælsinum,
sjálvt svingið eitur Matta-
lág, so kemur J. Patursson-
argøta, Niels Winthersgøta,
Steinatún og at enda kemur
sjálv Bøkjarabrekka.
Nú skulu
vegirnir
í Hovi
hava navn
FM í handilsfram-
sýningum
Nú skal navn setast
á allar vegir í Hovi