fríggjadagur 18. februar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikukvøldið spældu
nøkur av fremstu
føroysku tónleika-
nøvnunum seinnu
árini til konsert í
Fuglafirði, og spælt
varð ikki minst fyri
einum amerikanara,
sum var millum
áhoyrararnar
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Eivør Pálsdóttir, Salt, Týr,
GoGo Blues, Kári Sverris-
son og Jóannes Andreas-
sen.
Tað vóru sangararnir og
bólkarnir, sum vóru á
pallinum til eina serliga
konsert í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði mikukvøldið.
Konsertina høvdu fyrireik-
ararnir kalla Tónakrás, og
konsertin varð millum ann-
að ætlað einum forkunnug-
um amerikanskum gesti.
Tað var áhugabólkurin,
sum hevur skipað fyri vitj-
anini við navnframa ameri-
kanska undirhaldsadvokat-
inum Robert E. Gordon, ið
tók stig til konsertina.
Endamálið var at sýna fram
tað besta innan føroyskan
tónleik fyri Roberti og
øllum øðrum, sum vildu
lýða á.
Og so varð spælt – av lív-
sins kreftum.
Útboðið var fjølbroytt
við inniligum vísutónleiki,
kórsangi, rocktónleiki og
klaverspæli.
Spennandi vitjan
Robert E. Gordon hevur
verið í Føroyum í nakrar
dagar, og hann hevur havt
ymiskt á skránni hesar
dagarnar. Vitjanin hevur til
endamáls at savna vitan um
tónleikaídnaðin og tað hev-
ur gingið sera væl higartil,
siga fyrireikararnir.
Farna vikuskiftið greiddi
Robert E. Gordon frá sín-
um hendingaríka lívi sínum
á eini hugnaløtu á Hafina
Lounge, har Knút Eystur-
stein eisini nakrar sangir av
nýggju fløguni hjá sær.
Mánadagin hevði Robert
framløgu í Norðurlanda-
húsinum um hvussu løg-
frøðisligi parturin av tón-
leikaídnaðinum er skrúv-
aður saman við rættindum,
sáttmálum, royalties, um-
boðan og mongum øðrum.
Mikumorgunin
hitti
Robert vinnumálaráðharr-
an Bjarna Djurholm og
mentamálaráðharran Jógv-
an á Lakjuni. Síðani gekk
leiðin til Forngripasavnið
og haðani norður til Gøtu,
har vitjað verður í Blása-
stovu og gomlu Kirkjuni.
Kvøldið endaði við serligu
konsertini í Mentanarhús-
inum í Fuglafirði, har
Robert E. Gordon slapp at
hoyra nakað av tí besta,
sum
føroyingar
kunnu
bjóða av tónleiki.
4
Nr. 34 - 18. februar 2005
Føroyskt tónakrás til amerikanskan gest
Væl umtókta kórið Salt slapp
fram at millum rocktónleikin
og klaverspælið
Kári Sverrisson framførdi nakrar sangir á sín hugtakandi og
inniliga hátt
Føroyskur kvæðarockur var í miðdeplinum, tá ið Týr var á
pallinum
Uni Debess og hinir í GoGo Blues vístu, hvussu føroyingar
eisini duga at spæla blues-tónleik
Eivør Pálsdóttir saman við systrum sínum, Elisabeth og Elinborg
Jóannes Andreasen spældi klaver fyri áhoyrarunum