Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2005 5 Lægri lønar- gjaldingar Nýggjastu hagtøl- ini hjá Lands- kassanum vísa, at lønargjaldingarna r í januar í ár eru lægri enn í januar í fjør LØNIR Hóast samlaða út- gjaldsupphæddin bert er eina millión lægri í januar í ár, enn hon var í januar í fjør, er ein reel lækkan at síggja, tá sáttmálabundnar hækkingar verða tikn- ar við. Lønarútgjaldingar- nar í útflutningsvinn- uni vóru í á 21 milli- ónir lægri, enn tær vóru í januar i fjør.67 milliónir í ár móti 88 milliónum í fjør. Ein av orsøkunum er ivaleyst tað vánaliga veðurlagið, sum hevur forða útróðrinum rættiliga nógv í januar. Hinvegin eru út- gjaldingarnar hjá inn- anlands vinnunum økt- ar við 20 milliónum, sum so mestum vigar upp í móti teirri mink- ing, útflutningsvinnur- nar hava verið fyri. Útgjaldið í januar í ár er upp á 369 milli- ónir í móti 349 milli- ónum í fjør. Hendan økiningi upp á 20 milliónir svarar til 5,7 prosent. Í hesari hækk- ing liggur so eisini sáttmálabundin lønar- hækking. Samanlagt verður munurin so minus eina millión krónur í januar í ár í mun til januar í fjør. ej Í nýggjastu hagtølun- um hjá Lands-bank- anum sæst, at gjald- føri landskassans er farið niður um markið fyri minsta innláni hjá landskass- anum GJALDFØRI Edvard Joensen Gjaldførið hjá landskassan- um er negativt í løtuni. Tað liggur, sambært seinastu hagtølunum hjá Lands- bankanum, sjey milliónir undir tí marki, sum ásett er fyri at vera minsta innlán hjá landskassanum í Lands- bankanum. Ásett er, at minsta inn- lánið hjá landskassanum skal vera 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Tað er í løtuni 1.500 milliónir. Men so nógvar pengar eigur landskassin ikki í Landsbankanum í løtuni. Har standa 1.493 milliónir. Men tað er kortini ikki nakað, sum fær landsstýris- mannin við fíggjarmálum at missa svøvnin. Bárður Nielsen segði soleiðis við Sosialin í januar: »Eitt minstamark fyri innláni í Landsbankanum er sett til at vera 15 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøk- uni. Men hetta er bara veg- leiðandi, sigur Bárður Niel- sen. Tað hendir eingin van- lukka, um farið verður eitt sindur niður um tað talið. – Tað er ikki fyrr enn vit koma 30 prosent undir tað talið, sum svarar til tey 15 prosentini, at tað verður kritiskt, sigur landsstýris- maðurin. Nettostøða landskassans var í december 2004 1.517 milliónir krónur, og minsta inngjald landskassans í Landsbankanum skuldi vera 1.485 milliónir. So har var ikki so nógv at geva av. Fyri januar í ár skal minsta innlánið vera 1.500 milliónir, sigur Bárður Nielsen. Tað er tí, at fram- rokningar vísa, at BTÚ hækkar í mun til 2004, sigur hann.« Men hann náddi ikki teirri hálvariaðru milliard í januar. Har manglaðu sjey milliónir í. Kortini ætlar landsstýrismaðurin ikki at broyta tey ásettu 15 pro- sentini, um farast skal eftir tí, hann segði við Sosialin í januar: »Tað er óseriøst at hugsa so. Lógin er gjørd fyri at verða hildin. Tað er ikki so, at vit skulu gera lógir eftir tí, sum vit klára at liva upp til, sigur hann.« Elfelagið SEV hevur fingið nýggjan stýris- formann. Tað er Leivur Hansen, bý- ráðslimur í Havn, sum tekur við eftir Poul Arna Jacobsen úr Sørvági SEV STÝRI Edvard Joensen Tað lýsir fyri Býráðnum í Havn. Formaðurin í SEV stýrinum er nú at finna millum býraðslimirnar í Havn. Hann eitur Leivur Hansen. Leivur Hansen, býráðs- limur í Havn hevur tikið við leiðsluni í SEV stýrinum eftir Poul Arna Jacobsen úr Sørvági, sum hevur verið formaður seinastu 12 árini. Næstformaður í SEV stýr- inum gjørdist Súni í Hjøll- um av Toftum. Hetta hendi á fundi fríggjadagin, tá stýrið fyri elfelagið skipaði seg. Teir eru báðir nývaldir í stýrið. Suni í Hjøllum er valdur fyri Jóannes Thom- sen í Fuglafirði, umboð- andi Eysturoynna. Leivur Hansen varð vald- ur í SEV stýrið í staðin fyri Bjarta Mohr, býráðslim í Havn. Og tað valið spældi ikki stillisliga av. Tað end- aði við brævskrivan og fjøl- miðlaviðgerð, tí minnilutin í býráðnum helt ikki, at alt var farið fram, sum tað átti. Men makt er makt, og meirilutin vann. Og nú situr umboð teirra á ovasta tindinum í SEV stýrinum. Tríggir av sjey stýrislim- um hjá SEV eru nývaldir. Umframt formannin og næstformannin, er eisini Kim Olsen í Hósvík ný- valdur í stýrið at umboða Norðurstreymoy í staðin fyri Marjuna Olsen í Ves- tmanna. Hinir fýra stýrislimirnir, sum vórðu afturvaldir, eru Kristian Fríðrik Olsen fyri Norðoyggjar, Poul Arne Jacobsen fyri Vágar, Tórur Johannesen fyri Sandoy, Skúvoy og Dímun, og Dia Poulsen, sum umboðar Suðuroy. Eisini umboðsnevndin hjá SEV skipaði seg á fundi fríggjadagin. Har var út- skiftingin í toppinum tó ikki so stór sum í stýrinum, hóast næstformaðurin varð nývaldur. Hans Tausen Olsen úr Runavík varð afturvaldur til umboðsnevndarformann hjá SEV. Nýggi næstfor- maðurin er úr Klaksvík og eitur Sigurd Syderbø. Gjaldførið negativt Nýggjur stýrisformaður Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum umsitir í løtuni ein landskassa við negativum gjaldføri Leivur Hansen varð fyrst valdur í SEV-stýrið fyri Bjarta Mohr, og síðan valdur til stýrisformann Mynd: Jens Kristian Vang Poul Arne Jacobsen - nr. tvey frá høgru - varð ikki afturvaldur eftir at hava sitið sum formaður í SEV stýrinum tey seinastu 12 árini Mynd: Jens Kristian Vang