Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 34 - 18. februar 2005 Kaj Leo Johannesen følir seg væl í formanssessininum í sambandsflokkinum, tí hann hevur ongan- tíð følt so góðan stuð- ul sum akkurát nú SAMBANDS- FLOKKURIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg føli, at eg havi onga- ntíð havt so góðan stuðul í sambandsflokkinum, sum akkurát nú. Kaj Leo Johannesen følir seg hampiliga tryggan í for- manssessinum í sambands- flokkinum. Tað ger hann, hóast tveir av tingmonnum flokksins, Edmund Joensen og Johan Dahl, beint eftir fólkatings- valið góvu ilt av sær og róðu framundir, at leiðslu- spurningurin í flokkinum átti at verðið viðgjørdur av nýggjum. Sambandsflokkurin fekk ein frammaná ávalinum. Hann ikki bara misti fólka- tingssessin, men hann gjørdust enntá minstur av teimum fýra stóru flokk- unum. Tað fekk tingmenn í flokkinum at lufta tankan í Útvarpinum og í Sosialin- um um at fáa annan for- mann at standa á odda fyri sambandsflokkinum í royndunum at fáa hann at veksa seg stóran aftur. Sjálvur helt Kaj Leo beint eftir valið, at tað, sum flokkurin hevur mest brúk fyri, er tryggleiki og tað skapar ikki tryggleika at skifta formann annaðhvørt ár. Hann helt eisini at hann átti at fáa eina rímiliga tíð til at byggja flokkin uppaftur. Tí ætlaði hann sær ikki at leggja kongin, sum formað- ur sambandsfloksins. Ongantíð so góðan stuðul sum nú Og hetta stendur hann við, hóast tveir av tingmonnum floksins hava gloppa dyrnar fyri at skifta formann. Hann ger vart við, at hann hevur ongar viðmerk- ingar til smálutirnar í tí, sum tingmenninir halda um leiðsluspurningin í sam- bandsflokkinum. – Ónøgd í flokkinum skal viðgerast innanhýsis, sigur Kaj Leo Johannesen. Men hann leggur afturat, at ein floksformaður verður vigaður einaferð um árið, tá ið flokkurin hevur lands- fund. Og tá er ein og hvør væl- komin at bjóða seg fram at verða formaður og so verð- ur valt sum tað eigur í ein- um fólkaræði, har tann, sum fær meirlutan, vinnur valið. – Eg eri biðin um at tæna flokkinum og tað geri eg, til flokkurin heldur, at onkur annar skal tæna flokkinum. Og tá ið tann dagur verður, fari eg at stuðla honum ella henni fult út, sum skal taka við eftir meg. Kaj Leo Johannesen sig- ur, at hann er sum japanar- ar: Teir byrja við at sópa gólv, so arbeiða teir seg uppeftir, men teir enda aftur við at sópa gólv. Tað góðtaka teir og tað geri eg eisini og eg fari altíð at stuðla teirri avgerð 100% sum valfeløgini kring landið gera av. Men í løtuni kennir Kaj Leo Johannesen seg ikki bara at hava stuðul frá valfeløgunum kring landið. Hann heldur enntá, at hann hevur ongantíð havt so góðan stuðul sum akkurát nú. – At tað so einstakir limir, sum eru ónøgdir, slepst neyvan undan, men tað ætli eg mær at viðgera innanhýsis. Hann ásannar eisini, at tær ósemjur, sum hava ver- ið í flokkinum, hava neyvan tænt honum. Hann ásannar eisini, at uppstillingin í Suður- streymoy er ikki nóg sterk. – Tí skulu vit gera okk- um størri ómak at finna eitt størri tal av væl skikkaðum valevnunum. Kortini vil hann ikki ásanna, at seinasta løg- tingsval var so vánaligt hjá sambandsflokkinum. – Vit høvdu eitt tað besta úrslitið seinastu 20 árini. Men tíverri varð úrslitið mett útfrá eini veljarakann- ing, sum gav okkum næstan 30% av atkvøðunum. Og afturímóti veljarakanning- ini, var valið ikki gott. Men tað er iki rætt at meta úr- slitið útfrá eini veljarakann- ing, sigur Kaj Leo Johanne- sen. Eg havi ongantíð havt so góðan stuðul sum nú Leygardagin klokkan 17 verður stórfingin konsert í Norðurlandahúsinum, har Eivør Pálsdóttir og íslendski KaSahópurin fara at spæla og syngja. Hetta er eitt sjálvsagt høvi at hoyra Eivør Páls- dóttir, nú hon er aktuel við fløguni við DR BigBand, sigur Norðurlandahúsið Í KaSahópinum eru fimm kvinnur: Nína Mar- grét Grímsdóttir, ið spælir klaver, Sif M. Tulinius og Helga Þórarinsdóttir, ið báðar spæla violin, Áshil- dur Haraldsdóttir, ið spælir floytu og Bryndis Björg- vinsdóttir ið spælir cello. – Tað er nakað heilt ser- stakt við Eivør. Hon er sum ein kamelón, ið skiftir ham.Við Clickhaze kann hon vera vill, sjálv ger hon inniligar kensluborin sang- ir, og nú hoyrist hon eisini í klassiskum høpi. Tað krev- ur eina sanna stjørnu, sigur Norðurlandahúsið! KaSahópurinn varð stovnaður í 2001, og síðani hevur hann havt nógvar konsertir bæði í Íslandi og aðrastaðnis, eitt nú í Japan. Á Føroyaferðini hjá Eivør og KaSahópinum, verður bara hendan eina konsertin, so tað ræður um at liggja framvið. Atgongumerki fáast til keyps í Norðurlandahúsinum, og á Kunningarstovunum í Runavík og Havn. Stórfingin konsert við Eivør Pálsdóttir Torbjørn Jacobsen skuldi á løgtingsfundi seinnapartin hósdag- in aftur vera fram- søgumaður fyri Tjóð- veldisflokkin, og har- við var hann aftur partur av tingbólk- inum hjá Tjóðveldis- flokkinum SEMJA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Viðurskiftini í Tjóðveldis- flokkinum eru við at normalisera seg aftur. Stríðið millum formannin og løgtingsmannin Tor- bjørn Jacobsen hevur órógvað flokkin í fleiri mánaðir, men frálíka fólka- tingsvalið hjá flokkinum og ikki minst teimum báðum politikarunum skapti grundarlag fyri varðandi friði í flokkinum. Aftur framsøgumaður Meðan stríðið var í hæddini slapp Torbjørn Jacobsen ikki at vera framsøgumaður fyri Tjóðveldisflokkin í vinnumálum og mentamál- um, sum hann annars hevði verið, og hann misti eisini sessin sum næstformaður í flokkinum. Karsten Hansen er nú næstformaður, og tað held- ur hann fram við, men á løgtingsfundi seinnapartin hósdagin skuldi Torbjørn Jacobsen aftur verða fram- søgumaður fyri Tjóðveldis- flokkin, og harvið má hann aftur metast sum partur av tingbólkinum hjá Tjóð- veldisflokkinum. Leiðslan tigur – Eg haldi, at viðurskiftini í flokkinum eru við at koma í rættlag aftur nú, sigur Torbjørn Jacobsen. Hann skuldi vera fram- søgumaður fyri Tjóðveldis- flokkinum í einum tingmáli um avtøku av eini løg- tingslóg um inn- og útflutn- ing av fiski og fiska-úr- dráttum. Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum, Høgni Hoydal, hevði ikki stundir at tosa við Sosialin fyrrapartin hósdagin. Og tað hevði formaðurin fyri aðalstjórn- ina í flokkinum heldur ikki. Aðalstjórnin hevði fund mikukvøldið, men formað- urin Jóannes Dalsgarð segði, at málið um Torbjørn Jacobsen stóð ikki á skránni fyri fundin. Tobbi aftur framsøgumaður Hetta er KaSahópurin, ið skal spæla saman við Eivør í Norðurlandshúsinum í annaðkvøld: Nína Margrét Grímsdóttir, spælir klaver, Sif M. Tulinius og Helga Þórarinsdóttir, spæla violin, Áshildur Haraldsdóttir, spælir floytu og Bryndis Björgvinsdóttir spælir cello –Eg tæni flokkinum, so leingi eg verðið biðin um tað. Tá ið tann dagur kemur, at flokkurin heldur, at onkur annar skal tæna flokkinum, fari eg at stuðla tí fult út, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í sambandsflokkinum