Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2005 7 Litrík Guðrun í hálvfinalu Guðrun Sólja Jacob- sen hevur vónir um at koma langt í kapping- ini millum bestu lut- takararnar í Stjerne for en aften. Tað verð- ur ein litrík Guðrun, sum í kvøld fer á pall- in í seinnu hálvfinal- uni STJØRNA EITT KVØLD Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Guðrun Sólja Jacobsen verður við í seinnu hálvfin- aluni í kappingini Stjørna eitt Kvøld á DR, sum verð- ur í kvøld. Hon fer á pallin við lagnum Run to You hjá Whitney Houston. Tá vit seint mikukvøldið fingu fatur á Guðruni, var hon á hotelli í Aalborg. Or- søkin til tað var, at hon har hevði leigað sær ein stylist, ein sniðgeva, við skili fyri hvussu ein skal síggja út. Góður sangur Um orsøkina til, at hon júst hevur valt at syngja Run to you sigur Guðrun, at henni altíð hevur dámað væl henda sangin. – Hetta er ein góður sangur og hann gevur mein- ing, sigur Guðrun. Hon velur sjálv løgini, ið hon tekur lut við, men sjálvandi prátar hon við onnur um møguligu løgini, sum hon hevur í huganum. Fólk steðga á gøtuni Guðrun hevur merkt, at hon nú aftur hevur verið frammi í almenna ljósinum. Ja, tað merki eg væl. Fólk á gøtuni steðga á og fólk venda sær við, so tað merk- ist, at ein nú aftur er frammi, sigur Guðrun. Mikuvøldið hevði Guðr- un onga hóming av gongd- ini fríggjadagin, hvussu pallurin er og hvussu hini fyrireika seg. – Vit hittast øll fríggja- dagin og innan fríggjadagin hendir onki. Alt gongur fyri seg fríggjadagin og so er kappingin á kvøldi. Tað er ikki sum fyrstu ferð, tá vit hittust fleiri ferðir framm- anundan og so framvegis, sigur Guðrun, og leggur afturat, at nú er alt sam- skifti innan kappingina via telefon. Litrík Men Guðrun fyrireikar seg sum best til kappingina millum tey bestu av teim bestu. Orsøkin til vitjanina í Aalborg mikukvøldið var, at Guðrun har hevur leigað sær ein stylist. Og kann ein so spyrja, hvørji klæði tú hevur valt til fríggjakvøldið? – Eg havi leigað mær ein stylist her í Aalborg og tí eri eg her. Men eg veit ikki, tað verður í hvussu er nakað við litum og ikki svart og hvítt, sum onkutíð áður, sigur Guðrun, uttan at av- dúka ov nógv. Mamma og pabba við Guðrun fegnast um, at hon fær góðan heimligan stuðul fríggjakvøldið. – Mamma og pabba eru komin niður. Men hetta er so fyrstu ferð, at beiggi mín Eyðun ikki er við, so tað kennist eitt sindur løgið, tí hann hevur annars verið við hvørja ferð, sigur Guðrun. Um vónirnar sigur Guðrun: – Eg haldi, at ein eigur altíð at vóna tað besta, men vænta tað ringasta, tí so verður ein ikki skuffaður. Men sjálvandi vóni eg at vinna og koma víðari hesa- ferð og síðani at vinna alt. Men tað verður sera trup- ult, tí bert tey bestu eru eft- ir, sigur Guðrun, sum eisini er fløguaktuell. Um nýggju fløguna sigur hon, at enn veit hon onki um sølutølini, men fólk tykjast glað fyri fløguna, og tað fegnast Guðrun um. Fjáltur Enn er Guðrun ikki komin so langt, at hon kennir fjáltur á sær. – Eg eri ikki nervøs, men tað kemur nokk. Eg var eisini eitt sindur nervøs við kappingina hesaferð, tí eg líkasum skuldi koma aftur, men tað er so farið nú og eg eri her. Men nervarnir koma óivað einaferð innan fríggjakvøldið, sigur Guðr- un, sum tykist at hava bæði beinini á jørðini. Og tá hon verður spurd, um hon sum heild er nøgd við gongdina í kappingini og við tað, sum er hent, so sigur hon: – Eg havi fingið tað burturúr, sum eg ætlaði, so eg havi tað fínt. Ein positiv Guðrun, sum ikki mikukvøldið kendi til fjáltur, innan stóru kapp- ingina í kvøld, men eins og seinast, so vónar hon sjálv- andi góðan atkvøðustuðul úr Føroyum. Teir fara at spæla teirra eyðkenda und- irhaldstónleik, krydd- að við onkrum av tí, teir framførdu í Prix Føroyum í Fuglafirði, leygarkvøldið DANSUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygarkvøldið spælir All That Rain aftur í Hvalba fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir. Tað er nú ein vika síðani at teir spældu í Prix Føroyar í Fuglafirði og tað gjørdu teir so mikið væl, at teir eru komnir í semifinaluna. All That Rain hevur fing- ið nýggjan sangara og gittarspælara, síðani teir vóru í Hvalba seinast. Tað er Rókur Jákupsson Jacob- sen, sum hevur verið í bólk- inum í eitt gott hálvt ár og sambært ummælinum aft- aná Prix Føroyum, riggar hann væl saman við All That Rain. Hann lesur í Danmark og flýgur sostatt aftur og fram hvørja ferð, teir spæla. Eftir Prix Føroyar í farnu viku, skrivaði ummælarin hjá Sosialinum, at teirra grundfesta swing er ikki til at fara skeivur av. Allir sangirnir, teir skriva sjálvir nú á døgum, eru á føroyskum. Men tá ið teir spæla til dans, blanda teir alt møguligt saman, bæði av fløguni hjá Kjølum og av fløguni hjá All That Rain. Alt verður so kryddað við útlendskum løgum og onkrum av tí, teir spældu á Prix Føroyum seinasta vikuskifti. At All That Rain seru sera væl umtóktir í Suður- oy, fingu teir prógv fyri, táið teir spældu í TB-húsin- um í desember. Tá vóru teir eitt sindur spentir uppá, hvussu tað fór at verða. – Vit høvdu havt ein suðuroyar-niðurtúr. Tað komst helst av, at vit eina tíð høvdu spælt nógv harðari tónleik enn vit høvdu gjørt og vit gera nú. Og tað fangaði ikki so væl, siga teir í All That Rain. Men tað var ongin orsøk hjá teimum at ivast í nøkr- um, tí teir vóru stórliga fagnaðir í TB- húsinum og teir gleða seg til at sleppa aftur til Suðuroyar at geva alt teir hava, leggja teir afturat. Manningin í All That Rain eru Henning Hjalt Nicodemusen á trummum, Jens Tummas Næs á bas- sinum og gittar spæla Hans Ravnsfjall og Rókur Ják- upsson Jacobsen. Og teir leggja allir rødd til. All That Rain í Hvalba Høvundar á bókakafé BÓKAKAFE Tíðindaskriv Mikukvøldið, tann 23. februar kl. 20.00, verður aftur bókakafé í Havn í Hafnia Lounge. Dagarnir leingjast, og kvøldini gerast eitt sindur ljósari. Veðrið er ikki batnað, enn eru nógvir dagar við regni og vindi, so tað er eingin orsøk at leggja bøkurnar burtur. Ikki tí bøkur kunnu lesast alt árið og í øllum veðri. Bókakaféin í Hafnia Lo- unge hevur verið 2 ferðir, og fittliga nógv fólk hava luttikið. Tí vænta vit aftur hesa ferð, at nógvar konur og nakrir menn koma om- an á Hafnia mikukvøldið at hoyra um bøkur og at tosa við onnur um bøkur, vit lesa. Kom og hoyr: Oddvør Johansen greiða frá um Sebastians Hús Marjun Kjellnes siga frá sínum verkum Onnu Brimnes greiða frá um Býarbókasavnið og hvørjar tænastur, tað veitir All That Rain gleða seg til at koma aftur til Suðuroyar at geva alt teir eiga