fríggjadagur 18. februar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 34 - 18. februar 2005
Smiðjan, P/F Normek
í Norðragøtu, er nú
ISO 9001-góðkend, og
altjóða góðkenningin
fevnir um alla fyri-
tøkuna. Hósdagin var
móttøka í smiðjuni,
har felagið alment
fekk handað góð-
kenningarskjalið frá
Det Norske Veritas
GÓÐKENNING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stjórarnir aftanfyri P/F
Normek
í
Norðragøtu,
Johnny Nón og Robert
Langgaard, eru væl nøgdir
við móttøkuna, sum skipað
varð fyri í smiðjuni miku-
dagin. Eini 50 fólk umboð-
andi vinnuna, viðskiftafólk,
bankar og starvsfólk vóru
samankomin at heilsa fyri-
tøkuni í samband við, at
hon nú hevur fingið altjóða
góðkenningina,
ISO
9001:2000, sum hon verður
rópt.
Tað var í august í fjør, at
smiðjan fekk hesa góð-
kenning, men dagurin varð
ikki alment »markeraður«
fyrr enn nú mikudagin.
Tað er DNV, Det Norske
Veritas, sum sertifiserar
góðkenningina, sum tað
eitur á fakmáli, og vegna
DNV var tað Andrass Joen-
sen, sum handaði teimum
báðum stjórunum, Roberti
og Johnny, góðkenningar-
skjalið í rammu.
Oljufelagið Agip, sum í
dag eitur ENI, hevur stuðl-
að Normek fíggjarliga við
góðkenningini, og í hesum
sambandi segði Ólavur
Gregersen nøkur orð við
móttøkuna.
Sp/f Virkisráðgevingin í
Saltangará
hevur
leitt
fyritøkuna í Norðragøtu
fram til hesa góðkenning,
sum hevur stóran týdning í
altjóða virksemi.
Altjóða vørumerki
Robert Langgaard sigur, at
felagið hevði neyvan rokk-
ið hesi góðkenning, um
ikki Sp/f Virkisráðgeving
hevði leitt teir fram á mál, tí
hetta er eitt øki, sum er
fremmant hjá einum van-
ligum føroyskum arbeiðs-
plássi.
– Tú veitst ikki, hvat tað
er, tú fert í holt við, um tú
ikki hevur holla ráðgeving
aftanfyri eina slíka ætlan,
sigur stjórin.
Hann sigur, at ein slík
góðkenning er eitt neyðugt
vørumerki, tá ið hugsast
skal um virksemi úti í
heimi – og ikki minst sum
veitarar í oljuvinnuni, ið
felagið serliga hugsar um í
hesum sambandi.
– Høvuðsorsøkin til, at
vit fóru í gongd við at fáa
smiðjuna ISO-9001-góð-
kenda, liggur í, at Normek
ynskir at hava eitt høgt
tænastustøði, sum støðugt
leggur dent á tey krøv, sum
okkara viðskiftafólki seta –
og tey krøv, sum vit seta
okkum sjálvi, sigur Robert.
Á Normek tekur Johnny
Nón sær serliga av teimum
praktisku viðurskiftunum,
meðan Robert Langgaard
tekur sær av tí umsiti-ngar-
liga partinum.
ISO 9001: 2000-góð-
kenningin, sum P/F Nor-
mek nú hevur fingið, fevnir
sum nevnt um alla fyritøk-
una – heilt frá tí, at felagið
fær ein fyrispurning, til
arbeiði er liðugt og avhend-
að.
20 fólk eru í starvi hjá
smiðjuni, P/F
Normek í Norðragøtu
SMIÐJUVIRKSEMI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
P/F Normek í Norðragøtu
er stovnað í januar í 1997.
Høvuðsarbeiðið
hjá
smiðjuni fevnir í fyrsta lagi
um umvælingar og viðlíka-
hald umborð á skipum og
bátum og umvælingar og
viðlíkahald av lastbilum.
Felagið hevur eisini havt
ein leiklut í alivinnuni, har
teir hava framleitt dregg til
aliringar.
Henda
fram-
leiðsla hevur verið í sam-
starvi við P/F Vónina.
Saman við trimum øðr-
um fyritøkum hevur Nor-
mek stovnað eitt felag, sum
kallast ENSK Sp/f. Hetta
felag hevur til endamáls at
kunna bjóða út stór og
fjølbroytt arbeiðir innan eitt
nú el, mekanik, hydraulik
og sandblásing.
Normek er eisini umboð
fyri SAWO í Danmark, sum
selir
teir
vælumtóktu
HIAB-kranarnar, sum bæði
verða nýttir á landi og
sjógvi.
Oljuvinna
Eins og aðrar fyritøkur,
sum starvast innan smiðju-
virksemi, hevur Normek
eisini fyrireikað seg til eina
komandi oljuvinnu í Føroy-
um. Felagið hevur havt fólk
í Aberdeen í Skotlandi, har
hesi hava luttikið á skeið-
um, soleiðis at tey eitt nú
kunnu átaka sær uppgávur
úti á einum boripalli.
ISO-9001-góðkenningin
er eitt stig á hesi leiðini.
Í dag eru eini 20 fólk í
starvi hjá Normek.
Við seinastu útbygging-
ini av smiðjuni, gjørdust
møguleikarnir á verkstaðn-
um nógv betri, og kann fel-
agið í dag átaka sær at kalla
allar stórar umvælingar –
undir taki.
OHSAS 18001
P/F Normek hevur eisini
bygt upp eina skjalprógv-
aða skipan fyri heilsu,
trygd og umhvørvi. Henda
skipanin er bygd upp í tráð
við krøvini í OHSAS
18001-standardinum, sum
tað eitur. Hetta merkir, at
fyritøkan leggur dent á ar-
beiðsviðurskiftini og støð-
ugt arbeiðir við at menna
hesi.
Umvælir og viðlíkaheldur skip, bátar og lastbilar
Normek í Gøtu fingið ISO-9001-góðkenning
Eini 20 fólk arbeiða hjá P/F Normek í Norðragøtu. Umframt
umvælingar og viðlíkahald av skipum og bátum, umvælir
smiðjan eisini lastbilar. Fyritøkan umboðar eisini kranar og
annað úr útlandinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hetta skjalið er prógvið sum sigur, at P/F Normek í Norðragøtu nú er ISO-9001: 2000 góðkent
sum virki – frá a til z. Á myndini, tv.: Johnny Nón, stjóri, Andrass Joensen, Det Norske Veritas og
Robert Langgaard, umsitingarligur stjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Arbeiðseftirlitið
hevur staðfest, at ein
skermur var tikin av
farsmaskinuni hjá
FK í Hoyvík, tá ið ein
genta skar seg í
fingrarnar
ARBEIÐSSKAÐI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mikukvøldið frættist, at
ein genta, sum er í starvi
hjá FK í Hoyvík, hevði
skorið seg í nakrar fingrar,
tá ið hon stóð við eina
maskinu í keypssamtøk-
uni.
Karl Joensen, leiðari á
Arbeiðseftirlitinum, sigur,
at stovnurin fekk fráboðan
um hendingina mikudagin
um 16.30-tíðina, og ein
maður varð sendur niðan
at kanna tilburðin.
Eingin skermur
Hann sigur, at maskinan,
sum gentan hevði staðið
við, er ein maskina, sum
melir kjøtfars til portiónir.
– Vit hava staðfest, at
sambært
tekningunum
skuldi maskinan havt ein
skerm, men hesin skermur
varð ikki á maskinuni, tá
ið tilburðurin fór fram.
Karl sigur, at skaðin
hevði ikki verið hendur,
um maskinan var brúkt,
sum hon sambært tekning-
unum eigur at brúkast.
Møgulig ákæra
– Enn eru kanningarnar
ikki lidnar, og enn hava vit
ikki tikið støðu til, um vit
fara at heita á fútan um at
reisa ákæru móti fyritøk-
uni, sigur Karl Joensen.
Sum skilst, hevur gentan
skorið seg í nakrar fingrar,
men skaðin er tíbetur ikki
størri enn so, at hon kann
sleppa uttan varandi mein,
um alt lagar seg væl.
Skermurin tikin av maskinuni