Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2005 9 Tær mongu kjallara- brandstøðirnar í Eysturoynni og tey mongu sløkkiliðini skuldu samstarva meira. Í løtuni gera øll brandliðini íløgur hvør í sínum lagi, men meira hevði fingist burtur úr tøttum samstarvi, heldur bygdaráðslimur í Gøtu. Leiðarin fyri størsta brandliðið í økinum heldur tankan verða áhugaverdan SLØKKILIÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eysturoyingar eiga sera nógv útgerð at sløkkja eld við. Men útgerðin verður goymd á ómannaðum brandstøðum kring alla oynna, og stundum kann ivi stinga seg upp um, hvør skal út at sløkkja eina eld. Tað hendi til dømis beint fyri jól í fjør, tá ið eldur kom í eina lítla gravkúgv í Søldarfirði. – Brandmenn komu úr Runavík, av Skála, úr Gøtu, Leirvík og Fuglafirði at sløkkja eldin. Í grundini kundu tveir mans farið út við einum bili og sløkt tann lítla eldin, men har stóðu vit eini 30 mans uppi yvir hesi lítlu gravkúnni, sigur Svenn Olsen, bygdaráðs- limur og sløkkiliðsmaður í Gøtu. – Sjálvandi heldur hava ov nógv fólk enn ov lítið, men hendingin vísti, at brunaøkið í Eysturoynni kann verða nógv betur sam- skipa. Svenn Olsen heldur, at tíðin er komin til at kanna, hvussu størri samstarv kann verða millum sløkki- liðini í Eysturoynni, og hvussu tær mongu kjallara- brandstøðirnar kring oynna kundu arbeitt ella lagt saman. – Tað verður nógv tosað um kommunusaman-legg- ing, og tí hevði tað verið upplagt, at kommunurnar í Eysturoynni fóru at sam- starva um hetta ítøkiliga økið, sum tað væl ber til at samstarva um, sigur Svenn Olsen. Samstarv er betur Á Skálafjørðinum og á eystursíðuni á Eysturoynni eru fýra brandlið. Sløkkilið eru í Gøtu, Leirvík og Fuglafirði, og Skálafjarðar Sløkkilið, sum er tað størsta sløkkiliðið í oynni, hevur fýra brand- støðir kring Skálafjørðin og í Oyndarfirði, seks bilar og aðra útgerð úti í økinum. Øll hini sløkkiliðini hava eisini bilar og útgerð at sløkkja eld við. Onkur hava eisini klippiútgerð, sum kann nýtast í ferðslu- óhappum. – Tað finnst ein rúgva av útgerð í Eysturoynni, og krøvini til kommunurnar gera eisini, at tað skulu gerast fleiri íløgur. Í staðin fyri at allar kommunurnar gera íløgur hvør í sínum lagi til hvørt sløkkiliðið, so áttu vit heldur at samstarva, heldur Svenn Olsen, bygda- ráðslimur í Gøtu. Leiðarin fyri Skálafjarðar Sløkkilið tekur undir við tankanum – Tað er avgjørt eitt gott hugskot at samstarva tætt- ari. Vit hava sum er sam- starv, tí fleiri sløkkilið verða av og á kallað út til sama eld ella óhapp, men samstarvið átti at verið formaliserað, heldur Sun- leiv Højgaard, sum er leið- ari fyri 43 sløkkiliðsmenn. Ein nýggj brandstøð Svenn Olsen heldur, at sløkkiliðini á eystursíðuni á Eysturoynni og á Skála- fjørðinum skuldu farið í ein nógv tættari samstarv. – Eitt hugskot kundi verið, at vit fingu eina nýggja brandstøð, sum stóð mitt í hesum økinum – til dømis á Gøtueiði – og har vit møguliga høvdu nakrar menn á vakt. Í løtuni eru eini 80 sløkkiliðsmenn inni í skipanini í hesum økinum, men allir skulu tilkallast, tá ið okkurt er áfatt, sigur hann. Um tað var vakt á einari brandstøð, so kundu fyrstu menninir verið skjótari frammi, og tað hevði eisini borið til at fingið útgerð skjótari á staðið – til dømis til eitt slíkt ferðsluóhapp, sum var í Eysturoynni leyg- ardagin, har ein bilur skuldi klippast fyri at fáa bilfør- aran leysan. – Í løtuni brúka hesar kommunurnar millum fýra og seks milliónir krónur um árið til brunaøkið, og øll keypa útgerð hvør í sínum lagi. Um sløkkiliðin ar- beiddu saman, so eri eg sannførdur um, at vit kundu fingið nógv meira fyri pengarnar. Hetta snýr seg ikki um at spara, men um at økja um trygdina, og tað kann gerast bara við at samstarva meira, sigur Svenn Olsen. Hann heldur, at pengar- nir, sum í dag verða brúktir til at keypa bilar og útgerð fyri og at hava einar 80 brandmenn dagførdar við skeiðum, kundu verið brúktir øðrvísi, og at tað harvið gjørdist møguligt at hava vakt á einari brand- støð í økinum. Sunleiv Højgaard tekur undir við hugskotinum, men hann heldur, at tað verður brúk fyri meira pengum. – Tankin er góður, men um vit skulu manna eina brandstøð, og so hava til- kalling úti í økjunum, fer tað at kosta meira pengar. So skjótt sum tú setir fólk í starv, so verða útreiðslurnar størri, heldur Sunleiv Høj- gaard. Størsta fiskiskipið í flotanum kom hósmorgunin aftur av sínum besta túri nakrantíð. Prísurin fyri surimi er góður í løtuni FISKIVINNA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Næraberg kom hósmorgun- in til Klaksvíkar við fullari last. Eftir tvær vikur til fiskiskap vestanfyri Írland vóru góð 1050 tons av surimi og mjøli komin í lastina, og so var kósin sett heim. – Hetta var ein veldigur túrur, høvdu tað bara verið fleiri av hesum, sigur Hanus Hansen, stjóri fyri JFK-samtakið. Alt selt beinanveg Næraberg leggur góð 800 tons av surimi og 250 tons av mjøli upp í Klaksvík, men hetta verður ikki lagt á goymslu. – Alt verður útflutt beinanvegin, og tað er sera gott fyri okkum. Vøran fer serliga til Fraklands og Japan, og marknaðurin er góður í løtuni. Prísurin hevur verið á veg upp, so hesin túrurin hongur væl saman, sigur Hanus Han- sen. 80 fólk við Næraberg hevur ikki bara havt tað lætt, men JFK og norsku samstarvsfelagarnir hava verið treiskir og royna framvegis at fáa skipið at bera seg. Hendan túrin vóru sløk 80 fólk við Næraberg, og av teimum eru fleiri enn 20 kvinnur. Skipari var Brandur Nolsøe. Næraberg fer avstað aftur fríggjamorgunin, og teir fara á somu leið at fiska. Nærberg hevði roktúr Kjallarabrandstøðir eiga at arbeiða saman – Hetta var ein veldigur túrur, høvdu tað bara verið fleiri av hesum, sigur Hanus Hansen, stjóri fyri JFK- samtakið, um roktúrin hjá Næraberg Tað eru sjey brandstøðir á Skálafjørðinum og á eyst- ursíðuni á Eysturoynni. Hesi pláss hava brandstøð: • Fuglafjørður • Leirvík • Gøta • Runavík/Toftir • Skála • Strendur • Oyndarfjørður • Harafturat hevur Skála- fjarðar Sløkkilið eisini út- gerð liggjandi á øðrum plássum. Eini 80 sløkkiliðsmenn hava tilkalling í hesum øki. FAKTA Fleiri brandlið í Eysturoynni vóru kallað út til ferðsluóhappið leygardagin, har tað verða neyðugt at klippa ein bil fyri at fáa bilføraran leysan. Ein mannað brandstøð í økinum kundi gjørt, at útgerðin varð skjótari frammi Mynd: Jonhard Hammer