Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 34 - 18. februar 2005 Boðað er frá, at landsstýrið í næstum fer at leggja upp- skot fram um nýggja sjúkrahúslóg. Tað má sigast at vera í tøkum tíma, at stig verða tikin at broyta sjúkra- húslóggávuna, ið er vorðin heilt ótíðarhóskandi. Ver- andi sjúkrahúslóggáva er frá eini tíð við heilt øðrvísi fortreytum og samferðsluviðurskiftum. Í tíðini, sum er farin, síðan verandi sjúkrahúslóggáva var framd, er undirstøðukervið broytt og viðgerðarhættir eru broyttir. Landfast samband er ella verður skjótt millum megin- partin av oyggjunum, og stórt og gott nýtt skip verður í ár sett í sigling millum Tórshavn og Suðuroy. Sjúkrahúsviðurskifti hava í mong ár verið eitt tungt politiskt evni, ið hevur verið nær tengt at lokalum áhugamálum. Sjúkrahusbygging og sjúkarhúsvirksemi hava verið nýtt sum amboð í økismenningarhøpi. Hetta er væl skiljandi, tí nógv og góð arbeiðspláss eru í sjúkrahúsverkinum. Talan er tí um eitt eymt politiskt mál, ið ivaleyst fer at elva til drúgva og kensluborna viðgerð á tingi. Tað ræður tí um, at samgongan hevur høvdið kalt og ikki letur seg taka av fótum, um bylgj- urnar fara at ganga høgt undir viðgerðini í løgtingin- um. Hvat er tað so, sum tørvur er á sjúkrahúsøkinum? Her er tørvur á nýhugsan, sum veruliga leggur upp fyri teimum stóru broytingum, sum á øllum økjum eru hendar seinastu árini. Sjúkrahúsverkið má síggjast og skipast sum ein heild og øll trý sjúkrahús eiga at vera í somu skipan. Heilsuverkið má somuleiðis skoðast sum ein heild og sjúkrahúsið metast sum ein integreraður partur av heilsuverkinum. Tað ber væl til at taka eina politiska avgerð um, at øll trý sjúkrahús skulu varð- veitast, samstundis sum øll trý sjúkrahúsini eru í einari og somu skipan. Starvsfólk eiga at vera sett við sjúkra- húsverkið og arbeiða, har leiðslan metir, at tey gera mest gagn. Tað eigur ikki at verða ásett í lóg, hvar ávís- ar viðgerður eiga at fara fram. Hetta eigur at vera upp til fakligu leiðsluna at gera av. Skipanin eigur at vera soleiðis innrættað, at hon tryggj- ar smáu sjúkrahúsunum nóg mikið av skikkaðum læknum, soleiðis at tað slepst undan tí áhaldandi læknatrotinum. Hetta er avgerandi fyri tryggleikan hjá sjúklingunum. Eisini eigur lóggávan at fevna um sjúklingarættindi og sjúklingatrygd. Hetta er sjálvsagt í nútímanssamfelagnum. Síðst men ikki minst eigur ein nýggj sjúkrahúslóggáva at tryggja, at samfelagið fær sum mest burturúr teimum mongu skattakrónum, sum árliga fara til sjúkrahúsverkið, og tað fer eisini at merkja, at vit hvørki koma ikki at hava ráð til ella brúk fyri dupultfunktiónum á ymsu sjúkrahúsunum. Bøtta undirstøðukervið ger tað eisini óneyðugt. Og so mugu vit púra greitt raðfesta soleiðis, at landssjúkrahúsið er okkara meginsjúkrahús. Tá tað eisini liggur í kortun- um, at miðjað verður móti at minka um talið av sjúk- lingum, sum skulu fara av landinum til viðgerðar, so má hetta eisini merkja, at vit framhaldandi mugu styrkja samsvarandi og fyrst og fremst um okkara meginsjúkrahús. DAGSINS MEINING Sosialurin Í tøkum tíma VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Vegna starvsnevndina fyri Føroyahúsið í Keypmannahavn Tormóður Stórá, formaður Í bløðunum í farnu viku hevur útisetin Ólavur á Heygum eina grein hann kallar "Skal Føroyahúsið hava einkarrætt". Tað tænir neyvan nøkrum endamáli at fara út í blaðtjak um hetta evnið, men av tí at Føroya- húsið og leiðari tess í grein- ini verða løgd undir líkt og ólíkt, halda vit í starvs- nevndini fyri Føroyahúsið tað verða neyðugt við hesi viðmerking til greinina. Til sjálva yvirskrivtina er at siga, at Føroyahúsið ikki hevur nakað ynski um at hava einkarrætt til nakað sum helst, og als ikki til føroyska mentan. At Føroyahúsið skal hava givið menningini av kapp- róðrinum "eitt skot fyri bógvin" og lagt "meinbog- ar" fyri kappróðrinum, er púra burturvið. Áhugafe- lagið Neystið hevur í mong ár verið við í umboðsráð- num fyri Føroyahúsið, og bæði Neystið og Tvørabát- urin hava havt mong tiltøk í Føroyahúsinum til frama fyri teirra virksemi. Eisini hevur Føroyahúsið verið við í fyrireikingunum av øðrum tiltøkum, sum eisini hava lívgað virksemið hjá róðrarfólkunum, t.d. Norð- uratlantiska Mentunar- stevnan í Keypmannahavn fyrrári. At ólavsøkutiltakið sein- asta ár skal hava verið ein miðvís ætlan fyri at leggja fótonglar fyri Ólav á Heyg- um og "hansara" stevnu í Týsklandi, er fullkomuliga høpisleys tala. Endurgev- ingin hjá Ólavi um til- gongdina til Ólavsøkuna í fjør sum "eitt trøll, sum kom undan kavi"er heldur ikki røtt, og skal í stuttum verða greitt nærri frá hes- um tiltaki: Ólavsøka hevur verið hildin í Føroyahúsin- um á hvørjum ári síðani seinast í áttatiárunum. Til- tøkini hava verið ymisk, og t.d. hevur altíð verið fastur táttur, í samstarvi við Út- varpið, at lurta eftir kapp- róðrinum í Havn. Norðurbryggjan varð tik- in í brúk á heysti 2003, og hevur hetta givið okkum útisetum møguleikar til onnur og størri tiltøk í Keypmannahavn. Tosað hevur verið um, at onkur av størru tiltøkunum, har karmarnir í Føroyahúsinum eru nakað trongir, kundu verið skipað á Norður- bryggjuni ístaðin, t.d. Ólav- søkan. Fyri at vita um áhugi var fyri hesum, setti Føroya- húsið øllum feløgum og áhugabólkum stevnu tíðliga í fjør, har hetta varð umrøtt og nøkur hugskot vóru frammi um hvussu hetta kundi skipast. Áhugin var stórur og settur varð ein fyrireikingarbólkur við um- boðum frá fleiri feløgum. Hesi arbeiddu hugaliga við fyrireikingunum og tiltakið mentist gjøgnum várið. Hildið varð, at tað varð sjálvsagt, nú stevnan skuldi haldast við havnafrontin, at kappróður varð ein náttúr- ligur partur. Hesum vóru serliga bátafólkini hugaði fyri, og kappróðurin gjørd- ist ein av mongu tættunum á Ólavsøkuni 2004. Tiltakið eydnaðist sum heild avbera væl og fekk góða undir- tøku. Eftirmetingin hevur verið, at Norðurbryggjan er væl egnað til hetta tiltakið og semja hevur verið um, at halda Ólavsøkuna har tey komandi árini. Í greinini hjá Ólavi á Heygum verður lagt eftir leiðaranum í Føroyahúsin- um, sum skal hava "mani- pulerað" alt róðrarfólkið til at "venda sær móti" Ólavi á Heygum. Grovar skuldset- ingar og lítil virðing fyri róðrarfólkinum og limun- um í bátsmanningini Tvørabátinum. Okkum er kunnugt, at hetta briksl hevur sín uppruna í ósemju í felagnum Tvørábátinum, sum hevur havt við sær, at Ólavur á Heygum eisini har hevur smekkað við hurðini. Føroyahúsið blandar seg ikki í ósemjur í teimum lokalu feløgunum, og tí fara vit ikki at gera við- merkingar til tann partin av greinini, men lata tað standa til tey sum varða av hesum felagi. Tá Ólavur á Heygum skrivar, at "vit hava biðið Mentanarráð Føroya......... um at gera eina stevnu ann- aðhvørt ár", so sipar hann her allarhelst til eina kæru, sum hann persónliga hevur sent til Mentamálaráðið. Innihaldið í henni er nakað tað sama sum í blaðgrein- ini, men hann biður eisini Mentamálaráðið virka fyri, at Ólavsøka bara verður hildin annaðhvørt ár í Keypmannahavn. Føroya- húsið hevur havt høvi til at gera viðmerkingar til hesa kæru, har vit hava gjørt vart við, at vit ikki kunnu taka undir við sjónarmiðinum um at Ólavsøka ikki verður hildin á hvørjum ári. Tað er ikki rætt, at kæran hevur verið viðgjørd alment í Før- oyahúsinum. Føroyahúsið er gjøgnum ár og dag karmur um nógv ymiskt mentanarligt virk- semi, Meginparturin av størru tiltøkunum verða fyriskipaði í góðum og gev- andi samstarvi við feløg, áhugabólkar og einstak- lingar og á ymsan hátt roynir Føroyahúsið eisini at eggja til, at stig verða tikin av øðrum til at skipa fyri. Virksemið í húsinum er ment nógv seinastu árini, og Føroyahúsið stendur í dag fyri einum breiðum og fjølbroyttum virksemi við rót í føroyskari mentan. Hetta er ikki minst takkað verið leiðaranum í húsin- um, Martini Fjallstein, sum tey árini hann hevur staðið á odda hevur lagt ómetaliga nógva orku og sýnt fyri- myndarlig evni til at sam- arbeiða og samkipa tey mongu áhugamál, sum eru millum føroyskar útisetar. Tað undrar okkum, at Ólavur á Heygum ongantíð hevur vent sær til nevndina fyri Føroyahúsið við síni ónøgd um verksemið í hús- inum og leiðara tess, men at hann fer beinleiðis til Mentamálaráðið og nú í fjølmiðlarnar, og tað kann bara gitast um endamálið við hesi mannagongd. Einkarrætturin hjá Ólavi á Heygum