fríggjadagur 18. februar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 18. februar 2005
11
Sv. Aage Ellefsen
Tey, sum vitja heima-
síðuna
www.hanstholmfiskeauti
on.dk síggja skjótt, at
heilt stórur munur –
kanska upp í heilar kr.
20,- pr. kg – er prísurin á
»blank torsk« og bara
»torsk«.
Tað danir nevna blank
torsk er kortini ikki annað
enn vanligur toskur, sum
er framúr feskur og er
hagreiddur á ein framúr
skynsaman hátt. At náa
einum slíkum feskleika
og einum slíkum hag-
reiðingarstøði er sjálvsagt
møguligt hjá føroyskum
útróðrarbátum. Eitt nú
verður ikki »blanki tosk-
urin« ísaður við vanligum
ísi omaná, men heldur
lagdur í bleytan ís, fyri at
ístinnurnar ikki skulu seta
merki í skræðuna.
Nógvir útróðrarbátar
bløðga, kryvja og koyra
longu sum er fiskin í ís-
kaldan sjógv, alt í einum
hann er fiskaður. Tað er
gott, men ikki nokk. At
eftirhyggja
og
eftir-
reinska,
støddar-
og
góðskuskilja, eitt nú at
skilja slánar, illa krøktan
fisk ella fisk, iðer gogg-
aður í ryggin frá, er eisini
neyðugt. Tað gerst ikki
umborð, men kann, um
tað verður gjørt, geva
nógv arbeiðspláss uppi á
landi.
Men verri enn so allir
útróðrarbátarnir
ganga
eins væl um, og tá so tann
væl hagreiddi fiskurin á
f i s k a m a r k n a ð i n - u m
mangan verður blandaður
saman við fiski, sum ikki
er niðurkøldur og haraft-
urat
kanska
mangan
deyður,
áðrenn
hann
verður reinskaður, ja, so
er alt líka vítt sum sítt.
Um annar ella áttandi
hvør fiskur ikki heldur
góðskutreytirnar
hjá
keyparanum, er eins feitt,
og nøgdirnar hjá útróð-
rarbátunum eru mangan
smáar, so ikki er lætt hjá
landingarstøðunum
at
halda hvønn bátin sær.
Tað gongur eisini ov
seint fyri seg á landi!
Tei flestu fiskamarknað-
irnir halda uppboðssølu
um náttina, ella í hvussu
so er, so mikið tíðliga á
morgni, at fiskurin, ið
keyptur verður, kann fáast
til høldar sama dagin,
sum hann er keyptur, og í
seinasta lagi dagin eftir
hann er landaður.
Okkara gólvuppboðs-
søla verður ikki hildin
fyrrenn einaferð fyrra-
partin og tað er ov seitn!
Afturat hesum kemur,
at útróðrarfiskur mangan
verður settur til viks av
landingarstøðunum, um
tær hava annað at gera,
t.d. landa ísfiskabátar.
Úrslitið er at útróðrar-
fiskur, ið altíð átti at verið
hin feskasti og best hag-
reiddi, er sera ymiskur til
góðsku – og so mikið
misjavnur, at eingin fult
og heilt kann rokna við, at
hann er »í lagi«.
Bindur fiskapakkin fyri
nýggjum møguleikum?
Øll vita vit, at daggamal
fiskur eigur at gerast hin
mest eftirspurdi og eigur
at uppnáa hin besta prísin
frá honum, sum etur
hann!
Vit vita eisini, at einasti
hátturin at fáa føroyska
útróðrarmanninum henda
prísin, er at »blankur før-
oyskur toskur« og »blonk
hýsa« eisini hava ein
marknað og fáa ein prís
hareftir. Men tað verður
ikki við tí arbeiðsgongd-
ini, sum nú er.
Mín spurningur er tí,
hvørt nýggi fiskapakkin
kemur at opna nýggjar
møguleikar og bøta um
hesi viðurskifti, gera tey
verri, ella einans varð-
veita støðuna óbroytta.
Eg hoyrdi í útvarpin-
um, at fiskapakkin fyrsta
dagin verður lagdur fyri
løgtingið, so fyrisitingin
veit í hvussu so er nú,
hvat hon ætlar at løg-
tingið skal samtykkja.
Mín áheitan í hesum
umfarinum er bert, at
landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum
ikki
verður so fast bundin av
lógum og reglugerðum, at
hann ikki fær gingið um-
bønum um frávik frá
ætlanum mannagongdum
á møti, um skilagóð hug-
skot til ábøtur síggja
dagsins ljós og fólk venda
sær til hansara í so máta.
Fæst fiskur úr
fiskapakkanum til
loftvegis flutning?
Ella Nolsøe Petersen
Vágur
Segði seg hava mist málið,
hevði rópt so nógv til tann
spennandi dystin tórsdagin
27.1., Stjørnan-VB. Men
ikki megnaðu teir allir
klaksvíkingar, fleiri hundr-
að, at køva ogum 50-60
vágbingar, teir vóru noydd-
ir at brúka mikrofon til at
ýla í, Stjørnan, Stjørnan.
Og ikki vóru ogur sum
sligin á nevið, tá Stjørnan
kom framum, nei, ogur
stuðlaðu ogra liði til tað
síðsta bríksl, sum ogur altíð
gera.
Tá vóru tað heldur nakrir
klaksvíkingar, sum nakrar
dagar framman undan vóru
slignir á nevið, tá VB sorl-
aði Stjørnuna.
Men tað fúlasta var at
hoyra
býargartnaran
í
Klaksvík í Útvarpi Føroya
gera gjøldur burtur úr ar-
beiðsloysinum í Vági.
Vóni tú hevur ringan
smakk í munninum.
Heilsan
Ein ikki arbeiðsleysur
VB-stuðul, ið var við
Neyðugt at skapa "bý-
rúm" í Vági fyri sunnara
meginøki, skulu tey ungu
støðast í økinum, og ein
støðug menning fara fram
Mourits M. Joensen
"Tey ungu koma ikki aftur í
oynna eftir lokna útbúgv-
ing, verður sagt, tí "einki"
er at koma aftur til".
Spurningurin er hvat tey
skulu koma aftur til. Er
einans talan um eitt ar-
beiðspláss, ið skal standa
tøkt? Kann talan ikki verða
um karmar, sum hava eins
stóran týdning og eitt ar-
beiðspláss?
Eru
tílíkir
karmar ikki ein fyritreyt
fyri, at tey ungu vællærdu
koma aftur fyri at skapa
nýggjar framkomnar verk-
ætlanir og harvið nýggj ar-
beiðspláss?
Hvat kom nú fyrst, eggið
ella ungin?
Arbeiði og frítíð
Alt ov ofta síggja vit, at
dentur einans verður lagdur
á at skapa arbeiðspláss í út-
jaðaranum tá ið trupulleik-
ar stinga seg upp, við vón
um at so lagar alt seg. Tað
kann vera partur av einari
loysn, men er neyvan øll
loysnin. Finnast ikki meira
varandi loysnir, sum virka
sjálvstyrkjandi fyri nýhugs-
an og framfýsni, so ein
støðug menning fer fram,
og vit ikki enda í somu
støðu aftur, tá tíð er frá-
liðin?
Vit vita øll, at tey ungu
seta alt størri krøv til karm-
ar, sum taka hond um ar-
beiði og frítíð teirra. Tí er
neyðugt at skapa karmar,
har eitt sosialt- og mentan-
arligt
umhvørvi
gevur
møguleikar
fyri
einum
innihaldsríkum gerandis-
degi.
Í londunum rundan um
okkum verður alt størri
dentur lagdur á júst hesi
viðurskifti, tí tað er grund-
leggjandi vitan, at vinnu-
lívið hevur tað einans gott,
um borgarin trívist. Her
verður m.a. arbeitt við
verkætlanum, sum eitt nú
danir kalla at skapa "bý-
rúm", har arbeiðsplássið og
frítíðin stimbra hvørt annað
og skapa karmar, har ung
sum eldri trívast sosialt,
mentanarliga og vinnuliga.
"Býrúm" og økismenning
Gongur hjá okkum sum í
londunum rundan um okk-
um, so eru økir í útjaðaran-
um sum eru avfólkað,
hyggja vit nøkur ár fram.
Hetta eru øki, har ikki ber
til at skapa "býrúm". Tað er
tí av størsta týdningi, at
bygdirnar í sunnaru hálvu
síggja tað neyðuga í at
skapa "býrúm" í Vági fyri
sunnara meginøki, skulu
tey ungu støðast í økinum,
og ein støðug menning fara
fram. At síggja burtur frá
hesum veruleika, og halda,
at arbeiðspláss áleina skapa
neyðugar karmar fyri trivn-
aði, er í andsøgn við roynd-
irnar aðrastaðni.
Vágur og "býrúm"
Hvussu skapa vit eitt
"býrúm", har lív er í, har
ung trívast og støðast, eitt "
býrúm", sum er eggjandi og
hugkveikjandi og ein fyri-
treyt fyri, at framkomnar
fyritøkur síggja møguleikar
á staðnum?
Ein týðandi liður vit hava
at arbeiða við, eru fram-
komnir bygningar, sum
virka sum karmur um "bý-
rúmið". Í Føroyum eru vit
ógvuliga fátæk í so máta.
Vit hava fáar stórar, vakrar
og funktionellar bygningar,
sum kunnu vera við til at
mynda "býrúmið", men teir
bygningar vit hava, mugu
vit undir øllum umstøðum
nýta við skili, og fáa sum
mest nyttu burtur úr. Tí er
tað av størsta týdningi, at
sunnara meginøkið í Suð-
uroy sær møguleikarnar,
sum eru í miðnámsskúlan-
um sum bygningi, og tað
sosiala og mentanarliga
umhvørvi hann kann skapa.
Miðnámsskúlin má tí
síggjast í einum breiðari
høpi enn bert staði, har
næmingar fáa eitt prógv,
fyri síðani at rýma úr oynni
og ikki koma aftur. Hann
skal sjálvsagt nýtast sum
ein týðandi liður í "býrúm-
inum", fyri á tann hátt at
náa júst tað øvuta.
Miðnámskúlin og
"býrúmið"
Hvørt tað er av tilvild ella
tilætlað, at bygningurin er
lagdur vesturi við "Vatnið",
so er hetta júst rætta staðið,
verður hugt eftir, hvussu
londini rundan um okkum
nýta tílíkar bygningar í
"býrúminum".
Ein tíðandi liður í at
skapa eitt "býrúm" er at
skapa eitt flow av fótgang-
arum, súkklistum og akfør-
um gjøgnum økið. Partvíst
fyri at skapa dámin av
aktiviteti, men ikki minst
fyri at skapa karmar fyri
avleiddum tænastuvinnum,
við at draga "øll" framvið.
Tá ið tosað verður um, at
skúlin liggur óhøgliga, tí
koyrast skal ígjøgnum alla
bygdina, so er hetta júst í
andsøgn við tær leiðreglur,
sum eru galdandi. Tá er
ikki avgerandi at koma út
úr
"býrúminum"
við
skundi, hvør so orsøkin til
tað skuldi verið, heldur
øvut at skapa eitt stað, har
ung sum eldri hava hug at
blíva verandi.
Miðnámsskúlin sum skúli
og bygningur
Í kjakinum um, hvørt mið-
námsskúlin skal liggja í
Vági ella Hovi, hevur held-
ur ikki verið umtalað tað
sera viðkomandi í hesum
kjaki,
nevniliga
stóra
menningin á skúlaøkinum,
sum fer fram í løtuni, har
virtuellir skúlar stinga seg
upp sum hundalond um
allan heim. Til ber í dag at
sita í Føroyum og fylgja út-
búgvingum á hægri læru-
stovnum uttanlands umveg-
is Internetið. Menningin á
skúlaøkinum er hon, at
skúlin, tvs. bygningurin,
gerst alt meira eitt stað, har
tey ungu møtast fyri at
styrkja tað sosiala og ment-
anarliga, meðan undirvís-
ingin fer fram um Internet-
ið. Hetta gevur heilt aðrar
møguleikar fyri næmingin,
so hesin er førur fyri sjálv-
ur at leggja undirvísingina
til rættis, men stillar sam-
stundis stór krøv til skúlan,
tvs. bygningin, at hesin
stendur í røttum umhvørvi.
Í hesum høpi er tað avger-
andi neyðugt, at bygning-
urin gerst partur av einum
"býrúmi", har næmingurin
hevur hug at koma til
sosialu og mentanarligu
tiltøkini skúlin skipar fyri,
har júst aktivitetir í "bý-
rúminum" stuðla, og eru
lokkandi.
Heilsuskúlin og Fiski-
vinnuskúlin sum
virtuellir skúlar
Í virtuella skúlanum liggja
møguleikar, sum nærum
ikki eru troyttir í Føroyum,
og sum kundu verið partur
av 10 punkts loysnini fyri
Suðuroynna, og ein loysn á
hølistrupulleikanum
hjá
Heilsuskúlanum. Sum eina
fyrstu roynd kundu lands-
og lokalpolitikarar í økin-
um virka fyri saman við
verkafeløgunum, at Heilsu-
skúlin og Fiskivinnuskúlin
vórðu gjørdir til virtuellar
skúlar. Tá kundi verka-
fólkið havt møguleika at út-
búgvi seg, ikki bert í suðri,
men um alt landið, ein
møguleiki, sum tey eru
hildin heilt uttanfyri í dag.
Undirvísingin
kann
tá
leggjast til rættis av hvørj-
um einstøkum, so hon pass-
ar til gerandisdagin. Fyri
verkafólkið, knýtt at fiski-
vinnuni, kundi tað verið við
til at skapt tiltrongdan
smáídnað í økinum.
"Nakað" at koma aftur til
Tað er at vóna, at lands- og
lokalpolitikarar í sunnara
meginøki, síggja møguleik-
arnar sum liggja í mið-
námsskúlanum sum bygn-
ingi og skúla, og hyggja
rundan um seg og taka til
sín royndirnar, onnur hava
gjørt. Um miðnámsskúlin
verður nýttur, sum týðandi
liður í "býrúminum" í Vági,
kann hann vera við til at
skapa karmar, sum menna
økið sosialt, mentanarliga
og vinnuliga, so "nakað" er
at koma aftur til hjá teim-
um, ið hava hug at menna
nýggjar vinnur í økinum.
VIÐMERKINGAR
Viðmerking til býargartnaran í Klaksvík
Vágur, miðnámsskúli og »býrúm«