fríggjadagur 18. februar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 34 - 18. februar 2005
Boykotta
várfram-
sýningina
Arngerð Lamont
listafólk, innandura
ark., lærari
Listafólk ið arbeiða
seriøst við list – boy-
kotta várframsýning-
ina – krevji at lista-
savni blívur almennur
stovnur og ikki sum
nú, partvíst almennur,
soleiðis at ávísir per-
sónar kunnu gera sær
dalt av sjálvsognini.
Hevur tað føroyska
samfelagið
ráð
at
gjalda 2 stjóralønir?
hvat sigur skattaborg-
arin?
Vit hava ein kvinnu-
ligan stjóra við lista-
ligari útbúgving – hvat
skulu vit gera við ein
bankastjóra sum longu
hevur koyrt ein banka
á heysin og ongari
listaligari útbúgving,
hóast lýst var eftir
stjóra við listaligari út-
búgving.
G. Hoydal og G.
Gunnbjørgsdóttir hava
rætt í, at tað skal vera
fólk við útbúgving.
Vatnissan í menta-
málum
tekur
onga
støðu, men at nokta at
gjalda til brekað í
kvøldskúlanum kann
hann gott finna útav
við eingla eygum.
Listaskálin skal vera
fyri Føroya fólk at
síggja »list« og ikki
»kejserens nye klæd-
er« fyri snobbar í ára-
vís.
Tað er rætt sum G.
G u n n b j ø rg s d ó t t i r
skrivar at T. Patursson
er góður listamaður,
men sum innandura
arkitektur skuldi hann
hildið seg frá, har
hvørki skap, litir, ella
funktión riggar.
Tað, sum vit hava
brúk fyri er ein lista-
skúli. Hví iki »Drel-
nes« á Tvøroyri við tí
sermerkta arkitekturi
og náttúran í Suðuroy.
Politikarar úr Suðuroy
– vakni og síggi møgu-
leikar ístaðinfyri av-
markingar.
Ingi Olsen
løgtingsmaður
Verandi einkarættur hjá
SEV eggjar ikki til nýhugs-
an, - hvørki hjá SEV ella
øðrum. Vit mugu orða ein
orkupolitikk, sum opnar
fyri møguleikum at royna
alternativa orku.
SEV hevur einkarætt til
gagnnýta nærum alt vatn í
Føroyum fram til 2013.
Hesin rættur verður helst
longdur.
Tað er ikki heppi at, SEV
er í eini monopolstøðu inn-
an orkuveiting. Monopolið
tryggjar SEV kundar og
forðar fyri kapping er um
prís og góðsku.
Hevði tað ikki verið
natúrligt, at SEV missir
einkarættin í 2013 og sam-
stundis fær álagt at taka
móti alternativari orku, um
henda annars lýkur krøv
um góðsku og er undir
skipaðum viðurskiftum?
Eins og á so mongum
øðrum økjum, so hevur
heimurin
kring
okkum
framt stórar broytingar við-
víkjandi teirra orkupoli-
tikki. Kapping er komin í,
og hevur hetta natúrliga
havt við sær lægri prísir. Vit
hava enn onga kapping, og
ein kann bara gita um,
hvørt tann prísurin vit
gjalda er tann rætti. Tað er
helst ein sannroynd, at tað
er sera trupult at fáa at vita,
hvat tann rætti prísurin er.
Og um nøkur kanning
verður gjørd, hvør skal so
gera hesa? SEV?
Hví hava privat framt
so fá orkutiltøk?
Havi sett mær spurningin,
hvussu tað ber til, at so fá
tiltøk eru framd av privat-
um, sum hava sum endamál
at framleiða alternativa
natúruvinarliga orku.
Skal eg koma við einum
stuttum boðið - ja so kundi
tað verið, at tað er eingin
yvirskipað lóggáva, sum
undirbyggir nakað sum
helst hjá einum privatum at
fara í gongd við.
Um einstaklingur ella
vinnuvirki ætlar sær at gera
íløgur í vinnutól til útvegan
av orku, er ongin trygd fyri,
at nakar avtakari er til
framleiðsluna.
Væl
at
merkja um ikki SEV stend-
ur fyri hesi. Og enn minni
er trygd fyri, at prísurin
stendur í mát við tann prís-
in, sum SEV fær burtúrúr at
framleiða.
Orkupolitkkur í Løgtingi
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í orkumálum,
hevur nú lagt frágreiðing
um orku fyri Løgtingi.
Henda var til aðalorðaskifti
týsdagin 15. februar.
Tað er gleðiligt, at fyrsta
stigið nú er tikið at fáa orða
ein yvirskipaðan orkupoli-
tikk.
Áki Andreasen
Í grein í Sosialinum leggur
Johan Dahl, tingmaður
Sambandsfloksins
aftur
eftir føroyska flogfelag-
num, í røttum "sambands-
anda" ramsar hann upp hvat
Atlantic Airways er sloppið
undan at gjalda.
Hetta er sami illviljin
móti Atlantic Airways sum
eyðkennir Sambandsflokk-
in og talsmaðurin í herferð-
ini mótvegis flogfelagnum
er framvegis Johan Dahl.
Stjórin í Atlantic - og
almennur stuðul.
Í greinini vísir tingmaðurin
til sendingina fimmarin,
sum viðgjørdi spurningin
viðv. stuðul til rækjuvinn-
una. Har var samrøða við
Magna Arge,
stjóra
í
Atlantic Airways. Men her
hevur Johan Dahl fingið ilt
í sína sambandssál og
skrivar: "Tá ið farið var at
tosað um almennan stuðul
og at latað fara tað sum
ikki kann bera seg, so haldi
eg at tað var ikki sørt av
mótsøgnum í at just Magni
Arge, sum stjórnar Atlants-
flogið skuldi viðgera hend-
an spurning"
Eg havi ilt við at síggja
hví stjórin í Atlantsflog ikki
kann gera viðmerkingar
ella svara spurningum frá
einum tíðindafólkið - men
tingmaður sambandsflok-
sins grundgevur soleiðis:
"Eg havi gjørt var við fyrr
at Atlantic Airways - uttan
samanbering - er tað al-
menna
partafelag
sum
verður mest stuðla við al-
mennum pengum"
Johan Dahl so líkt so
tekur hann ikki alt við -
hann "gloymir" so hjarta-
liga at siga hvørjar treytir
ein settur stjóri hjá Atlantic
arbeiðir undir, somuleiðis
"gloymir" hann at siga at
stjórin í Atlantic ikki hevur
verið avvísandi tá talan
hevur verið um møguligar
broytingar í flogferðsluni.
Hetta eru bert hálvt sum
Johan Dahl leggur fyri
dagin og ber týðuligt bráð
av at hann vil sleppa at lufta
sín illvilja mótvegis før-
oyska flogfelagnum, og nú
beyðst so høvi.
Men eftir stendur fram-
vegis spurningurin - hví
kann stjórin í Atlantic ella
persónurin Magni Arge ikki
svara einum spurningi viðv.
stuðli til vinnuna....??
Johan Dahl og vinnulívið
Tá so tingmaður Sam-
bandsfloksins er so íðin
eftir at seta treytir fyri hvat
hvør kann úttala seg um,
hví skal Johan Dahl so
ganga fremst og tosað um
vinnulív í Suðri t.d.....man
hann vera nøkur fyrimynd
fyri framtíðar vinnulívs-
menn í Suðuroynni?? -
stjórin í Atlantic kann ikki
tosað um almennan stuð-
ul... tí Atlantic hongur sam-
an av stuðli...sigur Johan
Dahl. So skuldi hann eisini
lagt treytir á seg sjálvan!!
Men tað kemur sjálvandi
ikki uppá tal.
Tað kann av og á virka
eitt sindur øvugt tá treytir
skulu leggjast á nøkur fólk
og so ikki á onnur, men tað
er helst soleiðis Johan Dahl
metir tað eigur at vera.
Sambandssálin er í neyð
Nei tað skínur ígjøgnum at
sambandstingmaðurin enn
einaferð nýtir høvi at leggja
eftir Atlantic Airways. Men
tað undrar ikki kortini, tað
er góður sambandspoli-
tikkur at skuldseta og finn-
ast at tí føroysku loysnini.
Tað verið seg á flogferðslu-
økinum,
skúlaøkinum,
vinnuøkinum, heilsuøkin-
um og soleiðis kundi eg
hildið áfram.
Eg skilji ikki hvat tað er
so er so átrokandi at finnast
at og niðurgerað, bert tað er
føroyskt frá A til Z. Helst er
tað tí at sambandssálin er í
neyð; sambandsvøllurin er
við at skortna - so skulu at-
finningarnar sleingjast út
til høgru og vinstru, tað má
vera ilt hjá einum sam-
bandsmanni sum Johan
Dahl at síggja hvussu gott
tað gongur hjá føroyska
flogfelagnum - tað var ikki
tað
Sambandsflokkurin
spáddi um okkara flogfelag
í sínari tíð, men skuldi spá-
dómarnir hjá Sambands-
flokkinum gingið út so
búðu vit als ikki í Føroyum
- so einfalt er tað.
VIÐMERKINGAR
Orkupolitikkur skal eggja nýhugsan
So fekk Johan Dahl aftur ilt í sína sambandssál
Lesið Sosialin - so eru tit við