Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hósdagin 17. februar kl. 12 lat seinasta framsýningin hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla undir heitinum »Spírandi list« upp í Smiðjuni í Lítluvík Næmingarnir ganga á Tórs- havnar Kvøld- og Ung- dómsskúla í Havn og í Kollafirði. Framsýningin er opin til og við leygardagin 19. feb- ruar, allar dagar frá kl. 12- 19. Malan Rubeksen og Randi M. Gunnarsdóttir, sum eru við á framsýn- ingini, koma at sýna fram til líka til mikudagin 23. februar við enn fleiri máln- ingum. Dagurin 17. februar. Findanus, deyður ár 603. Írskur abbati í kleystrinum Cloneenagh í Írlandi. 70 ár 19. februar verður Alma Askildsen, Tórshavn, 70 ár. Dag- urin verður hildin frá kl. 10.00-15.00 heima hjá Oddvør og John Martin í Djóra í Geilsgøtu 37. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi Oliver Olsen (vanl. nevndur Olivar á Geilini, ætt. úr Svínoy) Klaksvík doyði og fór til gravar. Tøkk fyri blómur, kransar, gávur til Zarepta og til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk øll somul. Johanna Ruth, Fróði, Johanna og Jenný Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli: Seinasta av trimum framsýningum í Smiðjuni Tey sum sýna fram í Smiðjuni eru f.v.: Malan Rubeksen, Havn, Sigvard Steffensen, Kollafjørður, Rúna Solberg Olsen, Kollafjørður, Jóhanna Jacobsen, Kollafjørður, og Randi M. Gunnarsdóttir, lærari. Fremst: Fróði Hammer, Kollafjørður, Bergfríð Anthoniussen, Kollafjørður, vantar á myndini. Mynd: Magnus Gunnarsson www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo veitst tú ikki tað?