fríggjadagur 18. februar 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 34 - 18. februar 2005
Fyrsta treytin fyri at
tey lesi- og skriviveiku
fáa røttu hjálpina er,
at vit hava eina lóg-
gávu, sum tryggjar
teimum rættin til ser-
undirvísing, sigur for-
maðurin í danska
Orðblindafelagnum,
sum var rættiliga
skelkaður av, at støð-
an á hesum økinum er
so vánlig í Føroyum
ORÐBLINDNI
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Sum lið í at kunna um
møguleikarnar hjá teimum
orðblindu hevði felagið fyri
lesi-og skriviveik í farnu
viku vitjan av formannin-
um í danska orðblindafel-
agnum, Hans Paula Christ-
ensen. Hans Pauli var sjálv-
ur orðblindur sum barn og
ungur,
men
við
røttu
hjálpni eydnaðist tað hon-
um at sleppa av við trupul-
leikan. Í dag er Hans Pauli
stjóri á einum skúla fyri
vaksin lesi- og skriviveik í
Albertslund.
Boðskapurin hjá Hans
Paula var, at tað ber til hjá
orðblindum at læra at lesa
og skriva á jøvnum føti við
onnur, men tað krevur eitt
lógarverk, sum kann skapa
neyðugu karmarnar fyri
røttu undirvísingini.
80 % í hægri
útbúgving
Felags fyri allar næmingar-
nar, sum koma á Orðblinda-
skúlan í Albertslund er, at
her uppliva tey fyri fyrstu
ferð, at tey ikki eru øðrvísi
enn hinir næmingarnir, og at
tey ikki longur hava nakað
at skammast ella fjala út
yvir. Her sleppa tey at brúka
ta tíð, tað tekur at loysa eina
uppgávu uttan allatíðina at
verða samanborin við onn-
ur, ið hava heilt aðrar før-
leikar. Samanumtikið metir
Hans Pauli, at tað, sum tað
ikki eydnaðist fólkaskúlan-
um at læra hesa næmingar
eftir 9 árum, hava tey lært á
orðblindaskúlanum
eftir
uml. 1 1/2 ári.
Hans Pauli greiðir frá, at
á Orðblindaskúlanum byrja
tey ikki við at vísa næming-
inum á, at hesa ella hasa út-
búgvingina kanst tú taka,
men spyrja heldur "Hvørja
útbúgving kundi tú hugsað
tær", tí útgangsstøðið er, at
orðblind hava júst somu
møguleikar, sum øll onnur
– Treytin fyri at hetta
kann lata seg gera, og fyri at
vit yvirhøvur kunnu reka
okkara skúla er, at orð-
blindni er skrivað inn í
donsku lóggávuna um út-
búgving og endurútbúgving.
Hetta inniber í fyrsta um-
fari, at øll orðblind hava rætt
til frálæru, sum tryggjar
teimum 9. flokks støði í les-
ing, skriving og rokning.
Harumframt hava tey rætt til
fakliga hjálp, um tey ynskja
at fara víðari í útbúgvingar-
skipanini, sigur Hans Pauli
og leggur afturat, at umleið
80% av næmingunum á
hansara skúla velja at taka
eina hægri útbúgving.
Samfelagið má taka
støðu
Hans Pauli vísir á, at í Dan-
mark hava fakfeløgini ein
stóran part av æruni fyri, at
orðblindni av álvara kom á
politisku
dagsskránna.
Samstundis sum tað gjørd-
ist vanligt at fyritøkur fóru
undir at endurútbúgva síni
starvsfólk, varnaðust fak-
feløgini, at upp móti 60%
av teimum høvdu so skerd-
ar lesi- og skriviførleikar, at
tey ikki vóru før fyri at
gjøgnumføra hesar endur-
útbúgvingar.
– Fyri fystu ferð kom
orðblindni í ljósmála á ein
so ítøkiligan og umfatandi
hátt, at tað bar ikki til at lata
eyguni aftur longur. Um
lesi- og skrivieiku starvs-
fólkini ikki eisini fingu ta
endurútbúgving,
sum
kravdist, var ikki annað at
gera enn at siga øll hesi
fólkini úr starvi, og tað var
ongin áhugaður í, greiðir
Hans Pauli frá.
Hans Pauli vísir á, at
treytin fyri at ein lóggáva
sum eitt nú tann danska
kann setast í verk er, at pol-
itikarnir og samfelagið sum
heild tekur eina støðu til
orðblindni, sum arbeiðast
kann út frá. Og júst hetta er
ein av størstu trupulleikun-
um í Føroyum, tí hyggja vit
eftir lóggávuni á økinum,
verða tey orðblindu als ikki
nevnd.
Hóast formaðurin í fel-
agnum
fyri
lesi-
og
skriviveik hevði greitt Hans
Paula frá umstøðunum hjá
teimum lesi- og skriviveiku
í Føroyum, áðrenn hann
kom á vitjan, fjaldi Hans
Pauli ikki út yvir, at hann
var skelkaður yvir at upp-
liva, at støðan veruliga er
so vánalig, sum hon er.
Vantandi lóggáva:
Tey orðblindu slept upp á fjall
"Hvørja útbúgving kundi tú hugsað tær" er eitt tað fyrsta, vit
spyrja næmingin, tí útgangsstøðið hjá okkum er, at ein
orðblindur hevur júst somu møguleikar, sum øll onnur, sigur
Hans Pauli Christensen, stjóri á Orðblindaskúlanum fyri
vaksin í Albertslund
Teir orðblindu næmingarnir hava trupult við at skilja ein einfaldan setning. Omanfyri sæst, hvussu teir lesa henda setningin, hvørs innihald er skrivað við smærri stavum í klombrunum
(Modellmynd úr Argja Skúla: Jens Kr. Vang)