Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sereyðkenni hjá lesi- og skriviveikum Tey lesi- og skriviveiku hava fleiri felags eyð- kenni. Millum hesi eyðkenni eru: • Tey eru sosialt begávaði • Hava trupult við at minnast nøvn, telefon- nunmur o.tl. • Lesa soleiðis at intellig- ensur teirra verður vandur intensivt • Eru sera liðilig • Hava trupulleikar við tíð og planlegging • Hugsa í myndum • Arbeiða langt niðanfyri teirra intellektuella pot- entiali Kend fólk við lesiveikleika Sagt verður, at í hvørjum skúlaflokki er ein, helst tveir av næmingunum sum eru lesi- ella skriviveikir. Millum hesar næmingar- nar finnast eisini persón- ar, sum flest øll munnu kennast við. Her kemur eitt yvirlit yvir nakrar teirra, og sum vísur, at tað ikki altíð er umdømi, vald ella intelligensur sum er ávirkaður av hesum veik- leikanum. Nøkur av kendu fólkun- um úti í heimi, sum eru lesi- ella skriviveik kunnu vit nevna: • Ríkmaðurin Kjell Inge Røkke • Listarmaðurin Leon- ardo da Vinci • Uppfinnarin Albert Einstein • Uppfinnarin Thomas Edison • Politikkarin Winston Churchill • Vísindamaðurin Charles Darwin • Tónleikarin John Lennon • Verkfrøðingurin Jørn Utzon • Sjónleikarkvinnan Ghita Nørby • Fyrrv. forsetin Bill Clinton Lesiveikir føroyingar Tað finnast eisini fleiri lesiveikir føroyingar. Eingin ivi um tað. Men trupult er helst at fáa teir at gera vart við seg, tí hes- in veikleikin ikki er ein, ið ein rópar harðast upp um. Er onkur orðblindur, sum hevur viðmerkingar til greinarnar á hesi síðuni, er hann vælkomin at seta seg í samband við okkum. Vit taka fegin ímóti øllum tilfari, ið er við- komandi fyri at lýsa støð- una hjá teimum orðblindu føroyingunum. – Eg legði merki til at hann var lesiveikur, tá hann var komin í 3. flokk. Tá sá eg, at hann ikki menti seg eins væl málsliga og hini systkin hansara høvdu gjørt, sigur Anne Karin Kjeld, ið er mamma at einum dreingi við orðblindni ORÐBLINDNI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Danielle de la Cour er ein lesihestur. Hvørt kvøld setur hon seg væl til rættis við eini góðari bók, og lesur einar tvær-tríggjar síður. Er bókin góð, so kanska fýra síður. Hetta kann taka henni ein heilan tíma at gera! Danielle er nevniliga orð- blind, og má tí stava seg gjøgnum hvørt einasta orð í teimum tjúkku bókunum, hon lesur eftir kendar rit- høvundar. – Eg noktaði at lata orð- blindnið steðga forvitni mínum. Eg noktaði at lata orðblindnið steðga mær í nøkrum, sigur danska Dani- elle, sum í dag er 37 ára gomul og arbeiðir sum graf- ikkari í Keypmannahavn. Hon er ikki einsamøll í verðini við hesum veikleik- anum. Mett verður, at kanska eini 10 % av øllum næmingum eru annaðhvørt lesi- ella skriviveikir. Eisini í Føroyum. Tí varð eitt felag fyri tey lesi- og skriviveiku stovnað í august mánaði í 2001 av m.ø. Anne Karin Kjeld og Lailu Egholm. Hetta felag- ið hevur í dag 60 limir, har av flestu teirra eru avvarð- andi at børnum við hesum veikleikanum. Felagið skipar árliga fyri eini fýra tiltøkum, har fólk við hesum veikleikanum kunnu koma saman at tosa um síni viðurskifti og annars uppmuntra hvønn annan. Samstarv er eisini við t.d. lesilæraran Bergur Godt- fred, sum næmingarnir vitja, tá trupulleikar eru, ella við Hallgerð Hansen, sum hevur serkunnleika til teldur, ið kunnu verða teimum lesi- og skriviveiku til hjálpar. Í farnu viku hevði felagið vitjan úr Danmark, har ein hálvur føroyingur, Hans Pauli Christensen greiddi frá um henda veikleikan. Broyting mátti koma í At hesar báðar kvinnurnar tóku stig til hetta felagið hevði sína einfaldu orsøk: Báðar høvdu tær børn við hesum veikleikanum. Og báðar upplivdu tær, at sera trupult var at fáa hjálpa nakrastaðni frá. – Eg segði so við meg sjálva, at soleiðis kundi tað ikki halda fram. Eg hitti so Leilu, og so tóku vit stig til felagið, sigur Anne Karin. Síðani felagið varð stovnað fyri skjótt fýra árum síðani hevur tað verið sera virkið. Tey hava m.a. fingið góð sambond við líknandi feløg í Danmark og Noregi. Roynt verður eisini at fáa fatur á øllum upplýsingum, royndum og kanningum, sum finst um støðuna hjá teimum lesi- og skriviveiku. Hinvegin so uppliva tær báðar, at hjálpin frá før- oyskum myndugleikum kundi verið munandi størri. Liggur í familjuni Anne Karin hevur ein lesi- og skriviveikan drong, sum í dag er 16 ára gamal, og Laila ein drong sum er 15 ára gamal. Báðir dreingirnir hava gingið í fólkaskúla sum onnur børn frá 1. flokki. Alt byrjaði væl, men seinni kom ein fram til, at teir ikki vóru eins og hinir skúlafelag- arnir. Tað gekk ein ávís tíð, áðrenn ein fann fram til, hvat tað var sum bilti teim- um: Teir vóru orðblindir. Hetta er ikki óvanligt, tí veikleikin vísir seg so ymiskt frá einum persóni til annan: Summi hava trupul- leikar við at lesa, og onnur við at skriva, meðan upp- aftur onnur hava annað at stríðast við. Tey allar flestu leggja tó merki til, at okkurt er áfatt tá barnið er komið í 5. ella 6. flokk – um ikki fyrri. Tað vísir seg ofta, at veikleikin liggur í familj- uni. Hyggur ein aftur í tíð- ina ella í familjuna, sær ein ofta, at har kann ein abbi ella ein mostir hava havt sama veikleikan – uttan tó at tey vóru býtt fyri tað. Stórt niðurlag Tá talan var um sonin hjá Anne Karin kom veikleikin rættiliga týðiliga fram, - tá hann at enda kom fram. Hann var nr. 3 í systkina- flokkinum, so Anne Karin hevði góðar møguleikar at samanbera hann við tey bæði eldru systkini. – Eg legði merki til tað, tá hann var komin í 3. flokk. Tá sá eg, at hann ikki menti seg eins væl málsliga og hini systkin hansara høvdu gjørt. – Vit fingu so beinan- vegin samband við Skúlan á Trøðni (Sernámsdepilin), har vit tosaðu við ein av lærarunum har. Hann hjálpti okkum á leið, men annars hevur hjálpin fra myndugleikunum verið avmarkað. Vit máttu tí bara kempa sjálvi, har vit kundu, sigur hon. Eitt er so, hvussu foreldr- ini uppliva hetta, at barn teirra hevði henda veikleik- an. Fyri sonin sjálvan var tað eisini eitt sera stórt nið- urlag. Føldi seg uttanfyri At ganga í einum 3. flokki í einum føroyskum skúla, saman við hinum vælfung- erandi næmingunum, var ikki altíð eins lætt og stutt- ligt hjá soninum. Hann føldi eg tí rættiliga uttanfyri í mongum viður- skiftum, serliga tá børnini fingu heimaarbeiði fyri, t.d. at lesa eitt petti til næsta skúladag. Hini børnini fóru heim og lósu uppá har, og tað skuldi hann so eisini gera. Men hetta var ikki bara sum at siga tað: Fyrst máttu foreldrini lesa tað upp fyri honum, áðrenn hann sjálv- ur kundi lesa tað upp í skúlanum. – Men ein tekst, sum hann ongatíð hevði sæð áður – tað kundi hann ikki lesa upp soleiðis uttan víðari. Tað er tí púra klárt, at hann upplivdi hetta sum eitt stórt niðurlag. – Tað er tí einki løgi í tí, at hann føldi seg uttanfyri – ja, føldi seg snedigan, sigur Anne Karin. Hon sigur tó ikki skúla- felagar hansara ringar fyri tað, tí tey høvdu ikki nakr- an kunnleika til henda veik- leikan. Tey kundu snøgt sagt ikki annað enn meta hann sum ein løgnan stavn. Fyri henni er tí eingin ivi um, at høvdu hini børnini fingið størri kunnleika til tað at vera lesi- og skrivi- veikur, so høvdu tey lættari góðtikið, at hann var sum hann var. Har vantaði bert upplýsing um evnið. Tað var fyri at hjálpa slíkum børnum sum hesum dronginum, at hon tók stig til felagið fyri lesi- og skriviveik. Her kunnu so børnini og foreldur teirra koma saman at tosa um viðurskiftini, so- leiðis at tey lesi- og skrivi- veiku kunnu fáa eina kenslu av, at tað ikki bara eru tey sum høvdu henda veikleikan. – Hann føldi seg snedigan Stigartakararnir til "Felagið fyri lesi- og skriviveik", Anne Karin Kjeld og Laila Egholm vita, hvussu tað er at vera møður at orðblindum børnum. Hóast hentleikarnir eru fleiri, verða tey orðblindu altíð mett øðrvísi enn onnur