fríggjadagur 18. februar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 34 - 18. februar 2005
Lesið
-so eru tit við!
Bílegging á øllum ferðaskrivstovum og hjá Atlantic Airways.
Talið av ferðaseðlum fyri hesar prísir er avmarkað.
Gongur sum ætlað, so
verður Sjómans-
heimið í Runavík
latið uppaftur um ein
mánað. Men navnið
verður broytt
HOTELLVIRKSEMI
Snorri Brend
Avtala er gjørd við hjúnini
Andreas og Kirstin Andre-
asen úr Saltangará um at
lata dyrnar upp aftur.
Hetta verður kortini gjørt
undir nýggjum navni, tí
hereftir skal Sjómansheim-
ið marknaðarføra seg sum
»Hotel Runavík Sjómans-
heimið«.
Tey hava bæði sagt upp
arbeiði síni, og koma tískil
at arbeiða nógv á hotell-
inum.
– Skal hetta bera til, er
neyðugt at vit arbeiða nógv
sjálvi, men tað koma eisini
onnur fólk at arbeiða her,
sigur Andreas við »Trúboð-
in«, sum er málgagn hjá
Heimamissiónini.
Andreas og Kirstin hava
royndir frá slíkum arbeiði,
tá tey í trý ár vóru leiðarar á
sjómansheiminum í grøn-
lendska býnum Holsteins-
borg.
Fleiri bíleggingar
Sjómansheimið lat aftur í
august mánaði í fjør, og
hjúnini meta, at nógv má
gerast til tess at marknað-
arføra hotellið. Tað fer tí
eisini at taka nøkur ár, inn-
til tað veruliga kann hvíla í
sær sjálvum.
Tey miða eftir at fáa sín
part av ferðafólkunum, ið
vitja her, og annars skipa
fyri skeiðsdøgum, tema-
døgum, fyrilestrum og øðr-
um.
Hjúnini hava langtíðar-
leigað bygningin, og fara at
reka tað við mastovu og
kømrum.
Trúboðin skrivar, at í
mars mánaði eru longu
fleiri stórar bíleggingar
komnar til matstovuna.
Summarið í ár er somuleið-
is longu rættiliga væl selt,
og í juni mánað er hotellið
næstan fult bílagt.
Í kjallaranum á Hotel
Runavík Sjómansheimið
fer felagsskapurin Blái
Krossur nú at hava virk-
semið sítt, eins og Formula
fer at leiga hin partin av
kjallaranum.
Nýtt hotell í Runavík
Sjómansheimið í Runavík letur nú uppaftur. Byrjanin sær
lovandi út, tí longu nú eru fleiri bíleggingar komnar til
matstovuna og til kømrini
Mynd: Jens Kr. Vang