Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftir at hava gjørt alt rætt í 50 minuttir, eydnaðist Neistanum seinastu níggju min- uttirnar at missa eina fimm-mála leiðslu, soleiðis at Stjørnan kortini streyk avstað við øllum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Sótu nakrar neistakvinnur heima í stovuni mikukvøld- ið og lurtaðu eftir Metal- lica, tá hesir syngja »so close, no matter how far«, samstundis sum tær í skíggjanum hava tendrað fyri Jack Nicholson og »As good as it gets«, so er hetta væl skiljandi. Tí nærri enn tí sama koma tær bláu helst neyvan í ár, og skal metast eftir seinastu tíggju minuttunum av dyst- inum, so verður tað heldur ikki betri enn tað sama. Influensa-hondbóltur Úr Stjørnu-leguni hevur annars ljóðað seinastu tíð- ina, at hervilig krím-sjúka hevur gjørt um seg, og skal metast eftir avrikinum fyrstu 50 minuttirnar, so vóru influensa-eyðkennini kanska heldur ikki heilt burturi. Í øllum var tað langt ífrá, at Stjørnan sýndi nakað meistaraspæl hesa tíðina. Tvørtur ímóti vóru tær á heimaliðnum væl og virði- liga omaná. Hóast gongdin á máltalvuni í stóran mun líktist henni, sum var gald- andi í steypafinaluni her- fyri, so vóru tó fleiri ábend- ingar um,at Neistin hesa- ferð ikki ætlaði sær at sleppa takinum. Fyrst og fremst, so fingu tær Stjørnuna niður í sítt tempo í spælinum, soleiðis at orkan ikki á sama hátt skuldi ganga undan móti dystarenda. Stinna verju- spælið hevur í langa tíð verið eitt av eyðkennunum hjá teimum bláu, og tá Hel- enu Dam Poulsen enn eina- ferð sýndi, hví hon verður roknað millum tær fremstu málverjarnar í landinum, so var grundarlagið fyri einum góðum úrsliti lagt. Og kanska týdningarmest av øllum, so megnaðu Neistakvinnurnar eisini fyri tað allar mesta av halda høvdinum kalt í álopspartin- um. Roynt var støðugt at koyra tey system, sum av- talur vórðu gjørdar um, og við eini Jórun Ludvig, sum alt meira er um at nærkast sínum veruliga støði, sum spælskipara, vórðu bæði breidd og dýpd hildin alla tíðina, soleiðis at Stjørnan ikki uttan víðari kundi steðga álopsspælinum, bara við at seta Simonu úr spælinum. Stjørnan í kjallaranum Samanlagt hevði Neistin soleiðis eitt nógv betri tak á Stjørnuni, enn tær høvdu í steypafinaluni, og eftir steðgin var illgrunin um, at ein sensatión kanska var ávegis, bara styrktur. Fríða Petersen hevði ikki havt ein serliga góðan dag í málinum, og tað gjørdi sum ikki tann stóra munin, at hon varð skift út við eina hálvskada Agne. Verjupart- urin koyrdi á ongan hátt so- leiðis, sum gullmerkini frá í fjør bera boð um. Hvørki Joan ella Alina megnaðu at seta vanligu høgu leik- ferðina ígongd, og so líðandi gjørdust frustratión- irnar á liðnum alt meira sjónligar. Og tá Neistin so undirtali megnaði at halda fast um leiðsluna, tóktist eitt veru- ligt kollaps eisini at vera ávegis á liðnum hjá Stjørn- uni. Neistin fór eftirfylgj- andi upp á 19-15, og tá Stjørnan so misnýtti brots- kast, kundu tær bláu fara upp á 20-15. Við tólv min- uttum eftir á urinum, og einum meistaraliðið, sum var fullkomuliga í kjallar- anum, tóktist alt nú vera avgjørt, men feita daman hevði ikki sungið enn. Tordu ikki at vinna Tí seinastu 10-12 minuttir- nir gjørdust ein framsýning í ítróttarsálarfrøði. Her er ein av høvuðsreglunum, at skalt tú vera við, har sum tað gongur fyri seg, so skalt tú tora at vinna. Torir tú tað, so tolir tú eisini at vera á odda, og so tolir tú eisini at gera arbeiðið liðugt, uttan at fjáltur kemur á. Og hetta megnaðu tær hjá Neistanum als ikki. Snøgt sagt, so framdu tær hvørt tað einasta mistak, sum er nevnt í lærubókini um hondbólt og ítróttarsálar- frøði hesar seinastu 12 min- uttirnar. Eingin leikari vildi ella tordi at taka ábyrgd á seg. Heldur enn at fara eftir avgerðini, varð talan um alibi-hondbólt av hægsta formati, og tó at tær høvdu einar tríggjar opnar møgu- leikar, so kastaðu hesir heldur ikki nakað av sær. Tann størsta hevði Annika Thomsen helst, tá hon misnýttu brotskast, og tá Simona – tá stóð 20-19 – fekk tveir fingrar fyri at vísa sína ónøgd við harð- liga uppdekkingina, sum ikki fekk avleiðingar, mátti tað at enda ganga galið. Og tað gjørdi tað eisini. Eitt skump Tá hetta er sagt, so skal heldur ikki takast frá Stjørnuni, at tær hesar sein- astu minuttirnar prógvaðu, hví tær aftur í ár eru við í toppinum. Bara tað at venda einum slíkum dysti, er eitt bragd í sjálvum sær. Ikki minst, tá hugsað verður um, hvussu brádliga skiftið hendi. Bonkurin hevði eina hepna (dugnaliga) hond, tá tey valdu at fara út í mans- verju av Simonu og Ann- iku. Samstundis kom Fríða sera væl frá uppgávuni, nú hon aftur varð tveitt inn á vøllin, og og ikki minst, so sýndu spælararnir nú loks- ins, at tær vildu vinna. Við Alinu sum primus- motori varð fekk leikferðin eina tonn afturat. Heldur enn at óttast tapinum, so satsaðu leikararnir alt frameftir. Vágin í verjupart- inum var til tíðir stórur, men tað var neyðugt, og tað gav eisini úrslit. Ikki minst tí tær við hesum megnaðu at flyta sálarliga trýstið yvir á bláa liðið, sum nú kramp- aktiga royndi at halda fast um leiðsluna. Fyri FM-stríðið kundi tað kanska gera tað sama, tí skal Stjørnan vinna gullið, so verður helst kortini neyðugt við fýra stigum móti VB. Men sálarliga kann ein slíkur dystur fáa stóran týdning fyri Stjørnuna. Tær fingu eina ógvusliga ávaring um, at motivatiónin kann verða ein trupulleiki, tá oddasessurin skal haldast í longri tíð, og tær fingu eisini prógvað fyri sær sjálvum, at avrikið aloftast stendur mát við innsatsin. Fakta um dystin Neistin-Stjørnan 20-21 (13-12) Málskjúttar Neistin: Annika Thomsen 7(3), Simona Petersen 4, Marjun Tróndarson 3, Kára á Dunga 2, Unn Kragesteen 1, Ása á Neystabø 1, Jórun Ludvík 1, Mildrið Jacobsen 1 Stjørnan: Katarina Stepa- nov 6(3), Joan M. Djordje- vic 5(1), Maria við Neyst 3, Bára S. Klakstein 3, Alina Olaru 2, Una Olsen 1, Annika Ljósstein 1(1) Brotskøst: Neistin 4, Stjørnan 8 Útvísingar: Neistin 4, Stjørnan 3 Dómarar: Eyðun Samuel- sen & Andrias F. Hansen. Linjan kundi verið harðari, men hon var støðug gjøgnum allan dystin. Nr. 34 • fríggjadagur • 18. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Neistin-Stjørnan 20-21 (13-12): Grátandi Neista-kvinnur Í 50 minuttir hevði Neistin takið á Unu og hinum stjørnunum, men alt varð tveitt burtur, tá Stjørnan vann seinastu níggju minuttirnar við 6-0 Mynd: Álvur Haraldsen Drátturkapping 2005 - yngru deildir Eins og undanfarin ár, skipar flogbóltsfelagi DRÁTTUR fyri fyrri helvt, av árligu flogbóltskappingini, fyri yngri deildir , nú leygardagin 19. februar. Seinna helvtin av kappingini ver?ur leygardagin 26. februar. Umlei? 90 li? hava bo?a frá luttøku og ver?ur spælt á Giljanesi og úti í Sørvági. Spælt ver?ur best av 3 settum. Vit gle?a okkum at síggja allar okkara dugnaligu, yngru flogbóltsleikarar, til kappingina. Vónandi møta øll fjølment. Foreldur, ommur og abbar, syskin og annars øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja at framtí?artalentunum.