Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 34 - 18. februar 2005 Dysturin millum H71 og VÍF í Hoyvíks- høllini mikukvøldið mundi verða ein tann vánaligasti dysturin í Atlantic Airways kappingini í ár. Liðini kappaðust snøgt sagt um at gera mistøk. ATLANTIC AIRWAYS- KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Teir okkurt um 100 áskoð- ararnir, ið høvdu leitað sær niðan í Hoyvíkshøllina mikukvøldið at hyggja at dystinum millum H71 og VÍF, og sum kanska høvdu væntað ein spennandi dyst, vóru ruddiliga svíktir. Dysturin var serstakliga illa spældur, og fleiri av spælar- unum á báðum liðum tókt- ust sum um, at teir als ikki høvdu hug at spæla. Eli var undantakið Fyrstu løtuna av dystinum sprellaðu liðini eitt lítið sindur, men tú hevði eisini varhugan av, at hetta ikki fór at gerast nakar væl leiktur og undirhaldandi dystur. Spælararnir hjá báðum pørtum tóktust sum um, at teir eru troyttir eftir eitt drúgt kappingarár, og í veruleikanum var tað bert Eli Müller í málinum hjá VÍF, sum tað glógvaði eitt sindur í. Eli hevði fleiri góðar bjargingar fyrst í dystinum, sum gjørdu, at VÍF fekk lagt seg nakað fram um hoyvíkingar fyrst í dystinum. Hoyvíkingarnir virkaðu ógvuliga tungir, og álopið hjá teimum var rættuliga stirvið. Álopini vóru óskipað, drúgv og endaðu ofta við skilaleysum royndum upp á mál. Í veruleikanum var álopsspælið hjá H71 so mikið passivt og drúgt, at tú undraðist á, at tað ikki oftari bleiv gjørt tekin um nøl frá dómarunum báðum. Tað skal tó eisini leggjast afturat, at verjan hjá VÍF stóð seg rættuliga væl serliga í fyrra hálvleiki. Millum annað eydnaðist tað teimum fleiri ferðir at blokera skot frá bæði Halgir og Piti hjá H71. Men tað vóru ikki bara hoyvíkingarnir, ið koyrdu við longum og passivum álopum, tí tað gjørdu vest- menningar sanniliga eisini. Men í mun til H71, so eydn- aðist tað oftari VÍF at finna nøkur hol í verjuni hjá mót- støðuliðnum, og tí vóru gestirnir úr Vestmanna fyri tað mesta omaná. Tað skal tó eisini sigast, at nógv av málunum, ið VÍF fekk, vóru sera bílig, og ikki minst fekk John Zachariassen á høgra vongi nøkur sera løtt mál, sum í veruleikanum ikki eiga at koma fyri. Sámal mansvardur Ikki óvæntað valdu hoyvík- ingar at mansverja Sámal Joensen ein stóran part av dystinum, og hetta ávirkaði sjálvsagt álopsspælið hjá VÍF. Tað hevði neyvan havt nakra serliga stóra ávirkan á liðið, um Olsen-brøður- nir, Ingi og Áki, og Áki G. Olsen, vóru við, men tá ið hesir ikki eru við, væntar VÍF onkran, ið kann stýra álopsspælinum, og tað sást ógvuliga væl í dystinum mikukvøldið. Tíbetur fyri vestmenn- ingar var so mikið lít bit í H71, at tað ikki kostaði VÍF stig, at teir spældu so mikið illa. Men hinvegin hevur tað óivað givið VÍF-venjaran- um, Dia Midjord, nakað at hugsa um, at spælið hjá teimum koyrdi so mikið illa, meðan Sámal var mansvardur, tí tað er greitt, at mótstøðan hjá VÍF fer at verða harðari í onkrum av dystunum, ið liggja fyri framman. Avgjørt mitt í seinna hálvleiki Vestmenningar vóru omaná meginpartin av dystinum, men hoyvíkingarnir vóru drúgvir, og fleiri ferðir í fyrra hálvleiki stóð á jøvn- um, men tú hevði allatíðina varhugan av, at tað vóru gestirnir úr VÍF, sum høvdu sálarligu yvirvágina. Í seinna hálvleiki fekk VÍF tó gjørt ein vørr, ið avgjørdi dystin. Hetta var um miðjan seinna hálvleik, tá ið støðan var 17-15 til vestmenningar. Tá fekk VÍF fimm mál á rað, soleiðis at støðan bráddliga var 22-15, og hóast H71 seinni í dystinum fekk minkað um munin niður í tvey mál, so var greitt, at tað fór ikki at eydnast heimaliðnum at koma upp á javnt. Tekniskir feilir í hópatali Tað sum tey flestu óivað fara at minnast dystin fyri, um tey ikki bara koyra dystin í gloymibókina bein- anvegin, eru teir mongu teknisku feilirnir. Sjáldan áður hevur ein dystur í fremstu mansdeildini í hondbólti borðreitt við so nógvum tekniskum feilum. Ferð aftaná ferð vóru avlev- eringarnar so mikið óneyv- ar, at tær fór beina kós út av vøllinum, og eisini vóru ómetaliga nógvir álopsfeil- ir gjørdir í dystinum. Tað tóktist veruligani sum um, at tað vóru fleiri av spælar- unum, ið høvdu gloymt høvdið eftir við hús. Men vestmenningarnir eru óivað líkaglaðir við, at avrikið ikki var av teimum bestu, tí teir fingu tey bæði stigini, ið tað heila snýr seg um. Teir hava tí undan dyst- inum hjá Kyndil í gjár- kvøldið seks stig niður til havnarliðið, og tá ið havt verður í huga, at eftir dystin millum Kyndil og StÍF hóskvøldið eru tað bert átta stig eftir at stríðast um, so sær tað bara heilt gott út við gulldreymunum hjá VÍF. H71-VÍF 23-28(12-14) H71: Esbern Patursson 9(3), Halgir Dahl Olesen 4, Chr. Eli Zachariassen 3, Piti Negru 3, Høgni M. Joensen 1, Johnny Durhuus 1, Niels V. Niclassen 1, Henrik Gerster 1 VÍF: John Zachariassen 6, Sámal Joensen 5, Agnar Jo- ensen 5, Johnny Joensen 5, Harald Bjørgvin 4, Daniel Rapa 2, Sjúrður Poulsen 1 Brotskøst: H71 4(3), VÍF 2(0) Útvísingar: H71 3, VÍF 2 Dómarar: Hannis og Uni Wardum - Tað vóru ikki bara spælararnir, ið høvdu ein ringan dag mikukvøld- ið. Teir báðir Wardum- beiggjarnir hava dømt betri dystir, men teirra avrik hevði onga ávirkan á úrslitið Eli Müller, VÍF: - Allir lyfta sum ein maður Málverjin hjá vest- menningum, Eli Müller, mundi verða frægasti maður á vøllinum mikukvøldið, men hann hevði sjálvur hug til at rósa sín- um liðfeløgum fyri eitt gott liðavrik HONDBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eli var væl nøgdur við avrikið mikukvøldið, og hann ásannaði, at nú so nógvir profilar eru skaddir, er tað neyðugt hjá VÌF, at teir spæla sum ein eind, sum hann málbar seg. Spurdur, um tað ikki sá heilt gott út hjá VÍF, nú teir eru seks stig á odda undan dystinum millum Kyndil og StÍF, sigur Eli: – Jú, tað sær heilt gott út. Vit kunnu klára okk- um við at vinna tveir dystir og spæla ein javn- an. Men vit ætla okkum tó at vinna allar dystir- nar, sum eru eftir, sigur sterki málverjin hjá VÍF. Eli ásannar tó, at so- leiðis sum kappingin hevur roynst í ár, so er eingin dystur lættur. – Tað vísir seg, at allir dystir eru truplir, og øll liðini kunnu taka stig frá hvørjum øðrum í ár, og øll liðini stríðast væl, heldur hann. Um sjálvan dystin mikukvøldið sigur Eli, at tað var ikki nakar væl spældur dystur. – Tað vóru nógvir tekn- iskir feilir allar 60 min- uttirnar, og bæði liðini mistu nógvar bóltar og gjørdu nógvar feilir, sigur Eli. Sjálvur hevur Eli verið nógv skaddur í ár, og tá ið kappingarárið er lið- ugt, verður hann lagdur undir skurð fyri skaða í økslini. Eli greiðir frá, at hann spælir við ein- um serligum bindi, og hóast hann hevur eitt sindur av pínu, so verð- ur hann við teir dystir- nar, ið eru eftir í ár. H71-VÍF 23-28(12-14) Kappaðust um at gera mistøk StÍF vann á Tjaldrinum Ein dystur millum tvey av lægru liðunum í Sunset- kappingini hjá kvinnum varð leiktur í Runavík mikukvøldið. Dysturin var millum Tjaldur og StÍF, og strandakvinnur vunnu dystin 30-10. Enn einaferð hava vit ikki fingið avrit av dóm- araseðlinum sendandi úr Runavík, og tí fáa vit gjørt upp, hvørjar ið hava skotið málini og so fram- vegis. Men sum skilst, og sum tølini eisini vísa, so var stórur munur á liðun- um báðum, og tað var ongantíð nakar ivi um, hvagar stigini fóru. Við sigrinum hevur StÍF togað seg eitt vet longur upp á stigatalvuni, meðan Tjaldur framvegis hevur síni fyrstu stig til góðar. tn Johnny Joensen og VÍF vunnu 28-23 á Christian Eli Zachariassen og H71 í einum sera vánaligum dysti mikukvøldið. Mynd: Álvur Haraldsen