Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2005 21 Neistin-KÍF 27-29 (14-14): KÍF einsamalt á bronsuplássinum Neistin var aftur sær sjálvum líkt, tá teir í einum rótutum dysti vóru við undirlutan móti kollfirðingum, sum nú tykjast stevna móti heiðursmerkjum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Fagnaðurin var ovurstórur á kollfirðingum, tá tað eftir teir 60 minuttirnar miku- kvøldið var greitt, at teir enn einaferð høvdu vunnið sær tvey stig. Sigurin lyfti nevnliga KÍF leyst av bæði StÍF og H71 í stríðnum um bronsu- krónurnar, og tað er ein støða, sum á ongan hátt hevur verið gerandiskostur í Kollafirði seinnu árini. Rót og gott málmansspæl Dysturin sjálvur var tó ein av teimum, sum ikki fara at standa so øgiliga leingi í minninum á áskoðarum. Frá fyrsta bríksli var sjón- ligt, at talan í ógvuliga lítl- an mun skuldi gerast um nakað skipað álopsspæl,og heldur ikki í verjupartinum høvdu liðini sín besta dag. Kollfirðingar sær sjálv- um so líkt, royndu annars fyrst og fremst at leggja dentin á eina offensiva verju, sum var ætlað at steðga skjúttunum hjá Neistanum. Hetta eydnaðist eisini í stóran mun, tí hóast Damir, Buha og Áki fingu nøkur mál, so megnaðu teir ikki at gera sær dælt av plássinum, sum teir sjálvir skaptu fyri mótleikararnar. Heldur royndu teir ein og ein at koma fram til skor- ingar, og hóast einstakar fríspælingar eisini vóru á skránni, so vóru hesar ov fáar til veruliga at gera ein mun. Hjá KÍF var ferðin avger- andi. Liðið er samansett av leikarum, sum hvør í sínum lagi er til reiðar at geva seg 100% í hvørjum einasta dysti, og aftur hesaferð runnu teir sólina svarta í royndini at basa mótstøð- uni. Samstundis hevur liðið í Regin Petersen og Mirko Milenkvic tveir leikarar, sum – hóast teir kundu stýrt meira – kunnu bróta mót- støðuverjuna við óvæntað- um trekkum, og serliga fyri steðgin eydnaðist hetta nakrar ferðir. Silvurið nærkast Eftir steðgin gjørdist skyn- semið í spælinum tó alsamt minni. Verjurnar vóru til tíðir sum opnahjallar, og var tað ikki fyri framúr málverjaavrik í báðum end- um, so kundi talan væl verið um ein dyst, har bæði liðini høvdu um 40 mál hvør. Tað eydnaðist tó spakuliga kollfirðingunum at skapa sær ein fyrimun. Fyrst og fremst tí teir vildu hetta meira enn Neistin.Til tíðir líktist framrættaða verjan eini skuggaverju av øllum trimum bakspælar- unum hjá Neistanum, uttan at teir bláu tó megnaðu at gera sær dælt av plássinum, sum hetta gav. Tíggju minuttir fyri tíð vóru eisini tekin um, at nú var avgjørt, men við einum altíð kempandi Ólavi Brim- nes á odda var tó um repp- ið, at Neistin kom aftur í dystin. Tvær ferðir hevði Neistin eisini møguleika at koma upp á javnt. Men fyrru ferð- ina tók Jaspur Joensen brotskastið frá Oros, og í seinna førinum framdi Óla Cristian eina av sínum í minsta lagi tíggju stórbjarg- ingum. Teimum hevði Zeljko Jotic eisini nógvar av, men hann megnaðí einki at gera, tá Jóan Pauli Joensen eftirfylgjandi økti í 29-27, og so var sloppið hjá KÍF. Teir kundu enn einaferð fegnast um tvey stig, og nú eru hesi vorðin ellivu ítali. Tað er tvey fleiri enn H71 og StÍF og fjórða plássinum, og bara eitt minni enn Kyndil á øðrum plássi! Fakta um dystin Neistin-KÍF 27-29 (14-14) Málskjúttar Neistin: Blagoje Buha 8(1), Ólavur Brimnes 6, Damir Oros 4, Áki Mørk 3, Helgi Michelsen 2, Róar Dalsgarð 2, Tróndur Kragesteen 2 KÍF: Regin Petersen 7(3), Jóan Pauli Olsen 6, Arn- bjørn Hansen 4, Gert Joen- sen 3, Rógvi Weihe 3, Petur Martin Poulsen 3, Eddie H. Joensen 2(1), Mirko Milen- kvic 1 Brotskøst: Neistin 3, KÍF 5 Útvísingar: Neistin 3, KÍF 3 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuel- sen. Høvdu eina trupla upp- gávu, har teir í væl kundu lagt eina harðari linju. Við sigrinum á Neistanum er KÍF nú einsamalt á triða plássinum mynd: Álvur Haraldsen Samstundis sum teir, ið verða roknaðir at vera framtíðin á landsliðnum, vera í La Manga, fara Johan B. Hansen og liðfelag- arnir at vera í Cadiz ÚTISETAR Jóannes Hansen Í morgin verður farð undir venjingarleguna, sum FSF skipar fyri í La Manga í Spania. Eingir útisetar í Danmark vera við í ferða- lagnum. Teir eru upptiknir í sínum egnu feløgum. Fyrireikingarnar til danska fótbóltsárið ganga við fullari ferð. Nógvir venjingardystir eru á skránni, og ikki minst í Horsens leggja teir nógv fyri. Føroyski landsliðs- spælarin, Johan B. Hansen, og liðfelagarnir hava nógv at verja. Horsens er oddalið í næstbestu deildini, og hesa ferð ætla teir sær at halda tørn um tann sessin. Horsens var eisini oddalið fyri einum ári síðani, men tá megnaðu teir ikki at halda tørn um uppflyting- arsessin, tá ið kappingin var komin inn í enda- spurtin. Síðsta leygardag var Hor- sens í Hamburg. Teir spældu ímóti næstbesta liðnum hjá HSV. Sambært heimasíðuni hjá Horsens, so sást tað væl, at týskarar- nir vóru komnir longri í fyrireikingunum til seinna partin av kappingarárinum, enn danskararnir vóru komnir. HSV vann 2-0, men tað var ikki fyrrenn heilt stutt undan leikloki, at teir staðfestu sigurin, eftir at teir í 1. hálvleiki høvdu lagt seg á odda. Johan B. Hansen var á vøllinum allar 90 minutt- irnar. Hann var í høgra verjuborði. Í dag fara teir í Horsens til Spania á venj- ingarlegu. Har skulu teir vera í eina viku, og teir skulu halda til í Cadiz. Mánadagin skulu teir spæla venjingardyst ímóti Rand- ers, sum teir í fjør kappað- ust við um uppflyting. Randers er nú í superliguni, og í vár skulu teir stríðast fyri at varðveita tað plássið. Andrew vann á Skytte Síðsta leygardag vann Fremad Amager við Andr- ew av Fløtum á liðnum á heimavølli venjingardyst 3- 1 ímóti Kalundborg. Tað serliga við Kalundborg er, at fyrrverandi B68 og HB venjarin og fyrrverandi venjarin hjá næstbesta Fremad Amager liðnum, Frank Skytte, nú hevur ábyrgdina av Kalundborg. Andrew av Fløtum syrgdi við innleggi úr vinstru fyri upplegginum til fyrsta málið. Tá var eitt stórt korter farið. Ein av álopsfeløgunum hjá Andrew av Fløtum í Fremad Amager eitur Thomas Myssing. Í síðstu viku varð hann knæ- skaddur. Nú er staðfest, at hann hevur slitið krossland- ið, og tað verður ikki rokn- að við, at hann verður førur fyri at spæla fótbólt næstu 8-10 mánaðirnar. Frem við Jón Róa Jacob- sen og Jónas Þór Næs í hópinum spældi síðsta leygardag venjingardyst ímóti Lyngby við Christiani Lamhauge Holst á liðnum. Frem vann 2-1. Johan í Hamburg og Spania vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 2 2 - 0 - 0 527 312 215 17 2 Stjørnan 2 2 - 0 - 0 406 310 96 17 3 Neistin 3 1 - 0 - 2 465 377 88 12 4 Søljan 2 2 - 0 - 0 429 368 61 12 5 VÍF 2 1 - 0 - 1 372 371 1 7 6 StÍF 3 1 - 0 - 2 389 436 -47 7 7 Kyndil 3 1 - 0 - 2 341 452 -111 5 8 Tjaldur 3 0 - 0 - 3 264 567 -303 0 vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 6 5 - 0 - 1 473 423 50 18 2 Kyndil 5 2 - 0 - 3 445 370 75 12 3 KÍF 6 3 - 1 - 2 407 433 -26 11 4 H71 6 2 - 0 - 4 459 469 -10 9 5 StÍF 5 2 - 2 - 1 395 427 -32 9 6 Neistin 6 1 - 1 - 4 441 498 -57 6