fríggjadagur 18. august 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
DIA MIDJORD
– Í komandi viku skulu vit
viðgera spurningin einaferð
aftrat og síðani taka enda-
ligu avgerðina, sigur Ólavur
Magnussen, bygdaráðsfor-
maður í Nes Kommunu.
Hann leggur aftrat, at
mest sannlíkt verður skuld-
in rindað aftur, men enda-
liga avgerðin verður ikki
tikin fyrr enn seinast í hes-
um mánaðinum.
– Vit hava sagt upp øll
okkara lán og ætla at rinda
teimum alt í hondina, sigur
bygdaráðsformaðurin.
Kommunekreditt,
Tryggingin og
Føroya Banki fáa
í næstum ein
trivaligan kekk
frá Nes Komm-
unu, sum harvið
rindar alla sína
skuld á 15
milliónir krónur
Eiga á bók
Teir 1100 íbúgvarnir í Nes
Kommuna, sum umfatar
bygdirnar Nes, Toftir og
Saltnes, vilja ikki longur
hava nakað haft um beinini.
Tá harðast leikaði á í
kreppuárunum,
hevði
kommunan eina skuld upp
á 22 milliónir krónur.
Skuldin er í dag komin nið-
ur á 15 milliónir krónur og
skal eftir ætlan burtur um
ein góðan mánað.
Men er tað ikki ein stór-
ur klattur at gjalda hjá
kommununi?
– Jú, tað er tað kanska.
Men vit eiga allan pen-
ingin, sigur Ólavur Magn-
ussen.
Bygdaráðsformaðurin
heldur, at vælstandurin um
alla Føroyar er ein orsøkin
til, at kommunan í dag er so
væl fyri fíggjarliga. Og so
hava tey arbeiði til allar
hendur í Nes Kommunu.
– Munurin á tíðini í dag og
í kreppuárunum er so stórur,
at tað skal næstan upplivast,
sigur hann.
Íløguloft
Ólavur Magnussen vísir á,
at íløgukvotan, sum lands-
stýrið hevur ásett, forðar
kommununum at gera ov
stórar íløgur í einum. Í ár
kann Nes Kommuna fremja
íløgur fyri 4,1 millión krón-
ur.
– Tað eru ikki nógvir
pengar, men tað røkkur til
eitt sindur, sigur bygdaráðs-
formaðurin og sipar til, at
alt er relativt.
– Hetta er nógv hjá onkr-
um, ið ikki eigur so nógv til
íløgur, men kanska í minna
lagi, tá ið ein hevur væl
meira í kassanum, sigur
bygdaráðsformaðurin í Nes
Kommunu.
RÚNAR REISTRUP
Internetsíðan hjá Føroya
Løgtingi er eftir hondini
blivin eitt umfatandi skjala-
savn, og í gjár varð ein
nýggjur varði lagaður á
síðuni.
Løgtingstíðindi ígjøgnum
hundrað og tjúgu ár eru nú
tilgeingilig á internetsíðuni.
120 ára løgtingstíðindi á netinum
Í gjár varð nýggj
tænasta at finna á
heimasíðuni hjá
Føroya Løgtingi.
Har ber nú til at
lesa løgtingstíð-
indi heilt afturi frá
1880 fram til í
dag. Og tað er
ikki lítið umfat-
andi tilfar, tí
løgtingsmálini eru
eini 20.000 í tali frá 1880 fram til í dag
Løgtingstíðindi
um
til
internetsíður, so øll nú hava
møguleika at síggja hendan
partin av føroyasøgu uttan at
leita tað fram millum tey fáu
prentaðu eintøkini, ið finnast.
Arbeitt verður í løtuni við at
Løgtingstíðindi eru ársfrá-
greiðingar um virki á tingi,
ið eru givnar út síðan 1880.
Hetta
skjalatilfar
fyllir
nógvar hillametrar, tí til-
samans er talan um einar
65.000 síður av løgtings-
tíðindum.
Ein deild á norska tjóð-
bókasavninum hevur staðið
fyri at scanna tær nógvu
síðurnar inn á teldu, og
føroyska fyritøkan VIT
hevur greitt tilfarið til in-
ternetsíður.
Samanlagt hevur tað
kostað løgtinginum einar
250.000 krónur at gera
fáa allar lógir og kunngerðir
á netið, so ikki kann sigast
annað, enn at tá tað ræður
um at nýta internetið til at
kunna um virksemi sítt, er
politiska valdið í Føroyum
frammarlaga.
Løgtingstíðindi finnast á
heimasíðuni hjá Føroya
Løgtingi: www.logting.fo
Slætt borð í Nes Kommunu
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 157 - 18. august 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Borðreitt av nýggjum
FULLVELDISÆTLANIN hjá landsstýrinum gongur
ikki sum ætlað, og tað tykist sum ein avís despera-
tión er at hóma í Tjóðveldisflokkinum. Teir draga
eitt uppskot fyri og annað eftir úr hattinum, so
hvørt sum undanfarnu vera kolldømd.
SUM Heini O Heinesen segði í samband við málið
um Landsverksfrøðingin, so hevur Tjóðveldisflokk-
urin svølgt nógvar kamelar í hesari samgonguni.
Síðani hava vit so sæð málið um Vágatunnilin, har
Tjóðveldisflokkurin aftur bakkaði. Andstøðan hevur
víst á eitt ávíst høgrarák í føroyskum politikki, og
Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum hevur havt á orði,
at tað er vorðið nakað trongligt á høgraveinginum
í føroyskum politikki, nú tjóðveldið tekur undir við
politikki teirra. Einasti, ið ikki viðgongur hettar er
formaður Tjóðveldisfloksins Høgni Hoydal.
ALT omanfyristandandi hevur Tjóðveldisflokkurin
staðið modell til, tí málið er fullveldi, kosta hvat tað
kosta vil. Teir gloyma, at ivasamt er, um Fólka-
flokkurin hevur tikið nakað stig á Sjálvstýrisleið,
síðani kongsjørðin bleiv yvirtikin fyri á leið 40 árum
síðani.
EFTIR Løgmansrøðuna tykist tað sum um, at
kamelarnir hjá fólkaflokkinum vóru uppi. Nú er so
borðreitt av nýggjum fyri Tjóðveldisflokkin. Cara-
gata álitið skal eftir øllum at døma førast út í lívið.
Almennar ognir skulu gerast upp í krónur og oyru.
Hesar ognir skulu so eftir øllum at døma seljast og
ein búskapargrunnur skal setast á stovn. Hettar
merkir, at ognirnar hjá Føroyagrunninum, Fram-
taksgrunninum og Fígging-argrunninum og kanska
okkurt afturat skulu seljast, og ein nýggjur grunnur
skal stovnast fyri peningin, ið kemur úr sølu av
ognum hjá hinum trimum grunnunum.
ÁHUGAVERT hevði verið at fingið at vita, hvussu
stórur hesin grunnur skuldi verið fyri at geva eina
milliard um árið í forrentning. Eisini hevði verið
áhugavert at vitað hví teir verandi grunnarnir ikki
bert kunnu brúkast til endamál samgongunar.
TAÐ mest álvarsama í øllum hesum fullveldismál-
inum er, at samgongan ger alt, hvat hon kann, fyri
at sleppa undan at tosa um føroyska inntøkugrund-
arlagið. Tað er púra burturvið, at samgongan fyrst
roynir at fáa donsku stjórnina at gjalda í 15 ár fyri
føroyskt fullveldi, og nú kemur so eitt uppskot sum,
um tað yvirhøvur hevði borið til, ger, at føroya land
skal partvíst liva av rentum, tí inttøkugrundarlagið
eftir øllum at døma er ov tunt.
TAÐ hevði verið uppá sítt pláss, um allar góðar
kreftir í føroyum – herundir allir politiskir flokkar,
tíverri tykist tað sum um at Tjóðveldisflokkurin hevur
lyndi til at vera í so bráður – royndu at arbeiða
fram ímóti einum sjálvberandi føroyskum búskapi.
Tá hettar málið er nátt, uttan fullveldi fyri danskar
pengar ella rentum úr einum fiktivum grunni, so
kunnu Høgni Hoydal og aðrir fara at tosa um
fullveldi, heldur enn at blíva við at lokka fólk til at
basera seg uppá fuglarnar á takinum, heldur enn
tann man hevur í hondini. Tað er gamalt at gjalda
fyri seg – spurningurin, sum føroyingar eiga at
spyrja seg sjálvan, er um man kemur sær at krevja
evsta vald fyri annans gjald.
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara kæri bróðir
TOBIAS ANDREAS ASKILDSEN
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur og kransar og gávu til
Zarepta. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu hon-
um til hansara seinasta hvíldarstað her á fold.
Fyri tey avvarðandi
Theodine, Sunneva og Olav
JAN MÜLLER
Nú oljusamtakið The Faro-
es Partnership, sum før-
oyska oljufelagið Atlants
Kolvetni er partur av, hevur
fingið eitt av teimum góðu
loyvunum
í
sokallaða
„Gullhorninum“ í lands-
synningspartinum av før-
oyska landgrunninum hava
vit spurt Vilhelm Petersen,
stjóra í felagnum, hvussu
teir eru nøgdir.
Hann sigur, at felagið í
útgangsstøðinum
varð
stovnað við tí endamáli at
vera við í fyrsta leitiumfar-
inum í Føroyum. Og tá teir
skuldu velja eitt samtak at
arbeiða saman við varð mett
um, hvat var rætt at sam-
starva við út frá vitan og
royndum og harvið møgu-
leika til at fáa leitiloyvi. Har
fall valið á The Faroes
Partnership.
- Vit hava verið nøgdir
við gongdina higartil og eis-
ini við tað loyvi, sum sam-
takið nú hevur fingið tillut-
að. Talan er um eitt loyvi,
sum goymir rættiliga á-
hugaverdar møguleikar sig-
ur stjórin í Atlants Kolvetni.
Vilhelm Petersen heldur
sjálvur, at tað er sera áhuga-
vert sum tað einasta før-
oyska felagið at vera við í
tí fyrstu útbjóðingini. -Gott
nokk er tað nevnt, at talan
er um tvey føroysk olju-
feløg, men til tað vil eg bert
siga, at tað eru so nógv fe-
løg, sum eru skrásett í Før-
oyum men sum ikki hava
veruligar røtur her. Atlants
Kolvetni er føroyskt burt-
urav. Tað er stovnað av før-
oysku vinnuni og føroying-
um. Tað er ikki umboðs-
felag fyri útlendsk áhuga-
mál. Vilhelm Petersen vísir
á, at tað er í minni mun av
føroyskum kapitali í tí fe-
lagnum, sum nevnir seg
Føroya Kolvetni.
Íkastið hjá Atlants Kol-
vetni til samtakið hevur
annars verið tað føroyska
innihaldið í umsóknini, sum
Vilhelm Petersen metir
skilagott. -Er tað nakar, sum
hevur innlit í føroyska sam-
felagið og vinnuna her, so
má tað vera Atlants Kol-
vetni, ið hevur allar sínar
røtur í tí føroyska samfelag-
Stjórin í Atlants Kolvetni:
– Vit eru nøgdir
-sum einasta veruliga føroyska
oljufelag at hava fingið loyvi
num. Stovnararnir hava
mett, og tað er eisini okkara
ynski, umframt at vera við
til at geva samtakinum eitt
veruligt føroyskt innihald,
at kunna byggja upp eitt
óheft føroyskt oljufelag, utt-
an at skula vera umboð fyri
útlendsk áhugamál.
DONG væl nøgt
JAN MÜLLER
Millum feløgini í The Faro-
es Partnership samtakinum,
ið hevur fingið loyvi at leita
eftir olju, er eisini danska
felagið DONG. Søren Gath
Hansen, stjóri í Dong sigur,
at teir eru sera væl nøgdir
við loyvið, tí tað fevnir um
eitt øki, har teir síggja sera
áhugaverd prospekt. -Tað
arbeiði, ið vit kunnu her har,
kann uttan iva vera við til
at avklára, um har finst olja
og gass sigur hann og vísir
á, at teir hava sjálvandi søkt
fleiri staðni, men tað teir
fingu eru teir sera fegnir um.
Hóast Dong-stjórin er
bjartskygdur, so heldur
hann tað kortini vera rætt at
gera sær greitt, at tað kunnu
koma fyri fleiri brunnar,
sum eru turrir, áðrenn vit
Umhugsar at stovna føroyskt dótturfelag,
sum kann samvinna við føroyingar á
fleiri orkuøkjum, eitt nú innan vindmyll-
ur og aðrar alternativar orkukeldur
kenna økið gott nokk. -Vit
kunnu sjálvandi vera hepnir,
men eg haldi tað er týdn-
ingarmikið at sláa kalt vatn
í blóðið, gjøgnumføra nakr-
ar boringar til vit so kenna
økið nóg væl. Hann heldur
tí, at tað gott kunnu ganga
fleiri ár til olja verður funn-
in og vísir í hesum viðfangi
á, at man má gera sær greitt,
at hetta er nakað langsiktað.
Dong er eitt av feløgun-
um, sum hevur verið við frá
byrjan og hevur stjórin har
sera rósandi orð at bera før-
oyskum oljumyndugleikum.
-Her er jú talan um eitt sera
lítið samfelag, men dygdin í
arbeiðinum hjá Oljumála-
stýrinum er á einum sera
høgum støði. Man hevur
gjøgnumført eina altjóða út-
bjóðing uppá sera stutta tíð
og tað er ótrúliga væl klárað.
Luturin hjá Dong í sam-
takinum var 10% men varð
herfyri øktur tiol 17%.
Hetta hava teir gjørt, tí teir
trúgva uppá føroyaøkið.
Søren Gath Hansen sigur, at
Dong er komið til Føroya
fyri at verða verandi. Tað
vónar hann. Ætlanin er helst
at stovna eitt føroyskt dótt-
urfelag hjá tí danska Dong
einaferð í framtíðini.
-Tað snýr seg heldur ikki
bara um olju og gass. Vit
eru eisini sinnaðir til at sam-
starva við føroyingar á øðr-
um orkuøkjum, eitt nú inn-
an vindmyllur og aðrar
viðvarandi orkukeldur.