Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 157 - 18. august 2000 Nr. 157 - 18. august 2000 støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálafirði tel. 44 12 00 VIKA 33 VIKA 33 1 Den sjette sans 1 Den sjette sans 2 Blue Str 2 Blue Streak eak 3 Mickey Blue Eyes 3 Mickey Blue Eyes 4 American Pie 4 American Pie 5 007 - 5 007 - The W The World is Not Enough orld is Not Enough 6 The Bone Collector 6 The Bone Collector 7 House on Haunted Hill 7 House on Haunted Hill 8 American Beauty 8 American Beauty 9 9 Æblemost Reglementet blemost Reglementet 10 South Park 10 South Park p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 South Park American Beauty The Bone Collector EYÐUN KLAKSTEIN Fýra virdir stjórnmálafrøð- ingar úr útlondum koma í næstu viku til Føroya at verða við á eini ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan fer at viðgera ymsar stýrisskipanir, nú tað hevur verið umfatandi pol- itisk umrøða av, hvussu framtíðar støðan hjá Føroy- um skal vera. Alt frá eini veruligari loysing til einum framhaldi av ríkisfelags- skapinum verður nevnt, og enn er landsstýrið ikki kom- ið á mál við síni roynd at vinna Føroyum fullveldi. - Hetta er eitt heitt pol- itiskt mál, men ráðstevnan fer ikki at taka støðu til gongdina í Føroyum. Ráð- stevan fer at upplýsa um og viðgera ymiskar stýrisskip- anarhættir, sigur Bogi Elia- sen, sum saman við søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum skipar fyri ráðstevnuni. Hann lesur stjórnmálafrøði á universit- etinum í Århus, haðani hann eisini hevur fingið ráðgev- ing í sambandi við ráðstevn- una. Breið viðgerð Teir fýra menninir, sum koma at halda fyrilestrar á ráðstevnuni í Norðurlanda- húsinum, eru úr Danmark, Skotlandi, Englandi og Hava ráðstevnu um stýrisskipanir Mikudagin koma útlendskir serfrøðingar til Føroyar at viðgera og greiða frá ymiskum stýrisskipanum EYÐUN KLAKSTEIN Tórshavn: Løgreglan í Havn er væl nøgd við av- greiðsluna av nógvu ferðsl- uni, sum var í sambandi við landsdystin millum Føroyar og Danmark á Tórsvølli mikukvøldið. Fleiri enn 6000 fólk vóru til dystin, og nógv av teim- um ferðaðust í egnum bili. Tí var tað onkur sum frammanundan stúrdi fyri ruðuleika í ferðsluni, men soleiðis varð ikki. - Nógv havnafólk gingu til dystin í góða veðrinum, og størsti parturin av fólk- unum kom í rættiliga góðari tíð, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Góð hjálp Fólk funnu sær sjálv parker- ingspláss ymsastaðni nær- indis Tórsvøll, og tað vóru ikki øll, sum vildu koma so nær Tórsvølli sum gjørligt, tí á parkeringsplássinum vestanfyri ovara vøll, var pláss fyri fitt av bilum aft- urat. Suðuroyingarnir, sum ferðaðust norður til Havnar við Smyrli, vóru teir sein- astu, sum komu til dystin, men heldur eingin trupul- leiki var í tí sambandi. Løgreglan hevði eini 14 fólk til arbeiðis í sambandi við dystin, men harafturat fekk løgreglan hjálp frá Bjargingarfelagnum í Havn til at avgreiða nógvu ferðsl- una. - Fólkini frá Bjargingar- felagnum eru von við at loysa hesa uppgávuna, og tað er ein stór hjálp hjá okk- um, sigur vakthavandi á politistøðini í høvuðsstaðn- um. Onkur koyrdur heim Gott lag var á fólki, sum fóru til landsdystin miku- kvøldið, og eftir dystin var nakað av fullum fólki í býn- um - ið hvussu so er meira enn vanligt er eitt miku- kvøld. Onkur hevði fingið so USA, og teir eru allir kend nøvn í stjórnmálafrøðini. Brendan O’Leary, prof- essari, sum kemur úr Lon- don, fer at at tosa um men- tanarligt stjálvstýri. Nelson Polsby, professari, kemur frá universitetinum í Cali- fornia og fer at tosa um amerikanska sambandsrík- ið. Polsby er ein virdur ser- frøðingur í amerikansku stýrisskipanini. James Mitchell, profess- ari, kemur úr Skotlandi, og hann fer at greiða frá sjálv- stýrisgongdini hjá Skot- landi. Seinasti røðarin er Dr. Mads Qvortrup, sum er lær- ari á universitetinum í Århus. - Hetta er ein faklig ráð- stevna, sum fer at lýsa møguleikar bæði sam- bandsvegin og loysingar- vegin, sigur Bogi Elisen, fyrireikari. - Endmálið er ikki at siga, at soleiðis og soleiðis skal tað vera, men heldur at vísa á møguleikar og hvat verður gjørt aðrastaðni. Føroyar áhugaverdar at granska í Ætlanin var í fyrstu syftu at hava ráðstevnuna í Keyp- mannahavn, men teir út- lendsku granskararnir vildu heldur sleppa til Føroya. - Føroyar gerast alsamt meira áhugaverdar at nógv inn um, at løgreglan mátti fáa viðkomandi til hús, men eingin handtøka var í sambandi við lands- dystin.Alt gekk friðarliga fyri seg bæði á Tórsvølli og í býnum annars. Næsti stóri fótbóltsdyst- urin verður 3. september. Tá fara Føroyar og Slovenia at spæla HM-dyst á Svanga- skarði. Gekk væl við ferðsluni Eingin ófriður var í sambandi við landsdystin mikukvøldið granska í, og tí hevur tað eydnast at fingið hesar ser- frøðingarnar hendan vegin. Teir vilja gjarna uppliva samfelagið og tosa við fólk her, sigur Bogi Eliasen. Hevði ráðstevnan verið hildin í Danmark hevði eingin trupulleiki verða fingið fígging til hana. Eftir at hon varð flutt til Føroyar hevur verið neyðugt at leita eftir stuðli frá vinnulívin- um. - Vónandi kann hendan ráðstevnan verða við til at seta gongd í gransking í Føroyum, har vinnulívið eisini er við til at fíggja granskingina, sigur Bogi Eliasen. Hitta politikarar Sjálv ráðstevnan er miku- dagin, men nú verður arbeitt við møguleikanum at lata umboð fyri politisku flokk- arnar hitta teir fýra út- lendsku serfrøðingarnar á einum fundi týskvøldið. Um hetta fer at verða veruleiki, verður hesin fundurin fyri stongdum hurðum, tí ætlanin er, at bæði granskarar og politik- arar kunnu tosa frítt við hvønn annan, uttan at skula standa til svarts fyri al- menninginum. Eini 80 fólk høvdu í gjár meldað seg til ráðstevnuna, og talan er um alt frá lesandi til pensiónistar. Vinnulívið hevur eisini tikið væl ímóti ráðstevnuni, og politikarar og embætisfólk finnast eis- ini millum fundarfólki. Tað ber til at melda seg til ráðstevnuna í dag afturat. - Føroyar gerast alsamt meira áhugaverdar at granska í, og tí hevur tað eydnast at fingið hesar serfrøðingarnar hendan vegin, sigur Bogi Eliasen, sum skipar fyri ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Mynd: Álvur Haraldsen Eini 80 fólk høvdu í gjár meldað seg til ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, men nógv pláss eru framvegis eftir, og tað ber til at melda seg til í dag afturat. Fólk, sum hav huga at verða við, kunnu melda seg til á telefon 319617 ella 282603. Eisini ber til at senda teldupost á bgls@get2net.dk ella bogi_eliasen@hotmail.com. Ráðstevnan hevur snikkað sær eina heimasíðu til á internetinum, og hon finnist á adressuni www.vit.fo/ territorial. Har ber millum annað til at lesa upplýsingar um ráðstevnuna og um teir, sum fara at halda fyrilestur. Ráðstevnan byrjar mikudagin klokkan 10.00, og heldu fram út á seinnapartin. Endin er ein pallborðs- fundur, sum byrjar klokkan 16.00. Tað kostar 500 krónur at vera við. Lesandi sleppa fyri 200 krónur. Í steðginum er kalt borð, sum tað er neyðugt at melda seg til og gjalda fyri. Soleiðis meldar tú teg til RÚNAR REISTRUP Umleið 1500 fólk kunnu gleða seg til at fáa pengar frá Føroya Tele í næstum. Eftir at Sosialurin týsdag- in gjørdi vart við, at brek var á avrokningarskipanini, hevur Føroya Tele arbeitt nátt og dag fyri at kanna, hvat var galið og hvussu nógvar pengar talan var um, at telefyritøkan hevði tikið ov nógv fyri telefonsamrøð- ur. Í gjár kom Føroya Tele so endiliga við einari frágreið- ing um málið, har tað mill- um annað kemur fram, at fólk í fyritøkuni hava vitað um brekið síðan mars mán- að í ár. Ikki fyrr enn síðst í mei mánaði varð brekið rættað, og hóast tað, er fyritøkan ongantíð farin út til við- skiftafólk síni at greiða frá brekinum. Hetta hóast tað allatíðina hevur verið greitt, at brekið hevur havt við sær, at telefonfelagar hava gold- ið meira enn teir áttu at goldið. Felagar máttu sjálvir stíga fram Tað eru sostatt bert teir tele- fonfelagar, ið sjálvir hava fingið illgruna um brekið og síðan hava vent sær til Før- oya Tele, sum hava fingið endurgjald fyri tað, teir hava goldið ov nógv. Teir telefonfelagarnir, ið ikki sjálvir hava gjørt vart við seg, hava ikki fingið endurgjald, og høvdu allar- helst ongantíð fingið tað, um ikki málið kom fram í fjølmiðlunum. Talan er tilsamans um einar 1.500 telefonfelagar, ið hava goldið ov stóra rokning, og samanlagt er ov nógv innkravda upphæddin einar hálvtannaðhundrað túsund krónur. Ikki ætlanin at tiga burtur Sambært stjóranum á Før- oya Tele, Andras Róin, hev- ur tað ongantíð verið ætl- anin hjá fyritøkuni at tiga feilin burtur fyri viðskifta- fólkunum. Stjórin á Føroya Tele vil vera við, at orsøkin til at Fimtanhundrað fáa endurgjald frá Føroya Tele Brekið á avrokningarskipanini hjá Føroya Tele hevur havt við sær, at ellivu túsund og fimmhundrað telefonsamrøður eru skeivt avroknaðar. Í øllum hesum førum hava telefonfelagarnir goldið ov nógv, og teir fáa nú peningin afturgoldnan málið um brekið á avrokn- ingarskipanini ikki er kom- ið fram er, at hann sjálvur ikki hoyrdi um brekið, fyrr enn Sosialurin setti seg í samband við hann mána- dagin. – Vit kenna nú feilin, hann er blivin rættaður, men tað óhepna er okkara handfar- ing av málinum, viðgongur Andras Róin. – Tey, ið hava funnið brekið, hava ikki hildið tað verið vert at greitt leiðsluni frá tí, og tað er har, at tann stóri feilurin liggur. Tí aldantíð at vit finna ein systematiskan feil á avrokn- ingarskipanini, so eiga allar alarmklokkur at fara í gongd, og leiðslan eigur at verða kunnað beinanvegin, sigur Andras Róin. Nú verður ruddað upp Tað er við øðrum orðum in- ternir trupulleikar av onkr- um slag, ið hava havt við sær, at málið er blivið so eymt, sum tað gjørdist, og hesar ætlar Andras Róin nú at fáa upp á pláss. – Her skal heilt víst nakað Í næstum fáa 1.500 tele- fonfelagar tann peningin aftur, ið teir hava goldið ov nógv í telefonrokning vegna brek á avrokningarskipanini Mynd: Álvur Haraldsen av upprudding til í organ- isatiónini, sigur stjórin á Føroya Tele avgjørdur. Brekið á avrokningar- skipanini, ið hevði við sær, at uppringingar til føroyskar GSM fartelefonir uttanlands í fleiri førum gjørdust ovur- dýrar, byrjaði sambært Før- oya Tele 26. oktober mán- aði í fjør, tá umleggingar fóru fram í GSM skipanini. Fyrstu ferð telefyritøkan gjørdist varug við trupul- leikan var í mars mánaði í ár. 31. mei varð brekið so endiliga rættað, og síðan tá hevur avrokningin virkað sum hon skal. Men stjórnin í Føroya Tele bleiv eftir øllum at døma ongantíð kunnað um brekið, og tað hevði við sær, at viðskiftafólkini hjá Før- oya Tele ikki vórðu kunnað um at tey høvdu goldið ov nógv. Spurningurin er so hví hetta hendi, og tann spurn- ingin roynir fyritøkan nú at fáa svar uppá innanhýsis.