fríggjadagur 18. august 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
STEFAN Í SKORINI
Mitt í nítiárunum vórðu tey
fyrstu sakarmálini førd
ímóti tubbaksframleiðarum
í USA. Teir vórðu ákærdir
fyri ikki at hava sagt allan
sannleikan um eiturevnini í
tubbaki og teir vandar, sum
standast av at roykja. Held-
ur ikki hava framleiðararnir
ta røttu vørulýsingina á sig-
arettpakkunum.
Hetta hevur fingið bæði
tað almenna heilsuverkið í
teimum ymisku statunum í
USA og privatpersónar at
saksøkja tubbaksframleið-
arar.
Í 1998 skuldu tubbaks-
framleiðarar í USA gjalda
tí almenna 1320 milliardir
krónur. Hesin peningurin
skuldi fara til útreiðslur hjá
heilsuverkinum, sum stand-
ast av royking. Hetta var tó
bara tað ovasta av ísfjallin-
um, tí seinni hava privatper-
sónar, sum hava fingið var-
andi mein av at roykja, lagt
sak ímóti tubbaksframleið-
arunum - og hava eisini
vunnið.
Í summar endaði eitt rætt-
armál í Florida í USA, har
privatpersónar
saksøktu
tubbaksídnaðin fyri ikki at
veita rættar upplýsingar um
sína framleiðslu. Rættar-
málið vardi í fleiri ár, og
fleiri enn hundrað vitni
vórðu avhoyrd í málinum.
Endin var tann, at tubb-
aksframleiðararnir skuldu
gjalda roykjarum í Florida
metstór endurgjøld, sum
ongantíð hava verið at sæð
nakrastaðni áður.
Tubbak er væl kannað
Undir rættarmálinum førdi
tubbaksídnaðurin fram, at
einki er so væl kannað og
staðfest, sum at royking og
tubbak eru sera vandamikil
og heilsuskaðilig. Tí skuldi
eingin góð umbering verið
hjá nøkrum at roykja, tí øll
vita um hetta.
Læknar og vísindamenn
hava kannað tubbak í eitt
mannaminni, og lond hava
brúkt nógvar milliardir til
vísindaligar
kanningar,
søgdu framleiðararnir eisini
undir rættarmálinum.
Hinvegin er tað nú prógv-
að, at framleiðararnir hava
vitað um misvísandi upp-
lýsingarnar á pakkunum
síðani fyrst í sjeytiárunum,
men hava valt ikki at gera
nakað við málið. Hetta er
nú komið teimum aftur um
brekku, og teir eru dømdir
at gjalda stór endurgjøld.
Skeivar mátingar
Nú hevur henda anti-tubb-
aks bylgjan breitt seg til
okkara leiðir, og bæði í
Onglandi og í Norðurlond-
um eru tubbaksframleiðar-
arnir illa sperdir í hesum
døgum.
Orsøkin, til at tubbaks-
framleiðararnir eru komnir
so illa fyri er, at vørulýs-
ingin í næstan øll hesi árini
hevur verið skeiv. Hetta
hava framleiðararnir gjørt
tilvitað, sjálvt um teir fyri
langari tíð síðani hava varn-
ast skeivleikan.
Serfrøðingar siga, at upp-
lýsingarnar á pakkunum eru
Tubbaksframleiðarar
liggja eftirá
Tubbaksframleiðarar hava ikki veitt rættar upplýsingar viðvíkjandi innihaldinum
í teirra vøru, og teir eru dømdir at gjalda risastór endurgjøld í USA. Bylgjan
breiðir seg nú til okkara leiðir
beinleiðis
misvísandi.
Mongdin av eiturevnum í
Prince, Look, Cecil og
King´s, sum eru væl kend
merki her á landi, er væl
hægri enn tað, ið stendur á
pakkunum.
Hesir skeivleikar eru
komnir av at mátin, sum
tubbaksfyritøkurnar hava
brúkt at máta innihaldið av
eiturevnum, ikki gevur eina
rætta mynd av tí veruliga
innihaldinum í sigarettun-
um.
Í løtuni verða eiturevnini
í eini sigarett máta, við at
ein maskina roykir sigarett-
ina, og so sæst hvussu stórar
mongdirnar av eiturevnum
eru. Trupulleikin er bara
tann, at maskinan ikki tekur
eins nógvar guvur og ein
vanligur roykjari, og tí eru
ávísingarnar á einum sigar-
ettpakka ikki rættar, men
villeiða hinvegin forbrúk-
aran.
Eisini verða nógv íbland-
ingarevni latin í tubbakið og
sigarettpappírið, sum gera,
at enn meira nikotin verður
andað inn.
Tí er innahaldið av niko-
tini og tjøru í veruleikanum
tvær til tríggjar ferðir størri,
enn ávísingin á pakkunum
sigur. Í teimum veikaru
sløgunum av sigarettum er
munurin enn størri. Um
roykt verður nógv av eini
veikari sigarett, kann ein
roykjari fáa 30 ferðir so
nógv eiturevni niður í seg,
enn upplýst er á pakkanum.
Alt hetta hava framleið-
ararnir vitað, men hava
einki gjørt við tað.
Listin
almannakunngjørdur
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
hevur ein tubbaksframleið-
ari almannakunngjørt ein
lista, har øll íblandingar-
evnini umframt tubbakið,
sum finnast í eini sigarett,
standa.
37 ymisk íblandingarevni
eru á listanum, sum Skan-
dinavisk Tobakskompagni
hevur latið úr hondum.
Hesin listin verður tó fyri
lemjandi atfinningum, tí at
listin setir fleiri spurningar,
enn hann gevur svar. Tað
er greitt, at nógv fleiri
íblandingarevni
verða
brúkt, enn listin ber boð
um.
Tað kemst tó ikki uttan-
um, at Skandinavisk To-
bakskompagni, sum hevur
97% av danska marknað-
inum, tilvitað hevur sett
villeiðandi upplýsingar á
pakkarnar.
Tískil er væntandi, at
tubbaksframleiðarar
í
Norðurlondum eisini verða
saksøktir av privatum og tí
almenna, sum vit hava sæð
í USA.
Roykjarar eru bíligari
Útrokningar, sum eru gjørd-
ar í Hollandi, vísa, at ein
roykjari er umleið 15% bí-
ligari í heilsuútreiðslum,
men tað er tí teir doyggja
skjótari og kosta harvið ikki
so nógv.
Danska
heilsuverkið
geldur 5,5 milliardir krónur
um árið til sjúklingar, sum
hava fingið mein av royk-
ing. Danski statskassin fær
hinvegin 10 milliardir krón-
ur um árið í avgjøldum frá
tubbaki.
Hesi tøl fara tó neyvan at
forða dønum í at saksøkja
tubbaksframleiðarar, tí at
teir hava givið sínum for-
brúkarum villeiðandi upp-
lýsingar um sína vøru, og
tað er ólógligt.
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 157 - 18. august 2000
Nr. 157 - 18. august 2000
EDVARD JOENSEN
Velbastað: Vegagerðin om-
an fyri Velbastað gongur
eftir ætlan, og liðugt verður
á jólum, sigur Flóvin Ja-
cobsen, verkfrøðingur. Tal-
an er um vegastrekkið frá
nýggja vegnum sunnan fyri
Velbastað og niðan á
Velbastaðháls.
Tað er partafelagið Á
Heygnum í Søldarfirði, sum
stendur fyri vegagerðini.
Vegastrekkið, sum er um-
leið tveir kilometrar til
longdar, varð boðið út, og
partafelagið Á Heygnum
beyð sær til at gera arbeiðið
fyri seks milliónir krónur.
Hesa kostnaðarmeting fara
teir at klára at halda, sigur
Flóvin Jacobsen.
Hann sigur, at uppruna-
liga ætlanin var, at arbeiðið
skuldi vera liðugt í juni í ár,
og tað høvdu teir eisini
klárað, um upprunaætlanin
varð fylgd.
Men seinni varð so komið
eftir, at tað var í grundini
synd at leggja vegin mitt
gjøgnum eitt fríøki, sum er
á Velbastaðhálsi. Har plaga
fólk at sigla við modelskip-
um á tjørnini, meðan onnur
flúgva við smáum flogfør-
um vestan fyri vegin. Tí
varð valt at broyta vegfør-
ingina, soleiðis at vegurin
fer eystan fyri tjørnina.
Tað gjørdi so, at áðrenn
komið varð niðan á Velba-
staðháls fyri vestan, var
neyðugt við einum bugi
suður á, fyri at ikki skuldi
verða alt ov krapt sving, tá
komið varð niðan á.
Hetta hevði so við sær, at
arbeiðið varð eitt sindur
seinkað. Men Flóvin Jacob-
sen sigur, at eftir hansara
EDVARD JOENSEN
Velbastað: Hønurnar í
nýggja høsnarhúsinum á
Velbastað tykjast væl fyri
og verpa dúgliga. Eingin
trupulleiki er at selja egg-
ini, sigur eigarin, Anfinn
Brekkstein á Velbastað.
Tað gongur bókstavi-
liga eftir flutningsbandi
hjá nýggja eggvirkinum á
Velbastað. Tað koma um-
leið 2.700-2.800 egg dag-
liga glíðandi eftir band-
inum út í pakkirúmið, har
Anfinn Brekkstein sjálvur
annar stendur og tekur í
móti og pakkar. Tað vil
siga, at seinnapartarnar
plagar hann tó at vera
einsamallur, tí tá koma so
fá egg. Tað liggur vanliga
umleið tey hálvtannað-
hundrað, sigur Anfinn
Brekkstein.
Hønunum
dámar best at verpa um
morgunin. Tað er bara
onkur hendinga høna,
sum hevur eitt sindur ilt
við at koma »undan fjaðr-
unum« á morgni, ið verp-
ur seinnapartin.
Tað ganga gott 3.000
hønur í húsinum, so úrtøkan
er rættiliga góð. Fyrsta egg-
ið varð vorðið 16. juni, sig-
ur Anfinn Brekkstein.
Tað er eingin trupulleiki
at sleppa av við eggini. Tey
verða seld í Miklagarði og
Keypssamtøkuni. Bæði í
Havn og í bygdahandlunum
hjá hesum fyritøkum. Eisini
onkur annar minni handil í
Havn selur føroysku eggini.
Men eftirspurningurin er í
løtuni meira, enn virkið
klárar, sigur Anfinn Brekk-
stein.
Um prísin sigur hann, at
hann er soleiðis, at tað mel-
ur runt.
Støddin er eisini við at
vera í lagi, sigur Anfinn
Brekkstein. Í byrjanini vóru
tey eitt sindur smá, men nú
liggur støddin frá medium
og uppeftir, sigur hann.
Høsnarhúsið á Velba-
stað er eitt nýmótans hús,
har hønurnar ganga leysar.
Tær hava reiður eftir mið-
um gólvinum, har tær fara
inn at verpa. Sjálvar síggja
tær ongantíð eggið, tí tað
Edvard Joensen
Hvalvík: OK Heilsøla í
Hvalvík flutti fyrr í summ-
ar í nýggjan bygning, á
gamla
havnarlagnum
í
Hvalvík. Har, sum báta-
verksmiðjan fyrr stóð.
Teir arbeiða tveir mans
hjá OK Heilsølu. Óli Karl
Hansen, sum er stjóri, og
Bergur Joensen, sum vit
hittu í húsinum hendan dag-
in.
Bergur greiðir frá, at teir
fyrr í summar fluttu í nýggja
bygningin sunnalaga við
gamla havnarlagið í Hval-
vík. Í bygninginum er hand-
il, goymsla og verkstaður til
maskinurnar, teir selja.
Bygningurin var ikki
dýrur, heldur Bergur Joen-
sen. Sjálvur bygningurin
mundi
kosta
umleið
600.000,- krónur, sigur
hann. Tá innrættað var og
klárt at lata upp, stóð hann í
minni enn eini millión.
OK
Heilsøla
selur
nevniliga alt frá gravi-
maskinum til trillubøruru
við motori, umframt alskins
smálutir og arbeiðsklæði.
Bergur Joensen dylur
ikki fyri, at tað er verkstað-
ið, sum gevur tað nógva ar-
beiði. Maskinurnar, sum teir
selja, skulu eisini hava yms-
ar tænastur, sum tær eldast.
Og teir hava selt so mikið,
sigur hann, at teir hava nokk
at gera.
Nýggja heilsølan í Hvalvík
Mynd: Edvard Joensen
Nýggjur heilsølubygningur í Hvalvík
Heilsølan, sum selur gravimaskinur og trillubørur í
Hvalvík, flutti fyrr í summar í nýggjan bygning
rullar niður á flutnings-
bandið, sum síðan flytir
tað út í pakkirúmið.
Eini tíggju prosent
fara tó á gólvið, sigur
Anfinn Brekkstein. Tey
eggini verða hentað upp
og koma soleiðis til
sættis.
Hønurnar
verpa
vanliga tíðliga á morgni,
og bandið verður sett í
gongd umleið klokkan
hálvum átta. Síðan koyrir
tað til umleið klokkan
níggju. Tá eru eggini
pakkað.
Men høna skal eisini
hava nátt og dag, og hóast
tær ganga leysar, eru tær
tó inni. So neyðugt er við
at regulera ljósið, sigur
Anfinn Brekkstein.
Hann sigur tó, at hann
hevur ætlanir um at lata
hønurnar sleppa at ganga
úti oman fyri húsið. Enn
er einki avgjørt í so máta,
men tað er møguleiki fyri
tí, sigur Anfinn Brekk-
stein.
Liðugt á jólum
Nýggi vegurin, sum verður gjørdur oman fyri Velbastað,
verður liðugur á jólum
Gongur eftir
flutningsbandi
Tað gongur væl
hjá eggvirkinum
á Velbastað.
Úrtøkan liggur
umleið tey 90
prosentini
meting er hendan nýggja
vegføringin nógv betri enn
tann upprunaliga ætlaða.
Hinvegin hevur broyting-
in ikki ávirkað nakað sum
so, tí teir hava verið í
Kirkjubø og gjørt eitt par-
keringspláss, soleiðis at
kalla meðan bíðað varð.
Flóvin Jacobsen sigur, at
teir hava bara brúkt bíligt
tilfar, um ein kann siga so.
Fyrst og fremst sjálvandi
slíkt, teir hava fingið burtur
úr sprongingum í samband
við vegagerðina. Men eisini
avlopsgrót frá havnargerð-
ini á Gomlurætt, sum ligið
hevur við ferjuleguna og
bíðað eftir at verða brúkt.
Smáa grótið, sum lagt
verður ovast, er flutt av
Lambareiði við skipi á
Gomlurætt,
haðani
tað
verður koyrt við lastbilum
til vegagerðina.
Anfinn Brekkstein letur
væl at. Úrtøkan liggur
umleið 90 prosent
Mynd: Edvard Joensen
Tað gongur væl við vegagerðini oman fyri Velbastað, sum verður liðug til jóla
Mynd: Edvard Joensen
UNITED COLORS
OF BENETTON.
Sosialurin - 311820
Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • Tel. 317661
Kot
Std. 74-98
399,-
Kot
XS-XL (4-14 ár)
699,-
BENETTON