Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 157 - 18. august 2000 Nr. 157 - 18. august 2000 EDVARD JOENSEN Sund: Føroyingar eru vorðnir meira at sær komn- ir, tá hugsað verður um um- hvørvið. Í hvussu er, um far- ast skal eftir nøgdini av gomlum jarni, sent verður av landinum. Mánadagin lá eitt farmaskip á Sundi og lastaði gamalt jarn frá Kommunalu Orku og Brennistøðini á Sandvíkahjalla. Kommunala Orku og Brennistøðin sendir reglu- liga gamal jarn av landin- um. Higartil í ár eru farin fýra túsund tons, sigur Mikkjal Absalonsen, stjóri á Kommunalu Orku og Brennistøðini. Hann roknar við, at samlaða nøgdin fer at liggja umleið tey seks tús- und tonsini, tá árið er farið. Hetta er ein tíggjufald- Avskipa gamalt jarn Nøgdin av gomlum jarni, sum flutt verður av landinum er tíggjufaldað, síðan byrjað varð Havnin í oljusamstarv við Stavanger Endamálið við samstarvinm er at fremja búskapar- og vinnulívsmenning í báðum býnum í sambandi møguligan oljuídnað í Føroyum EYÐUN KLAKSTEIN Tórshavn: Tórshavnar kommuna og Stavanger kommuna fara í næstu viku at skriva undir samstarvs- avtalu. Undirskrivingin fer fram í sambandi við olju- stevnuna, sum verður í Stavanger frá týsdegnum til fríggjadagin í næstu viku. Samstarvsavtalan skal hava við sær búskapar- og vinnulívsmenning í báðum býunum, um veruligur oljuídnaður tekur seg upp í Føroyum. Býirnir ætla eisini at samstarva um mentan, útbúgving og ítrótt. ing, síðan byrjað varð mið- skeiðis í nítiárunum, tá ár- liga nøgdin var seks hundr- að tons, sum avskipað vórðu í bingjum. Tað var skjótt, at tað gjørdist ov trongligt, og teir fóru at leiga smærri farmaskip. Síðan eru skipini vaksin. Í dag lasta skipini eini túsund tons hvørja ferð, sigur Mikkjal Absalonsen, stjóri á Kommunalu Orku og Brennistøðini. Hann sigur, at alt kemur ikki frá teimum sjálvum kortini. Teir fáa eisini jarn- burturkast frá IRF brenni- støðini í Leirvík. Tað er ikki tí, at tað loys- ir seg fíggjarliga at senda gamalt jarn av landinum, sigur Mikkjal Absalonsen. Prísurin er tengdur at prís- inum á heimsmarknaðinum. Og hann er lágur í løtuni. Tað fáast bara einar trý- hundrað krónur fyri tonsið í løtuni, meðan teir onkun- tíð hava fingið fimm- hundrað krónur fyri tonsið. Men brennistøðin fær eitt ávíst gjald fyri at taka gamlar bilar inn og beina teir burtur. Og tað er hetta gjaldið, sum rindar fyri tæn- astuna, teir gera føroyska umhvørvinum við at senda øll hesi tonsini av brúktum jarni av landinum. Merginparturin verður sendur til Skotlands, sigur Mikkjal Absalonsen, stjóri á Kommunalu Orku og Brennistøðini á Sandvíka- hjalla. Hann sigur, at skotar gera okkurt smávegis við jarnið, sum síðan fyri tað mesta verður sent til Spania, har tað verður endurnýtt. Skriva undir mikudagin Tað verða borgarstjórarnir í Havn og Stavanger, Leivur Hansen og Leif Johan Sevland, sum fara at skriva undir avtaluna á eini samkomu á ráðhúsinum í Stavanger mikudagin. Til staðar verða eisini Jan Christiansen, Heðin Mortensen og umboð fyri fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommuna gjørdi í fjør eina líknandi avtalu við Aberdeen, og ætlanin er, at ítøkilig úrslit av hesum samstarvinum skulu á borðið á felagsfundi í Aberdeen í oktober og í Havn í juni næsta ár. Við avtalunum við Stavanger og Aberdeen hevur Havnini fingið samstarv í lag við báðar teir størstu oljubýirnar í Europa. Eisini list Á oljustevnuni í Stavanger í næstu viku verður eisini eitt mentanartiltak á havnalagnum í norska býnum. Har sleppa samstarvsbýirnir hjá Stavanger at marknaðarføra seg á ymsan hátt. Bingjulistaverkið hjá Tróndi Patursson fer at standa við síðuna av tjaldinum há Havnini, og Tróndur er eisini boðin við sum luttakari. Hann fer at halda fyrilestur um arbeiði sítt sum listamaður og um ævintýrferðir sínar. Umframt Havnina fara eisini býir sum Perth í Australia, St. Johns í New Foundlandi og Kristiansund at vísa ymiskt fram undir tiltakinum á havnalagnum Flogbóltsfelagið Fleyr Box 1022 • 110 Tórshavn Venjingartíðir fyri kappingarárið 2000/2001 Týsdagur – Gundadalshøllin Bani I Bani II Bani III Kl. 17.00 D12 Kl. 17.00 D16 Kl. 17.00 G14 Kl. 18.30 D14 Kl. 19.00 MM Kl. 18.30 MO Kl. 20.00 G16 Kl. 21.00 MK Kl. 20.00 K1 Kl. 21.30 1M Kl. 23.00 Kl. 21.30 MKb Hósdagur – Gundadalshøllin Kl. 20.00 G14 MK D14 Kl. 21.30 D16 MM 1K Fríggjadagur – Gundadalshøllin Kl. 18.00-20.00 G16 MM MK Byrjað verður 22. august. Fríggjadagur í Eysturskúlanum Kl. 16.40 G9 D9 Kl. 18.00-19.30 G12 D12 Byrjað verður 1. september. JAN MÜLLER Fyrst í hesi vikuni hevði Eyðun Elttør, landsstýris- maður í umhvørvismálum sín fyrsta fund við ein ar- beiðsbólk, sum hann setti herfyri at gera eina lýsing av umhvørvisøkinum, lóg- gávu, fyrisiting, herundir býti millum land og komm- unu, lýsa tørvin á broyting- um o.s.fr. Frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum er ætlað at geva eitt yvirlit yvir um- hvørvis- og náttúrumál, men ikki at gera uppskot um ítøkiligar lógarbroytingar, tí ætlanin er at bíða við hesum til frágreiðingin hjá ar- beiðsbólkinum hevur verið grundarlag undir einum orðaskifti um umhvørvis- mál á løgtingi komandi vár. Eftir eitt slíkt orðaskifti verður farið undir at gera ítøkiligar broytingar í um- hvørvislóggávuni. Formaður í arbeiðsbólk- inum er Jákup Pauli Joen- sen. Hini eru Dorethe Block, umboðandi Yvirfrið- ingarnevndina, Jógvan Mørkøre úr Kommunu- felagnum, Poul Andreas Joensen umboðandi Kommunusamskipanina og Kate Sanderson, umboð fyri landsstýrið. Skrivari er Rókur Tummasarson. Bólk- urin skal verða liðugur við arbeiði sítt tíðliga næsta ár. Undir viðgerðini av løg- mansrøðuni herfyri vísti Eyðun Elttør, landsstýris- maður eisini á, at tað innan umhvørvismálini nú er skjøtil settur á eina endur- skoðan av umhvørvislóg- Arbeiðsbólkurin hevur sín fyrsta fund við landsstýrismannin í umhvørvismálum Arbeiðs- bólkur kanna umhvørvið gávuni, soleiðis at sleppast kann undan umskaringum millum umhvørvis- og náttúrulóggávu. Somuleið- is er ætlanin at tryggja, at umhvørvislóggávan í minsta lagi livir upp til al- tjóða skyldur og sáttmálar, sum løgtingið longu hevur góðtikið at galda fyri Før- oyar. Samstundis sum lunnar verða lagdir undir arbeiðið at dagføra lóggávuna á um- hvørvisverndarøkinum, verður arbeitt við at menna okkara umhvørvisfyrisit- ing. Umhvørvisdeildin á H e i l s u f r ø ð i l i g u Starvsstovuni hevur verið ógvuliga strongd í mong ár og í veruleikanum hevur nøktandi arbeiðsorka ong- antíð verið tøk til at umsita løgtingslógina um um- hvørvisvernd frá 1988. Hetta hevur ført til eina støðu, har nógvar fyritøkur, sum eiga at verða umhvørvisgóð- kendar onga slíka góðkenn- ing hava og mestsum eingin orka er til eftirlit við teimum fyritøkum, sum hava fingið slíka góðkenning vísti lands- stýrismaðurin á. Skulu hava grundleggjandi vitan Í sambandi við komandi oljuvinnu segði hann, at tað verður stórur dentur lagdur á, at hetta virksemið kann gerast á ein so tryggan og umhvørvisvinarligan hátt sum gjørligt. Dentur verður lagdur á, at oljufeløg, ið søkja um leitingarloyvi, hava grundleggjandi vitan um umhvørvið í økinum, har ætlanin er at fara undir leitiboringar og at tey geva nøktandi metingar av, hvørjar avleiðingar kolvetn- isvirksemið kann hava fyri umhvørvið. Tá mett verður um umsøkjararnar verður eisini tryggjað, at boringar fara fram eftir eini vælvirk- andi innaneftirlitsskipan. — Her kann eg leggja afturat, at umboðini fyri Heilsu- frøðiligu Starvsstovuna, sum saman við Oljumála- stýrinum hava gjøgnum- gingið umsóknirnar frá oljufeløgum, eru væl nøgd við umhvørvisskipanirnar, sum flestu umsøkjararnir hava. Sjálvandi verður eis- ini á hesum økinum neyð- ugt at tryggja eina muna- dygga umhvørvisfyrisiting, ið hevur førleikan at taka skynsamar avgerðir, skipa umhvørviseftirlitið o.s.fr. segði Eyðun Elttør m.a. JAN MÜLLER - Vit eru samdir um polit- iskt, at møguligar oljuinn- tøkur skulu hava so lítla ávirkan sum yvirhøvur gjør- ligt á samfelagið, tí havi eg ilt við at góðtaka úttalilsi um, at oljan nú skal vera lykilin til føroyskt fullveldi sigur Anfinn Kallsberg, løg- maður í eini viðmerking til úttalilsi, sum hava verið frammi av slíkum slag. Nú um dagarnar hevði heimskenda sjónvarpsrásin BBC World stutta sending um føroysku sjálvsstýris- ætlaninar og har var m.a. nevnt, at nú danir bara góð- taka eina stutta skiftistíð, so verður oljan tað, sum kann loysa upp fyri fullveldinum. Hinvegin heldur løgmað- ur, at man kanska kann góð- taka slík úttalilsi, um hetta er út frá einum psykolog- iskum sjónarmiði. Tað kann vera, at man fær betri mót at gjøgnumføra fullveldið, um vit fáa stórar inntøkur frá oljuni. Hann vil ikki útiloka, at oljuinntøkur kunnu hava eina psykolog- iska ávirkan á fólk, at tey kanska fara at kenna seg tryggari enn annars í hesi gongdini. Løgmaður leggur tó dent á, at vit skulu ikki grunda fulveldisarbeiðið uppá oljuinntøkur. Tað fer ikki at koma hartil, at man kann siga, at nú avloysa oljuinntøkur blokkin. -Po- litiskt er tað týdningarmikið at gera sær greitt, at finnur man olju, so skrúvar man harfyri ikki allar slúsur upp. Løgmaður sigur, at stavn- hald okkara á oljuøkinum, og ikki minst hjá teimum, sum hava gjørt fyrireiking- arnar til ein oljuútvikling, er at vera varnir og at seta ein oljugrunn á stovn, so vit fáa pengarnar burtur úr um- farinum í Føroyum, so skjótt sum yvirhøvur ber til, soleiðis at ikki alt sam- felagið gongur grasad av, at tað nú flóta nógvir pengar inn í samfelagið. Vegamót Løgmaður metir handanina av loyvunum sum eitt týð- andi vegamót í allari gongdini á leiðini móti eini oljuvinnu. Nú byrjar hetta at blíva meira konkret og álvara. Anfinn Kallsberg heldur tað eisini vera um- ráðandi, at føroyskt vinnu- lív ikki smæðist burtur men nú bjóðar seg fram og tekur avbjóðingina í størsta álv- ara. Eins og í øðrum vinn- um vit luttaka í skal hetta sjálvandi ikki vera ein koddi men nakað, sum vit í kapping við aðrar skulu brúka vitan og royndir til at røkka. Anfinn Kallsberg, løgmaður: Oljan ikki lykilin men psyko- logiskan týdning fyri fullveldi sosialinum Lýsið í